Klaksvíkingar í koma

NSÍ var sannførandi, tá teir fyri fyrstu ferð vunnu landskappingardyst í Klaksvík

Fagnaðurin var øgiligur kring vøllin, tá fyrsti landskappingardysturin á árinum var liðugur í Klaksvík. Men tað vóru ikki áskoðararnir hjá heimaliðnum, sum høvdu armarnar á lofti. Heldur vóru tað áskoðararnir hjá NSÍ, sum jublaðu, meðan klaksvíkingarnir fóru rættuliga kløkkaðir til hús.

? Tað var lætt hjá mær at seta mínar spælarar upp. Tað var ikki yvir at dylja, at teir kendu seg undirmettar, tá teir leygardagin spældu móti einum øðrum liði, enn tí teir hittu 2. páskadag. Eg haldi, at hugburðurin hjá mínum monnum var sera góður. Vit vunnu nógv teir flestu nærdystirnar, og okkara spælarar høvdu stórt sjálvsálit, sigur Trygvi Mortensen, sum sjálvur ofta hevur spælt í Klaksvík.

Sum spælari hevur hann ongantíð vunnið, men í páksafrítíðini í 2000 gekk undan. Leygardagin vunnu teir 2?0 í steypakappingini, og 2. páskadag vunnu teir 1?0 í fyrsta landskappingardystinum.


Skjótir spælarar

Tomislav Sivic hevur arbeitt nógv við at fáa fløtu verjuna at rigga. Tað tekur tíð at fáa sovorðið upp á pláss, og royndin hjá NSÍ at punktera verjuspælið hjá klaksvíkingum hilnaðist sera væl.

Uppskriftin NSÍ var skjótleiki. Jónstein Petersen, sum higartil hevur verið vongverji og miðvallari í vinstru, var í vinstru álopssíðu, Gert Langgaard var góður í høgru, og Christian Høgni Jacobsen var ein støðug hóttan mitt á.

Dánial Hansen, sum higartil hevur verið í miðverjuni var saman við Iani Højgaard og Djóna Nolsøe Joensen á miðvøllinuminum, og gestirnir tóktist hava betri tak á tí, enn miðvøllurin hjá heimamonnunum.


Nógvar møguleikar

NSÍ hevði møguleikar at vera á odda við minst trimum málum í 1. hálvleiki. Christian Høgni Jacobsen fekk ikki rættuliga skot á, tá hann beinanvegin var í skotstøðu í brotsteiginum, og Gert Langgard hevi góðan møguleika, tá Dánial Hansen hevði spælt hann leysan úr vinstru.

Og kanska var talan um besta møguleikan, tá Ian Højgaard úr fýra metrum stútaði eftir langt skift úr høgru. At tað ikki eydnaðist at fáa mál komst fyrst og fremst av, at Gunnar á Steig stóð sera væl í KÍ málinum.

Eftir steðgin hevði NSÍ eisini fleiri upplagdar møguleikar enn KÍ. Málið kom, tá 65 minuttir vóru farnir. Ian Højgaard gjørdist leysur í høgru, hann spældi flatt innfyri, og Jónstein Petersen var fyrstur á og skoraði.


Stirvið og svikaligt

Tomislav Sivic hugsar álopshugað. Hann vil hava klaksvíkingar at spæla skjótan fótbólt við nógvum fyrstu ferð sendingum, soleiðis sum tað plagar at verða spælt á europeiska meginlandinum.

Hesa ferð eydnaðist tað ikki væl. Miðvøllurin var stirvin, teir fluttu seg ov lítið, og sendingarnar vóru ikki neyvar. Verjan var ótrygg, tí teir saknaðu botn í, og álopið var ikki vandamikið.

Í 2. hálvleiki varð bólturin ofta oystur í brotsteigin, og KÍ spenti bogan høgt, tá teir gjørdu fleiri álopshugaðar útskiftingar, men søgan segði tað sama. Sørsta møguleikan fekk Ove Nysted, tá tað bara restaði ein lítil løta. Flata innlegginum úr vinstru bilti einki, men Nysted sendi úr góðari støðu uppum málið, og so var greitt, at fyrsta royndin hjá meistarunum var miseydnað.


KÍ: Gunnar á Steig ? Harley Bertholdsen, Jan Andreasen, Andrzej Pacek, John Ryan ? Jan Joensen, Rógvi Jacobsen, Marek Vierzbicki ? Arnold Joensen, Ove Nysted, Heðin á Lakjuni

NSÍ: Rúni Joensen ? Brynjolvur Nielsen, Arnfinn Langgaard, Kári Hansen, Sjúrður Jacobsen ? Dánial Hansen, Ian Højgaard, Djóni N. Joensen ? Gert Langgaard, Christian Høgni Jacobsen, Jónstein Petersen