Tí er ikki minni enn talan um eina stórhending at sjónleikur, aftan á ein steðg í eini hálvthundrað ár, aftur verður spældur í Sólarmagni.
2. páskadag var skemtileikurin ?Gift teg? eftir norska høvundan Torvald Tu, frumsýndur fyri fullum húsi. Tað, at felagshúsið ikki er serliga stórt ? rúmar eini 40 fólk til hvørja sýning ? gevur eina heilt serliga uppliving av nærleika. Nakað, sum tú vanliga ikki upplivir í teimum størru leikhølunum í høvuðsstaðnum. Longu karmurin ? húsini og rúmi, har leikað verður ? seta sínar heilt avgjørdu avmarkingar til uppsetingina av leikinum, og tí var tað júst leikurin ?Gift teg?, ið ungu stigtakararnir av Velbastað valdu at fara í holt við.
Við góðari hjálp frá trimum royndum leikarum úr Nólsoy og Havn var farið undir at venja leikin, beint eftir føstulávint. Samstundis hevur verið arbeitt við at fáa pallin upp á pláss. Og sigast má, at tað er eitt stórt avrik, ið hesir sjey ungu og evnaríku leikarar, her hava greitt úr hondum. Tað er ikki bara sum at siga tað, at fáa alt tað handaliga, sum slíkt arbeiði krevur, at ganga upp. Tíbetur hava feløg, fyritøkur og einstaklingar verið sinnað at veita teimum eina hjálpandi hond, bæði við ráðgeving, leiðbeining, handaligari hjálp og fíggjarligum stuðli. Serliga er vert at nevna MáF, Havnar Sjónleikarfelag, Balslev og Ungmannafelagið Royndina í Nólsoy.
Gift teg er ein skemtileikur av tí góða, gamla slagnum, frá teirri tíðini, tá ið tað ráddi um at giftast við tí rætta/røttu. Hann fer fram í tí gamla bóndasamfelagnum, sum var fyri o.u. 50-100 árum síðan, og hóast Velbastað kann sigast at vera ?bóndabygd? burturav, tann dag í dag, er neyvan nøkur grund til at halda, at giftarmálini verða sett í verk sum í hesum skemtileiki. Men hetta er heldur ikki so umráðandi. Harímóti er talan um eina góða søgu, ið sum frá líður kann tykjast torskild og fløkjalig, men ikki er tað kortini.
Spælið er lætt og ekta. Tey fimm korterini, leikurin varir, flúgva avstað. Hóast leikurin er av tí gamla slagnum, hevur tað hepnast leikstjóranum væl at fáa naka av tí nýggja málburðinum við, og soleiðis fáa skemti at sita. Tó at leikararnir eru ungir, er hetta eingin forðan fyri at skilja stóra aldursmunin á persónunum í leikinum. Sjálvsagt er ikki lætt hjá einari 19 ára gamlari ungmoy at spæla leiklutin sum eldri einkja. Men við smyrsli og hóskandi leikbúnum ber væl til at minka um munin.
Hóast onkur av leikarunum skaraði framúr, kann sigast øllum til rós, at teir megnaðu væl at halda leikinum saman og geva honum ta natúrligu gongd, sum er neyðug og avgerandi fyri ein lættan leik, sum hendan. Leikararnir hava tikið hvør sín leiklut í fullum álvara og eru farnir undir uppgávuna við stórum dirvi og eldhuga. Leikararnir hava víst, at væl ber til at spæla sjónleik, hóast trongar karmar, bæði tá talan er um leikpall og leikaratilfeingi á staðnum. Eingin orsøk er at setast aftur.
Leikararnir eru Eva Brekkstein, Amalia Danielsen, Beinta Jacobsen og Hanna Jacobsen av Velbastað, Hallur Hjalgrímsson úr Havn og Nicolaj Falck og Aksel Sigmund Joensen úr Nólsoy. Leikstjóri er Eva Brekkstein og Sverri Egholm hevur ráðgivið.
Leikurin verður sýndur aftur í Sólarmagni á Velbastað leygardagin 29. og sunnudagin 30. apríl, báðar dagarnar kl. 17 og 19.30. Leygardagin 6. mai verður leikurin spældur í Royndarhúsinum í Nólsoy. Atgongumerki kunnu bíleggjast á tlf. 220296.
John Dalsgarð