Í dýrdarveðrinum seinasta leygardag rundaði tann næstan legendariski og framvegis aktivi reiðmaðurin Viljormur Tórsheim tey áttati.
Til æru fyri heiðurslimin, Viljormur Tórsheim, skipaði Føroya Ríðingarfelag fyri rossaskrúðgongu, har Svenning Reinert sum flaggberi reið á odda fyri umleið 50 rossum. Skrúðgongan byrjaði heima í Marknagili beint fyri miðdag og riðið varð út í Havnardal oman á trøðna hjá Viljormi, har hann tók ímóti. Síðani varð farið inn um í hoyggjhúsið, har tað í dagens anledning var ruddað og skimmað og gjørt til eitt "fotogallarí", har hópin av gomulm myndum úr føroysku reiðsøguni vóru at síggja. Hesar myndir - tann elsta frá 1911 - eru partur av einum størri myndasavni, ið er savnað og katalogiseraðar av reiðmanninum Poul Hansen, sonur Aksel Hansen.
Saman við einum leskiligum og vælangandi punchi skoðaðu vit henda partin av ríðingarsøguni og nutu sólina í rossavinarligum umhvørvi. Síðani helt fylgið leiðina fram út í felagshúsið hjá Føroya Ríðingarfelag, har Viljormur bjóðaði til ein betri morgummat. Her savnaðust eisini frá familjuni, vinum og kenningum, so har var fult hús.
Sum altíð tá rossamenn koma saman, so varð dúgliga sungið, talað og reypað og mangt skemti havt á lofti. Í hesum umhvørvi er Bukefalos hjá Alexandur hinum Mikla, átta beinti Sleipner hjá Óðini ella veingjaði Pegasus líka so viðkomandi og nærverandi sum Lítli hjá Aksel ella Holla hjá Sverra Trónd.
Her verður tikið undir við arabiska Sheik Ilderim, tá hann í filminum Ben Hur hevur at vognførarnum, tí hesin er ov harðligur við hansara fýra hvítu úrvalsross (Altair, Aldubáran, Antares og Rigel), og hann rópar eftir honum: "How dare you treat my horses like animals!"
Onkur talari tekur støði í Viljorm Kornus kvæðnum, og heldur fyri, at Viljormur hevur ikki gjørt navnanum til skammar - tvørturímóti. "ongum er hann líkari enn Viljormi at sjá" (ør. 40)
Ein annar hevur sett seg uppá Pegasus, og ber fram høgtflúgvandi epos. Hesin recitator lyftir tátíð, nútíð og framtíð í ský, so ein droymir seg aftur í fordums grikst amfiteatur, har olympisku gudaverurnar verða exponeraðar og hálovaðar.
Aðrir umrøða gomul vinarbond og minnast skemtiligar hendingar, so øll liggja fløt í látri.
Jú hetta var av sonnum ein merkisdagur, sum seint verður gloymdur.