Vandi fyri verkfalli í Havn

? Tað skal ongin forða okkum, tí vit vilja hava frítt at fara allastaðni í Kommununi, sigur Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag

 

Ósemja


Ósemja um ein arbeiðsmann í asfalt -og skerverkininum hjá Landsverkfrøðinginum í Hundsarabotni hóttir nú við at leggja ein part av Havnini lamna.

Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, sigur, at verður ósemjan ikki loyst, fer Havnar Arbeiðsmannafelag at seta tiltøk í verk.

Ósemjan er um, at ein arbeiðsmaður í Hundsarabotni, sum er limur í Havnar Arbeiðsmananfelag, er sendur til hús.

Karl Johansen sigur, at tað er eftir kravi frá Kollafjarðar Arbeiðarafelag, at maðurin er sendur til hús.

Tað skilst, at hendan ósemjan er ein avleiðing av, at Kollafjarðar kommuna á nýggjárinum kom upp í Tórshavnar Kommunu.

?Ein av arbeiðsmonnunum í Hundsarabotni er limur í Havnar Arbeiðsmannafelag. Men nú hevur Kollafjarðar Arbeiðarafelag kravt, at antin var hesin maðurin sendur til hús, ella fóru allir hinir arbeiðsmenninir í Hundsarabotni at leggja arbeiðið niður.

? Tað endaði so við, at Landsverkfrøðingurin sendi mannin til hús.

? Orsøkin til, at Kollafjarðar Arbeiðarafelag ikki vil arbeiða saman við manninum, er, at hann er limur í Havnar Arbeiðsmannafelag.

?Kollafjarðar Arbeiðarafelag krevur, at skal maðurin arbeiða í Hundsarabotni, skal hann limast inn í Kollafjarðar Arbeiðarafelag.

Karl Johansen sigur, at hetta finnur hann seg ikki í.

Í gjáramorgunin hevði Havnar Arbeiðsmannafelag bæði fund við Tórshavnar Býráð og við Landsverkfrøðingin um støðuna.

Úrslitið av fundunum er, at fundur skuldi fyrst verða við Kollafjarðar Arbeiðarafelag, áðrenn onnur stig verða tikin.


Ongin skal forða okkum

Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag sigur, at nú verður bíðað eftir tí fundinum.

? Men førir hann ikki til eitt úrslit, fara vit at seta tiltøk í verk.

Hann sigur, at fáast viðurskiftini ikki í rættlag, fer Havnar Arbeiðsmannafelag at nokta limum sínum at taka skerv, asfalt, ella nakað annað úr Hundsarabotni, til viðurskiftini eru fingin í rættlag.

Hann sigur, at hendir tað, fellur framleiðslan av asfalti og skervi í Hundsarabotni við eini helvt, tí umleið helvtin verður brúkt í Havn.

Hendir hetta, fer tað m.a. at leggja alt vegarbeiði í Havnini lamið, umframt nógv annað arbeiðið, eitt nú húsabygging og annað, sum krevur grót, skerv og asfalt.

Summarið er vanliga tíðin, tá ið nógv vegarbeiðið er í Havnini, og verður arbeiðið lagt stilt, fer tað at føra til, at teir ferðslutrupulleikar, sum slíkt arbeiði førir við sær, fer at draga út.

Karl Johansen sigur, at hann finnur seg ikki í slíkari framferð, sum Kollafjarðar Arbeiðarafelag hevur víst.

? Vit eru øll í einari kommunu, bæði Kollafjørður og Tórshavn. Vit hava onki ímóti, at limir í Kollafjarðar Arbeiðarafelag arbeiða í Havn, hóast teir varðveita limaskapin í Kollafjarðar Kommunu.

? Men vit krevja eisini at vit hava frítt at fara í allari kommununi, eisini í Kollafirði. Tað skal ongin forða okkum at arbeiða, hvar í kommununi, vit vilja, sigur Karl Johansen.

?Árenn kommunurnar vórðu lagdar saman, hoyrdi Hundsarabotnur undir Kollafjarðar Arbeiðarafelag. Men nú eru kommunurnar lagdar saman so at bæði Hundsarabotnur og Kollafjørður er í Tórshavnar Kommunu.

Og vit finna okkum ikki í, at ein limur í Havnar Arbeiðsmannafelag skal verða tvingaður at skifta felag fyri at sleppa at arbeiða í einum ávísum parti í síni egnari kommunu. Ein limur hjá okkum hevur tískil fullan rætt at arbeiða í Hundsarabotni undir liðini á Kollfirðingum.

? Tað skal ongin tvinga hann at skifta felag, so at hann missur rættindi til pensjón og onnur rættindi, sum hann hevur hjá okkum, sigur Karl Johansen