?Tað er heilt sjálvsagt fyri mær, at tær inntøkur, vit fara at fáa burtur úr eini møguligari oljuvinnu, skulu koma øllum landinum til góðar.
Tað heldur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum.
Starvsmannafelagið fylgir gjølla við samfelagsgongdini, og í frágreiðingini, sum formaðurin legði fram á aðalfundinum, kom hann eisini inn á eina komandi oljuvinnu.
Serliga kom hann inn á, hvussu inntøkurnar av eini møguligari oljuvinnu skulu býtast í samfelagnum.
? Í míni verð er alt hetta klóraríið um, hvar oljuvinnan skal vera, ella ikki, heilt høpisleyst. Tí tað er ongin ivi í míni sál um, at inntøkurnar av eini møguligari oljuvinnu skulu koma øllum í landinum til góðar, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Hann sigur, at spurningurin um oljuríkidømið er sera einfaldur: Hetta eru virði, sum allir landsins borgarar eiga, sama, hvar í landinum, teir búgva og tí skulu allir eisini hava ágóðan av tí.
? Men at oljuinntøkurnar so verða brúktar til at menna tey øki í landinum, sum eru ringast fyri, er heilt sjálvsagt fyri mær, leggur hann afturat.
Ávarar ímóti trøllabýum
Men Gunnleivur Dalsgarð ávarar eisini ímóti at leypa framav í oljuvinnuni.
? Vit vita, at oljuvinnan varar ikki í allar ævir. Tí mugu vit ansa eftir, at vit ikki leypa framav, soleiðis sum tey hava gjørt nógvastaðni í okkara grannalondum.
?Tað, hann hugsar um, er at nógvastaðni, har oljuvinna hevur tikið seg upp, eru nógvar og stórar íløgur gjørdar fyri at draga oljuvinnuna til ávís øki í landinum.
? Men hesar íløgurnar eru gjørdar uttan fyrilit av økjum, sum vildi ?kráma? til sín.
Og úrslitið gjørdist, at nógv av hesum økjum als ongan lut fingu í ?oljuævintýrinum? Og tí liggja hesar íløgur nú sum óhugnaligir ?trøllabýir?
?Slíkt má ikki henda her hjá okkum, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Hann sigur, at tað, sum hann ræðist allarmest, er, at vit fara at gera fyrilitarleysar íløgur kring um í Føroyum við eini oljvinnu fyri eyga.
? Tá kann tað væl henda, at milliónaíløgur koma at standa víða hvør í Føroyum í steindeyðum íløgum.
?Tí hvør kemur at bløða fyri tí, spyr hann
? Og hann svarar sjálvur: ? Tað vera aftur limirnir í Starvsmannafelagnum, sum einaferð enn koma at bløða fyri óundirbygdum íløgum.
? Tað er júst tað, sum vit vit hava bløtt so illa fyri hesi seinastu árini, og tað skal ikki henda seg einaferð enn, sigur Gunnleivur Dalsgarð púra avgjørdur.
Hann sigur, at tað einasta, sum politikararnir skulu gera, er at seta seg niður at viðgera hetta álvarsmál, sum tað sømir seg ístaðin fyri at sita og ?klórast?. Tí, tað, sum er fyrifarist, er fyri ein stóran part, politiskar markeringar, har hvør roynir at draga til sín, men tað loysir ikki trupulleikan, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
A og B øki
Formaðurin í Starvsmannafelagnum heldur, at gongdin innan tinggátt er rættiliga ódámlig.
? Tað tykist sum um eitt lyndi hevur tikið seg upp til at býta landið sundur í A og B øki.
? Men løgtingslimir eiga at vita, at teir eru valdir til at umboða alt landið. At seta partar í landinum upp ímóti hvørjum øðrum, fer ongantíð at gagna heildini.
Annars vísir formaðurin á, at eftir hansara tykki er Føroyar eitt útjaðaraøki, allar sum tær eru.
? Og uppgávan hjá tinglimunum er at býta samfelagskakuna rættvíst. Men tað gerst ongantíð við at sáa sundurlyndi í fólkinum.
Og so leggur hann spotskliga afturat: Viðhvørt tykist tað, sum um tinggáttin er burtur.
? Men tað var ikki júst tað, sum var grundgevingin fyri teirri stóru lønarhækkingini, sum tinglimir góvu sær sjálvum, sigur Gunnleivur Dalsgarð.