Lokabragd
Havnar Arbeiðsmannafelag og arbeiðarafeløgini í Klaksvík fáa nú av at vita frá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Mong hava harmast um teir kílar íð eru settir ímillum fakfeløgini, so at tey ganga mestsum í sjálvdrátti, heldur enn at tey arbeiddu saman.
Men eftir tað, sum er hent seinastu tíðina, tykist tað í øllum førum sum um at ein sameining ímillum fakfeløgini er longri burtur nú, enn hon nakrantíð hevur verið.
?Fyrst hava tit stungið okkum í ryggin í verkfallinum. Síðani hava tit kraddað tykkum tey rættindi, vit vunnu í verkfallinum.
Hetta er niðurstøðan í einum hart orðaðum brævi, sum Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag nú hava sent Havnar Arbeiðsmannafelag og teimum báðum arbeiðarafeløgunum í Klaksvík.
Tað, sum sipað verður til í brævinum er bæði tað, sum hendi í sjálvum verkfallinum og tað, sum er hent aftaná.
Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag fýlast á, at hini feløgini ongan stuðul vístu teimum í verkfallinum. Men tey átala eisini, at Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík síðani uttan víðari fáa somu sømdir, sum verkfallið gav Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnugfelag.
? Vit hava í fjølmiðlunum frætt, at felag tykkara, uttan so frægt sum at hava vent sær til feløg okkara, hevur fingið við í sáttmála tykkara rættindi, sum vit og limir okkara eftir drúgvar samráðingar og verkfall hava stríðst okkum fram til, siga Føroya Arbeiðarafelag og Havnar arbeiðskvinnufelag í skrivinum til hini trý feløgini.
Og lagt verður afturat:
? Vit skilja ikki, at felag tykkara og leiðslan í felagnum skulu hava so lítið fakfelagsligt med-vit, at tit ditta tykkum at taka inn í sáttmála tykkara rættindi, sum tit ikki so frægt sum hava sett fram krav um undir samráðingum.
Stungin í ryggin
Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag halda, at framferðin hjá hinum feløgunum undir sjálvum verkfallin, er enn meiri átaluverd.
? Undir verk-falli okkara vísti tit okkum ikki tann minsta stuðul, men hinvegin tyktist tit at stuðla upp undir, at verkfalsbrótarar fóru inn á øki okkara. Við hesum vóru tit med-virkandi til, at stríð okkara gjørdist enn meira torført, og tók longri tíð enn neyðugt var, siga tey bæði feløgini við felagar sínar í Havnar Arbeiðsmannafelag og í feløgunum í Klaksvík.
Tey vísa á, at vanligt er, at fakfeløg lýsa alment, at noktað verður limum felagsins at taka upp verkfalsrakt arbeiði, tá onnur fakfeløg eru í verkfalli.
? Men ikki so frægt sum eina slíka lýsing sendu tit út.
? Vit skulu tí harðliga átala, at tit soleiðis stinga felag okkara og limir okkara í ryggin við fyrst at mótarbeiða feløgum okkara og síðani kradda tykkum rættindi, sum vit hava brúkt tíð og megi at fáa við í sáttmála okkara.
? Sum áður fráboðað, so hava vit einki ímóti, at sama løn verður latin fyri sama arbeiði, men vit kunnu ikki góðtaka, at fakfeløg fyrilitaleyst skriva sáttmála okkara av.
? Vit halda tað vera lítið sømiligt, at fakfelagsleiðarar ikki eru so mikið at sær komnir, at teir sjálvir hava dirvi at samráðst um tey krøv, sum teir ynskja at fáa við í sáttmála teirra.
? Framferð tykkara hevur skapt rættiliga øsing millum limir okkara, og tað er væl skiljandi, men tey sum einaferð fara at skriva føroyska fakfelagssøgu, munnu fara at duga at meta um tað lokabragd, sum tit hava framt, ikki bert móti feløgum okkara og limunum, men móti føroysku fakfelagsrørsluni sum heild. Skommin er tykkara, siga Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag í brævinum til Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík.









