Hanus Samró
---------
»Vit ungu eru ov líkasæl og ábyrgdarleys. Vit eru líkasæl, tí tað eru alt ov fá, sum luttaka í politiska lívinum«, segði skrivarin hjá Ungmannafelagnum Samband, Katrin H. Petersen, á landsfundi leygardagin. Eg kundi ikki verið meiri samdur. Hesin blomstrandi og óspekti ungdómur, hesin villi og forvitni aldursbólkur er bara ikki eins eldhugaður og spírandi á politiska leikvøllinum.
Ungdómurin raðfestir onnur áhugamál, ið kveikja og stimbra sansirnar. Tey liva í einum heimi, har alt frá samrøðum til undirhald og tíðarspell ferðast eins skjótt og ljósið. Tìskil er tað skiljandi, at hesi drúgvu og orðatungu kjakini, henda óendaliga og óáhugaverda munnhøggingin kveikja annað enn áhugan. Tað er ikki spennandi, tað gongur ov seint. Men at ungdómurin verður ákærdur fyri líkasælu, tí vit síggja, at alt ov nógv ung fara yvir til Tjóðveldi, eru óheppin og óumhugsað orð. Og tað eru júst hesar viðmerkingar, hesar ákærur, ið gera, at ungdómurin sýnir politikki óvirðing.
Hví skulu tey sýna nøkrum so banalum virðing? Tað er ikki at vera líkasælur ella ábyrgdarleysur, um ein unglingi velur Tjóðveldi fram um Sambandið, ella um ein hevjar Javnaðarflokkin upp um Fólkaflokkin. Tað er at taka ábyrgd, ábyrgd fyri sínum sjónarmiðum. Ungmannafelagið Samband skuldi heldur spurt hví, hví velur ungdómurin Tjóðveldi? Hvussu skulu vit kveikja áhugan, hvussu fáa vit okkara visjónir út á bestan hátt? Hvussu fáa vit unglingar í okkara bás?
Við at ákæra ungdómin fyri líkasælu, tí tey hava eina aðra áskoðan, er at sýna teimum óvirðing. Haraftrat haldi eg ikki, at ungmannafeløgini kring landið hava røkt sínar skyldur. Tey hava meir ella minni ligið í dvala. Hendinga lesarabrøv ella meiningar hava verið í fjølmiðlunum, men ikki hevur tað skapt tað stóra kjakið. Útsagnirnar hjá Katrini H. Petersen eru til meira ampa enn gagn, og hartil kemur aftursvarið frá Unga Tjóðveldi, sum ikki tænir neutrala ungdóminum á nakran hátt. Hetta støðuga og ókonstruktiva kjakið er ikki nýtt fyribrigdi, men ein hoyrir um tað dag og dagliga, ár eftir ár. Tað sigur seg sjálvt, at fyrr ella seinni, so sløkkir ungdómurin fyri hoyrnini.
Vón
Men tað er tó gleðiligt, at ungmannafeløgini royna nú, saman við hinum at skipa fyri tiltøkum. Við at skipa fyri tiltøkum, ið eru til frama fyri vitanina hjá ungdóminum, er vegurin fram. Við at kunna ungdóminum um Føroya- eins og alheimssøgu, við at kunna um búskap og journalistikk, við at geva føroyska ungdóminum møguleika at røkka sær hægri vitan, er vegurin fram. Ein tann minsti flokkurin í føroyskum politikki, Miðflokkurin, eigur rós uppiborið fyri í heyst at hava skipað fyri politiskum skúla, har bæði fólkafloks-, sambands- og tjóðveldisfólk hildu fyrilestrar. Føroysku ungmannafeløgini kundu lært av hesum, tí tað ræður um at kveikja áhugan. Tað hevði verið skilabest, um ungmannafeløgini fingu eitt tílíkt tiltak í verk, soleiðis at bæði áhugaði og ikki áhugaði, uttan mun til politiska áskoðan, kundu savnast. Eitt tiltak, har serfrøðingar greiða frá sínari vitan, stimbra svøvntunga forvitnið, og síðst men ikki minst, geva ungdóminum okkurt at hugsa um. Út frá hesari vitan og royndum verður politiska áskoðanin skapt. Tá ræður um hjá politisku flokkunum eins og ungmannafeløgunum at selja sín boðskap.
Men at ákæra ungdómin fyri líkasælu er óumhugsað.