Frensarnir klóraðu seg til javnleik

Hóast EB/Streymur var favorittur og hevði yvirtakið í dystinum á Argjum í gjár, so er steypakappingin nakað serligt, og AB megnaði at stríða seg til javnleik og kunnu vera rímiliga nøgdir, hóast teir hava eitt sindur verri útgangsstøði til seinna dystin

Fótbóltur

 

EB/Streymur kann helst iðra seg, at teir ikki megnaðu at vinna dystin ímóti AB í gjár, tí tað mesta av dystinum hevði EB/Streymur yvirtakið, hóast AB eisini kundi fingið fleiri mál, serliga, um Thomas Hans Rubbeksen hevði vitað, hvussu leysur hann var um miðjan seinna hálvleik. Men Alex Dos Santos megnaði eisini at skalla upp um í seinna hálvleiki.

Dysturin var, sum so, ikki nakað at lýta aftur á, men Dánjal Davidsen hjá EB/Streymi fer helst at minnast dystin við stórari gleði.

Stutt eftir hálvleik verður fríspark til EB/Streym, nakað framman fyri miðjuna í høgru síðu hjá AB. Hans Pauli Samuelsen leggur bóltin inn í brotsteigin, og har er Dánjal Davidsen og skallar bóltin fram við Heðini Stenberg, sum stóð ein góðan dyst fyri AB.

Sostatt hevði EB/Streymur nú fingið eitt betri útgangsstøði, víð týdningarmikla útivallarmálinum, sum ofta avger.

Men AB kom veruliga innaftur í dystin eitt lítið korter eftir málið.

Bólturin verður vunnin av Leif Niclasen hjá EB/Streymi á miðjuni, og so gongur skjótt. Bólturin verður spældur yvir ímóti vinstru síðu hjá AB, langt frammi á vøllinum.

Kenneth Jacobsen, sum spælir høgri bakkur hjá AB, rennir fram eftir síðuni, og gerst púra leysur, nú Leif Niclasen liggur, og verjan hjá EB/Streymi ikki veruliga er klár yvir hetta.

Tá Kenneth Jacobsen fær bóltin ger hann eitt lítið trekk, áðrenn hann leggur bóltin ímóti handaru stong, fram við Gunnari á Steig.

 

Feria fyri hálvleik

Tá Petur Reinert blásti dystin í gongd umleið klokkan 18 í gjár, vísti tað seg, at leikararnir ikki høvdu hoyrt hann, tí lítið fantilsi var á allan fyrra hálvleik. Liðini vóru eitt sindur varin. Sendu ikki alt ov nógv fram, og royndu at spæla einfalt, við tí úrsliti at fáar avleveringar vóru styttri enn einar 15 metrar.

AB royndi eftir førum muni at seta sínar vengur í spæl, meðan EB/Streymur royndi at gyppa bóltar eftir Arnbirni Hansen, sum nú sær út at vera frískur aftur.

Ímóti endanum á hálvleikinum komu tó tveir veruligir málmøguleikar. Jobin Drangastein kom at standa rættiliga leysur í brotsteiginum, tá Edward Ble, sum hevði ein týdningarmikan verjukendan leiklut á miðvøllinum, var komin fram ímóti hornaflagginum og legði bóltin innfyri. Men Jobin Drangastein fekk ikki veruligt skot á.

Í hinum endanum fekk EB/Streymur eisini nakrar møguleikar. Tann størsta átti Arnbjørn Hansen, tá hann úr fýra metrum skallaði bóltin framvið málinum.

 

Intensiteturin hækkar

Tá Petur Reinert bríkslaði á fyrsta sinni í seinna hálvleiki, vísti tað seg, at leikararnir høvdu hoyrt hann. Bæði liðini løgdu meira fyri og fóru harðari inn í nærdystirnar.

Smáar tíggju minuttir inni í seinna hálvleiki fekk EB/Streymur mál, og beint eftir royndir Bárður Olsen seg við skotroynd.

Eftir hesa skotroynd tók AB yvir, og verjan hjá EB/Streymi, har stórar útskiftingar høvdu verið, hevði stórar trupulleikar við at fáa bóltin burtur av vandaleið, og soleiðis megnaði AB at halda trýstið. Meðan hetta trýst var, fingu frensarnir einar fýra størri ella minni málmøguleikar, og hetta endaði við málinum, tá einir 20 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki.

 

Bæði kundu avgjørt

Sum seinni hálvleikur leið gjørdist munurin millum liðini størri og størri, og ungi Arnar Dam, kom væl inn í dystin fyri EB/Streym.

Men tað var Alex Dos Santos, sum fekk størsta møguleikan, tá Heðin Stenberg ikki reiðiliga hevði stýr á einum bólti í brotsteiginum. Bólturin fór høgt upp í loft, og bæði Arnbjørn Hansen og Alex Dos Santos høvdu møguleika at stýra bóltinum í tóma málið.

Kollfirðingurin royndi at saksa, meðan brasiliumaðurin royndi at skalla. Pressaður av Arnbirni Hansen megnaði Alex Dos Santos at skalla bóltin fitt upp um.

Í hinum endanum fekk Thomas Hans Rubbeksen ein stóran møguleika, tá hann gjørdist leysur aftanfyri verjuna hjá EB/Streymi, men helst hevur hann ikki vitað, hvussu leysur hann í veruleikanum var, tí hann royndi ikki at seta bóltin í málið.

Sostatt hevur EB/Streymur eitt sindur betri útgangsstøði fyri seinna dystin við einum útivallarmálið, men AB sýnist sterkari enn úrslitið ímóti HB um vikuskiftið vísti.