Føroya Sparikassi hevði aðalfund í gjár og sum siður er, varð roknskapur stovnsins lagdur fyri fundin til góðkenningar.
Og hugdu fundarluttakarnir eftir úrslitinum, so er kanska ivasamt, um teir høvdu hug at góðtaka roknskapin, tí sammett við árið frammanundan var talan um eitt stig eftir hæli upp á knappar 17 mió. krónur.
Roknskapurin vísir nevniliga eitt yvirskot upp á góðar 22 mió. krónur, móti góðum 39 árið frammanundan.
Grundraksturin ílagi
Hóast talan er um eitt rættuliga stórt fall í ársúrslitinum hjá »fólksins peningastovni«, so letur leiðslan kortini ikki illa at.
Í peningastovnshøpi er eitt lyklatal, sum eitur úrslit av grundrakstri og tað úrslitið sigur, hvussu raksturin hevur háttað sær, tá kursjavningar og niðurskrivingar av ognum ikki eru tiknar við.
Hetta tal er nokkso grundleggjandi fyri seinasta ár, tí so at siga allir peningastovnar - ella øll tey, sum hava fingist við virðisbrøv yvirhøvur - hava havt eitt rættuliga stórt kurstap.
Fyri Sparikassan vísir úrslitið av grundrakstinum eitt avlop uppá góðar 58 mió. krónur og tað er ein framgongd upp á knappar 12 mió. krónur.
Hetta svarar til ein vøkstur upp á góð 25 prosent.
Mistu 22 mió
Tí er tað serliga tað stóra kurstapi av virðisbrøvum og útlendskum gjaldoyra, sum er farið illa við ársúrslitinum.
Í 1998 slapp Sparikassin so at siga snikkaleysur frá virðisbrøvunum og gjaldoyrahandli. Tá var talan um eina positiva virðisjavnan upp á góða hálva millión, men í fjør mátti leiðslan í Sparikassanum staðfesta, at kursur og renta ikki arbeiddi sum hon vildi hava tað.
Úrslitið var eitt hall upp á knappliga 22 mió. krónur.
Í ársfrágreiðingini til aðalfundin sigur leiðslan, at altjóða rentustøðið vendi í 1999.
Búskaparligi vøksturin í USA var størri enn í Evropa og tí lækkaðu renturnar nakað. Kortini kom ikki sama ferð á vøksturin í Evropa, sum í USA, og samstundis fótaði evran sær ikki móti amerikanska dollaranum. Hækkandi inflatión hevði við sær, at rentustøðið byrjaði at hækkað og tá so er, so falla kursirnir á virðisbrøvunum og tað er tað, sum er orsøkin til kurstapi hjá Sparikassanum í fjør.
Vinnan størri partur
Tá eldri føroyingar tosað um Sparikassan verður í flestu førum - um ikki øllum - hugsað um stovnin, sum lænir pengar til sethúsabygging.
Soleiðis sá myndin eisini út, men nú er hon við at broytast.
Í 1994 varð sparikassalógin broytt og við tí fekk stovnurin loyvi til at taka størri váðar í sambandi við útlán.
Sparikassin hevur tí, síðani 1994 roynt at sleppa upp í vinnulívsfíggingina og hóast stovnurin hevur verið sera varin, so standa vinnulívsútlánini fyri uml. 22 prosentum av samlaðu útlánunum við ársskiftið.
Sparikassin er umboðaður í so at siga øllum pørtum í vinnulívinum í dag, og mest sannlíkt er, at hann fer at økja um vinnulívsfíggingina framyvir.
Stórur vøkstur
Á fíggarsíðuni er støðan tann, at sparikassin hevur fingið 25 mió. krónur meira í innlánum í 1999. Samlaðu innlánini vóru við árslok góðar 3,2 mia. krónur móti knappliga 2,9 mia. í 1998.
Útlánini eru, sum vera man eisini økt - við knappliga 300 mió. krónum.
Við árslok 1998 átti sparikassin 2,6 mia. krónur tilgóðar hjá útlánskundum sínum, men við árslok seinast átti stovnurin góðar 2,9 mia. krónur til góðar.
Allur peningurin er kortini ikki læntur kundum, tí knappliga 250 mió. krónur standandi tøkar, samstundis, sum 650 mió. standa í virðisbrøvum.
Alt í alt hevur sparikassin ein tøkan kapital upp á uml. 900 mió. krónur og tað svarar til eitt solvensprosent upp á knappliga 30 prosent.
Tí er - enn eins og áður - talan um ein sera tryggan stovn.









