einfaldari. Men tað eru tær ikki og vit í bygdaráðnum í Sumbiar Kommunu eru vald at røkja áhugamálini hjá Sumbiar Kommunu og at skapa neyðugu fortreytirnar hjá okkum sjálvum, ikki hjá øðrum kommunum. Og spyrt [...] Framtíðarætlanir Gongur sum ætlað, verður ein størri og betri havn bygt í Lopra. Jacob Vestergaard, borgarstjóri í Sumbiar Kommunu, sigur, at í løtuni hevur kommunan ongi stykki og ongar møguleikar annars at bjóða [...] framvið Akralandinum, skal heldur ikki nógv fyllast meiri enn einar 15 metrar út, so er dýpið 25 metrar, so tað skal ikki fyllast nógv út, so hava vit eina rættiliga djúphavn í Lopra. Landsverkfrøðingurin breyt
Kollafjørður er í Tórshavnar Kommunu. Og vit finna okkum ikki í, at ein limur í Havnar Arbeiðsmannafelag skal verða tvingaður at skifta felag fyri at sleppa at arbeiða í einum ávísum parti í síni egnari kommunu [...] Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag sigur, at nú verður bíðað eftir tí fundinum. ? Men førir hann ikki til eitt úrslit, fara vit at seta tiltøk í verk. Hann sigur, at fáast viðurskiftini ikki í rættlag [...] sigur, at verður ósemjan ikki loyst, fer Havnar Arbeiðsmannafelag at seta tiltøk í verk. Ósemjan er um, at ein arbeiðsmaður í Hundsarabotni, sum er limur í Havnar Arbeiðsmananfelag, er sendur til hús. Karl
afturat: ? Vit skilja ikki, at felag tykkara og leiðslan í felagnum skulu hava so lítið fakfelagsligt med-vit, at tit ditta tykkum at taka inn í sáttmála tykkara rættindi, sum tit ikki so frægt sum hava sett [...] seinastu tíðina, tykist tað í øllum førum sum um at ein sameining ímillum fakfeløgini er longri burtur nú, enn hon nakrantíð hevur verið. ?Fyrst hava tit stungið okkum í ryggin í verkfallinum. Síðani hava [...] vunnu í verkfallinum. Hetta er niðurstøðan í einum hart orðaðum brævi, sum Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag nú hava sent Havnar Arbeiðsmannafelag og teimum báðum arbeiðarafeløgunum í Klaksvík
dana í 80-unum, mátti ferð aftaná ferð møta reyður og flóvur upp í NATO-høvuðsborgini í Bruxelles við: »det danske forbehold« ímóti rakettskjøldrinum hjá frælsu vestanveldunum. Ein meiriluti í danska [...] avstað til Persaraflógvan?« út í æsir. Tá »Olfert Fischer« so einaferð kom fram var flógvakríggið mest sum liðugt. Harafturat fór manningin á »Olfert Fischer« í verkfall, í eini roynd fyri at bøta um ma [...] halda um hetta? Práta um at gera fyri skommum?! Í 1980-unum eydnaðist NATO at knógva Warszawa-hernaðarsamgonguni, men at hetta eydnaðist í verki, kann so ikki tilskrivast Helveg og »Radikale venstre«. Uffe
møguligari oljuvinnu skulu býtast í samfelagnum. ? Í míni verð er alt hetta klóraríið um, hvar oljuvinnan skal vera, ella ikki, heilt høpisleyst. Tí tað er ongin ivi í míni sál um, at inntøkurnar av eini [...] Vit vita, at oljuvinnan varar ikki í allar ævir. Tí mugu vit ansa eftir, at vit ikki leypa framav, soleiðis sum tey hava gjørt nógvastaðni í okkara grannalondum. ?Tað, hann hugsar um, er at nógvastaðni [...] milliónaíløgur koma at standa víða hvør í Føroyum í steindeyðum íløgum. ?Tí hvør kemur at bløða fyri tí, spyr hann ? Og hann svarar sjálvur: ? Tað vera aftur limirnir í Starvsmannafelagnum, sum einaferð enn
