Henrik Old stúrdi fyri, at Hvalbiartunnilin fór at detta niður fyri aftur. Tað var orsøkin til, at hann ikki atkvøddi fyri uppskotinum hjá andstøðuni um at gera tunnil til Hvalbiar.
Týsdagin viðgjørdi Løgtingið málið um at gera tunnil tilFámjins, men tað fall við einum teprum meiriluta, tí tað vóru 14. Atkvøður fyri og 15 ímóti. Serliga vakti tað ans, at Magni Laksáfoss, sum var við til at leggja uppskotið fyri Løgtingið, atkvøddi ímóti.
Les eisini: Atkvøður ikki fyri einum uppskotið hann sjálvur hevur lagt fyri Løgtingið
Men teir, sum høvdu lagt uppskotið fyri Løgtingið, dyrgdu eisini eftir at fáa Henrik Old at atkvøða fyri tí. Tá ið Henrik Old var landsstýrismaður í samferðslumálum, legði hann stóran dent á at fáa tunnilin til Fámjins gjørdan nú, men restin av samgonguni tók hann av ræði.
Les eisini: Nú fall avgerðin: Eingin tunnil til Fámjins nú
Men Henrik Old atkvøddi ímóti, og hann segði, at tað hevði sína serligu orsøk. Hann segði, at kom split í samgonguna nú, var hann nervøsur fyri, at løgtingsval hevði verið útskrivað . Og hann er sannførdur um, at varð løgtingsval útskrivað nú, hevði tað sett eitt risa framstig í Suðuroy, nevniliga Hvalbiartunnilin, í vanda.
Hann følir seg nevniliga ikki tryggan í, at Hvalbiartunnilin verður gjørdur, fyrrenn allir partar hava skrivað undir ein sáttmála um tað, og eftir ætlan verður tað í næstum. So leingi sáttmáli um Hvalbiartunnilin ikki er undirskrivaður, er hann ikki í pottinum og sostatt er eingin trygd er fyri, at farið verður undir hann.
– Men fáa vit gongd á Hvalbiartunnilin, eru vit komin eitt risafet fram á og lívið hevur lært meg, t vit skulu bara taka eitt stig í senn, segði Henrik Old.
Hann sigur, at sporini ræða og tað, hann sipar til, er, at fyri tíggju árum síðani samtykti Løgtingið einmælt at fara undir at gera tunlarnar Norður um Fjall, og samstundis var projektið klárt at bjóðað út.
Men hóast málið var komið so langt, er einki hent enn og tað sigur mær, at einki er greitt, fyrr enn gongd er komin á, segði Henrik Old.
Fáa vit gongd á at bora til Hvalbiar, eru vit komin eitt risafet fram á og lívið hevur lært meg, t vit skulu bara taka eitt stig í senn.