Poul Nyrup Rasmussen er sinnaður at gera eina avtalu við føroyingar um at broyta heimastýrislógina og gera eina nýggja skipan innan fyri ríkisfelagsskapin.
Men samstundis stendur danski forsætisráðharrin fast við, at fólkarættarliga og ríkisrættarliga støða føroyinga ikki verður broytt. Føroyingar skulu sambært Poul Nyrup Rasmussen ikki vænta sær, at tað á einari fólkaatkvøðu skal bera til at samtykkja eina grundlóg, sum staðfestir Føroyar sum fullveldisríki og so vera fullveldisríki.
»Hvis den færøske befolkning på et tidspukt i fremtiden træffer beslutning om at træde ud af riget, vil det således efter grundloven være nødvændigt med et samtykke fra regeringen og Folketinget. Den ændring af hjemmestyreordningen, som der nu indføres forhandlinger om, vil naturligvis ikke kunne ændre herpå.«
Soleiðis skrivaði danski forsætisráðharrin í brævi til løgmann 14. desember í fjør, og hetta staðfestir hann aftur í fáorðaðum brævi 2. januar í ár, eftir at Anfinn Kallsberg 18. desember í fjør svaraði fyrra bævinum og greiddi frá nýggju sjálvstýrisætlan landsstýrissins.
Sostatt staðfestir Poul Nyrup Rasmussen einaferð enn, at Føroyar eru ikki tjóð, og hava vit tískil ikki rætt til sjálv at gera av, um vit skulu hava fullveldi ella ei. Ein føroysk fólkaatkvøða, sum sigur ja til fullveldi, er einki verd fyrr enn danska stjórnin og Fólkatingið hava góðkent hana.
Halda fram við koyriætlanini
Tað hevur ikki borið til at fáa viðmerkingar frá løgmanni ella Høgna Hoydal til nýggjasta brævið frá danska forsætisráðharranum. Tá Sosialurin royndi at fáa fatur á teimum, sótu teir á týdningarmiklum landsstýrisfundi og kundu ikki órógvast.
Men sum skilst, tekur brævið ikki mótið frá landsstýrinum. Landsstýrið miðar framvegis eftir at yvirtaka øll málsøki uttan ríkismál eftir einum føstum leisti, niðurlaga blokkstuðulin og so leggja eina koyriætlan fram móti føroyska fullveldinum.
Danski forsætisráðharrin er sinnaður at gera eina líknandi avtalu, men hann tekur kortini ikki undir við, at talan skal vera um eina avtalu, sum er ein liður í einari skipaðari fullveldisætlan.
Í brævinum frá 14. desember 2000, sum Poul Nyrup Rasmussen aftur staðfestir fyri landsstýrinum í brævi 2. januar í ár, ger danski forsætisráðharrin greitt, at endamálið við samráðingunum nú er at broyta heimastýrislógina, soleiðis at vit fáa eina nýggja skipan millum Danmark og Føroyar innan fyri ríkisfelagsskapin.
Poul Nyrup Rasmussen ger púra greitt, at talan ikki verður um samráðingar um fullveldi. Samráðingarnar skulu ikki fatast, sum at talan verður um nakra broyting í ríkisrættarligu støðu Føroya.
Tað ber ikki til at fáa at vita frá landsstýrinum, um ætlaðu samráðingarnar millum embætisfólk hjá báðum pørtunum eru byrjaðar. Men mangt bendir á, at tað eru tær ikki.
Tí hevur landsstýrið skund, skal tað eydnast at fáa í lag eina avtalu um at broyta heimastýrislógina í januar, eins og løgmaður hevur lovað. Men hetta ætlar landsstýrið. Meiningin er framvegis, at føroyingar skulu til eina fólkaatkvøðu í apríl um eina koyriætlan fram ímóti fullveldinum.
Tá komið er til endan av koyriætlanini, er framvegis meiningin, at føroyingar skulu til fólkaatkvøðu um eina føroyska grundlóg, sum staðfestir Føroyar sum fullveldisríki.
Landsstýrið er framvegis sannført um, at Føroyar eru tjóð, og at vit hava sjálvsavgerðarrætt, sum merkir, at vit sjálv kunnu gera av at taka fullveldi.