felagshúsið ikki er serliga stórt ? rúmar eini 40 fólk til hvørja sýning ? gevur eina heilt serliga uppliving av nærleika. Nakað, sum tú vanliga ikki upplivir í teimum størru leikhølunum í høvuðsstaðnum [...] at vera ?bóndabygd? burturav, tann dag í dag, er neyvan nøkur grund til at halda, at giftarmálini verða sett í verk sum í hesum skemtileiki. Men hetta er heldur ikki so umráðandi. Harímóti er talan um eina [...] Tí er ikki minni enn talan um eina stórhending at sjónleikur, aftan á ein steðg í eini hálvthundrað ár, aftur verður spældur í Sólarmagni. 2. páskadag var skemtileikurin ?Gift teg? eftir norska høvundan
møguligari oljuvinnu skulu býtast í samfelagnum. ? Í míni verð er alt hetta klóraríið um, hvar oljuvinnan skal vera, ella ikki, heilt høpisleyst. Tí tað er ongin ivi í míni sál um, at inntøkurnar av eini [...] Vit vita, at oljuvinnan varar ikki í allar ævir. Tí mugu vit ansa eftir, at vit ikki leypa framav, soleiðis sum tey hava gjørt nógvastaðni í okkara grannalondum. ?Tað, hann hugsar um, er at nógvastaðni [...] milliónaíløgur koma at standa víða hvør í Føroyum í steindeyðum íløgum. ?Tí hvør kemur at bløða fyri tí, spyr hann ? Og hann svarar sjálvur: ? Tað vera aftur limirnir í Starvsmannafelagnum, sum einaferð enn
ofta hevur spælt í Klaksvík. Sum spælari hevur hann ongantíð vunnið, men í páksafrítíðini í 2000 gekk undan. Leygardagin vunnu teir 2?0 í steypakappingini, og 2. páskadag vunnu teir 1?0 í fyrsta landska [...] ferð eydnaðist tað ikki væl. Miðvøllurin var stirvin, teir fluttu seg ov lítið, og sendingarnar vóru ikki neyvar. Verjan var ótrygg, tí teir saknaðu botn í, og álopið var ikki vandamikið. Í 2. hálvleiki varð [...] vongverji og miðvallari í vinstru, var í vinstru álopssíðu, Gert Langgaard var góður í høgru, og Christian Høgni Jacobsen var ein støðug hóttan mitt á. Dánial Hansen, sum higartil hevur verið í miðverjuni var saman
liðini í Føroyum, men tað eru teir ikki í løtuni. Tá KÍ vann FM heitið í síðsta umfarinum í fjør, fingu fuglfirðingar at vita, at tíðarskeiðið hjá teimum í bestu deildini var liðugt fyri hesa ferð. Í heyst [...] verða í venjingardystum móti øðrum liðum. At mótstøðan í venjingardystunum er nóg góð hevur stóran týdning hjá ÍF, sum ætlar sær at vera við í kappingini um besta plássið í 2. deild. Hugaligir Í bólkaumfarinum [...] tey seinnu árini hava ikki so nógvir nýggir spælarar fingið møguleikan á besta liðnum. Í fjør komu onkrir framat, og longu í fyrsta dystinum í ár vóru onkrir nýggir spælarar við í hópinum.
Búskaparligi vøksturin í USA var størri enn í Evropa og tí lækkaðu renturnar nakað. Kortini kom ikki sama ferð á vøksturin í Evropa, sum í USA, og samstundis fótaði evran sær ikki móti amerikanska dollaranum [...] Grundraksturin ílagi Hóast talan er um eitt rættuliga stórt fall í ársúrslitinum hjá »fólksins peningastovni«, so letur leiðslan kortini ikki illa at. Í peningastovnshøpi er eitt lyklatal, sum eitur úrslit av [...] ársúrslitinum. Í 1998 slapp Sparikassin so at siga snikkaleysur frá virðisbrøvunum og gjaldoyrahandli. Tá var talan um eina positiva virðisjavnan upp á góða hálva millión, men í fjør mátti leiðslan í Sparikassanum