Helveg og »Radikale Venstre« hava lítið at vísa á í verjupolitikki!

Háttvirdi uttanríkisráðharrin Niels Helveg Petersen heldur ikki, at føroyingar hava nógv at geva NATO ella »Partnership for Peace«, vegna lítlu stødd okkara.

H.Á. Simonsen



Sæð í ljósinum av hesum úttalilsum kundi tad verið áhugavert, at hugt uppá verjupolitisku avrikini hjá Helveg, og »Radikale venstre« seinastu 60-70 árini.

Flógvakríggið

og kaldakríggið

Undir flógvakrígnum í 1991 var talan um, at Danmørk skuldu gera sítt lítla fyri at knógva Saddam Hussein og Irak. Talan var um at senda lítla herskipið »Olfert Fischer« til Persaraflógvan fyri at vísa Danebrog-flaggið.

Helveg og »Radikale venstre« drógu orðaskiftið: »um Danmørk veruliga skuldi senda krígsskip og manning avstað til Persaraflógvan?« út í æsir. Tá »Olfert Fischer« so einaferð kom fram var flógvakríggið mest sum liðugt. Harafturat fór manningin á »Olfert Fischer« í verkfall, í eini roynd fyri at bøta um matrasjónirnar!!! Hvat mundu hinir sameindu halda um hetta? Práta um at gera fyri skommum?!

Í 1980-unum eydnaðist NATO at knógva Warszawa-hernaðarsamgonguni, men at hetta eydnaðist í verki, kann so ikki tilskrivast Helveg og »Radikale venstre«. Uffe Elleman Jensen, sum var uttanríkisráðharri dana í 80-unum, mátti ferð aftaná ferð møta reyður og flóvur upp í NATO-høvuðsborgini í Bruxelles við: »det danske forbehold« ímóti rakettskjøldrinum hjá frælsu vestanveldunum. Ein meiriluti í danska fólkatinginum við Helveg og »Radikale venstre« á odda, bankaðu Uffa og fýrsmærustjórnina uppá pláss, gjøgnum øll 80-ini. Erhard Jacobsen, centrumdemokratur segði tað so rámandi á sinni: »Havde det været op til det Radikale venstre, havde det danske forsvar været reduceret til kun at omfatte Tivoligarden!« Uffe greiddi frá á sinni í Læraraskúlahøllini, hvussu illa hann hevði tað við »det danske forbehold« hjá Niels Helveg Petersen.

Heimskríggj

og áðrenn

Svartasti bletturin hjá »Radikale venstre«, eru tó árini 1940-43. Erik Scavenius (1877-1963) uttanríkisráðharri hjá »Radikale venstre« juli 1940 til november 1942 gekk av fullum huga inn fyri samráðingar- og samstarvspolitikkinum við Nazi-Týskland. Scavenius var enntá bæði forsætis- og uttanríkisráðharri 1942-43, tá brot loksins kom ímillum donsku stjórnina og týska hersetingarvaldið.

Í 30-unum løgdu sviar og norðmenn ætlanir fram fyri dønum um eina felags verjuætlan, men ein meiriluti av donskum politikarum við Scavenius á odda, sópaðu hesa ætlan av borðinum. Ein av avleiðingunum var at danski herurin bara kláraði at berjast ímóti týskinum, í smáar 3 tímar. Norðmenn harafturímóti bardust (herurin) manniliga í 2 mánaðir. »Jamen Norge er meget større!« siga radikalir, júmen teir vóru færri og fátækari. At hinir sameindu hildu lítið um hendan innsatsin hjá serliga radikala Scavenius, sást tá 50-ára dagurin fyri D-dagin var hildin í Norður-Fraklandi; 6. juli 1994. Noreg var boðið við vegna sín stóra krígsinnsats, men Danmørk var ikki boðið við, fyrst og fremst takkað verið Scavenius og »Radikale venstre«. Churchill vitjaði ikki Danmørk fyrr enn í 1950. »Endelig kom hann« skrivaði eitt danskt dagblað um vitjanina hjá Churchill. At Churchill drálaði so leingi við at vitja Danmørk eftir kríggið, kann fyrst og fremst skrivast uppá floksfelagan og undangongu-mannin hjá Helveg. At Danmørk kom uppí NATO seinni, var nokk ikki »Radikale venstre« fyri at takka.

So um føroyingar lima seg inn í NATO, so tørvar okkum ikki at gera og geva nógv, fyri at gera tað betri enn Niels Helveg Petersen og »Radikale venstre«. Um hálvan mei 1945 oysti Churchill av hjarta sínum í bretska undirhúsinum og hálovaði føroysku sjómonnunum fyri teirra krígsinnsats. Mudi Churchill ikki fegnast um, at teir føroysku sjómennirnir ikki vóru undir veingjunum hjá Scavenius og »Radikale venstre« undir krígnum?

P.S. Trý lond leiktu fótbóltslansdystir (vinardystir??) ímóti Týsklandi árini 1940-43. Hesi vóru Kroatia, Svørríki og ?Danmørk. Eitt lítið groteskt dømi um politisku avrikini hjá »Radikale venstre«. Segði onkur: »Lay down like a dane«.