Sangurin um Mariu, sum er rúsevnismisnýtari, er við á listanum í sendingini 15 tær Bestu í Útvarpinum. Og tað hevur sangurin gjørt í 13 vikur nú. Í løtuni er hann nummar fimm. Kim Hansen sang føroysku útgávna [...] nýtt lív aftur. Fylgir við Í Noreg situr maðurin, sum skrivaði sangin, nevniliga Hans Inge Fagervik. Hann fegnast um lagnuna hjá sanginum í Føroyum. Hans Inge hevur vitjað í Føroyum nakrar ferðir, og tá [...] nakrantíð. Og hetta eru ikki góð tíðindini hjá einum, ið hvønn dag ger sítt fyri, at ungfólk ikki skulu falla til rúsmisnýtslu. Hans Inge ferðast nevniliga nógv út á skúlar at syngja og ikki minst tosa við ungfólk
tryggingartakararnir í Lív fáa høvi at velja sær tvey umboð í nevndina fyri Lív. Henda nýggja nevnd, sum nú skal veljast, kann ikki ávirka virksemið í Lív beinleiðis, og hon fær heldur ikki nakran avgerðar [...] avgerðarmyndugleika í sambandi við avtalaðu einskiljingina, men kann í frægasta føri verða hoyrd av veruligu nevndini í Lív og av landsstýrismanninum í vinnumálum. Ivaleyst verður henni heldur ikki langt lív lagað [...] uppá fyri meira enn fimm árum síðani. Ikki bert frá limunum í fakfeløgunum í Samtakinum, men frá øllum tryggingartakarum í Lív, sum eiga at hava ein felags áhuga í, at avtalan, ið varð gjørd við landsstýrið
nærdystir. Men polerað fótbóltsspæl var ikki nógv at síggja til. Venjararnir báðir vóru samdir í, at høvuðsorsøkin til ikki serliga vakra spælið var, at vøllurin var ikki nóg slættur. OB fekk einki við um [...] sum er javnt við Brøndby í stigum, men er hægri á støðutalvuni, tí málmunurin hjá teimum er eitt mál betri. Einki føroyskt íslett var í superliguni á páskum. Jákup á Borg var ikki partur av OB hópinum, og [...] eftir at sleppa framat aftur í FCK. Tað gongur strúkandi hjá FCK, sum aftur hesa ferð fekk fulla úrtøku. Í seinastu seks dystunum hava teir fingið fimtan stig. Tað var bara í Parkini ímóti Viborg, at teir
Hann hevur starvast innan allar deildir í bankanum, seinast sum varaleiðari á fíggjardeildini í Føroya Banka í Havn. Eitt skifti var hann í starvi hjá Barcley?s Bank í London og afturkomin til Føroya, starvaðist [...] bankaheimin í Føroya Banka í Klaksvík. - Hetta kennist næstan sum at koma heim, tí eg kenni starvsfólkini væl og eisini stóran part av viðskiftafólkunum, sigur Hans Petur, sum eisini er uppvaksin í Klaksvík [...] tíðarskeið á Kaupthing í Havn. Hetta seinasta árið hevur Hans Petur verið leiðari á Føroya Shell í Klaksvík. Rætta løtan Hans Petur er yngsti leiðari, ið hevur verið á deildini í Klaksvík, og tað slepst
passar nokk so væl. Men tað passar ikki heilt. Tvørturímóti var tað innnan telduheimin, at tað størsta vinnuliga frambrotið í føroyskum vinnulívi í ár hendi. Tað heldur í hvussu so er Vinnuhúsið. Fríggjadagin [...] fyri at hava staðið fyri ársins átaki í føroyska vinnulívinum Og hendan heiðurin fekk teldufyritøkan Formula. fo í Havn. Hesin heiðurin verður ikki minni av at tað ikki er á hvørjum ári, at heiðurslønin fyri [...] degi boðað frá, at Føroyar eru so lítlar, at tað verður ikki á hvørjum ári at hendan virðislønin verður latin. ? Men henda trupulleika hava vit ikki í ár, sigur Vinnuhúsið. Endamálið við ársins átaki er at
at tað ikki er óvanligt, at næmingar, sum eitt nú ganga á maskinskúla, hjálpa til í frítíðini, og tá ið fríløtur eru. Okkurt í ljósmála Dánjal dugir ikki beint nú at meta um, hvussu verður fyrst í komandi [...] rúmast í dokkini í senn, men tá er trongligt at arbeiða millum skipini, um tey eitt nú skulu málast uttanborða. Seinasta "vitjanin" í dokkini á Skála, var annars ein fóðurflaki hjá alifelagnum, Luna í Gøtu [...] lítið at standa á. Men ikki tí; tað letur seg rímiliga væl gera. Hann vísir á, at tað er ikki ofta, at flakar verða tiknir uppá land á Skála, men hesin flakin hjá Luna hevur áður verið í dokkini. Høvuðsklassing
á plássinum. Men tað fánaði skjótt burtur aftur og ikki fyrrenn nú ein bilur aftur endaði í torninum í farnu viku, tók kjakið seg uppaftur. Í blaðnum í gjár helt Ráðið fyri Ferðslutrygd eisini avgjørt, [...] ðinginum í Suðuroy, sigur, at tá ið tunnilin verður gjørdur, er ætlanin at leggja allan vegin í Øravík heilt av nýggjum. ?Ætlanin er at leggja allan vegin í ein javnan boga runt alla víkina í Øravík. [...] undir arbeiðið nú og at tornið verður tikið niður í heyst. SEV hevur arbeitt í langa tíð við at fáa tornið flutt, men pappírsarbeiðið tekur tíð og tað er ikki fyrrenn stutt síðani, at byggiloyvið og aðrar
Krossi eru vanligar í tíðindasendingum. Reyði Krossur í Føroyum liggur heldur ikki á lætu síðuni, og nógv virksemi er í felagnum. Felagið hevur nú valt at royna nýggjar leiðir. Hjálpa í Danmark Nýggjasta [...] ætlanin í stoypiskeiðini. Í løtuni fer kanningararbeiði í gongd, har kannað verður, hvussu stórur tørvurin er á slíkum vitjanum í Danmark. Fyribils skuldi kanningararbeiði fara fram til juni í ár, og miðja [...] og hon segði seg ikki hava sæð nakran føroying í nógv ár. Hetta fekk formannin í Reyða Krossi í Føroyum at venda sær til tær fýra við tí hugskotinum, at tær skulu kannað, um tað ikki kundi skipast fyri
suðuroyarsiglingina, verður tað mønustingurin hjá vinnulívinum í Suðuroynni. Størsti vinnulívsmaður í Suðuroynni, Heri Hjelm í Vági, er ikki í iva um, hvørjar avleiðingarnar verða, um tað endar við, at ætlanin [...] tey lyfti, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum gav suðuroyingum á kunnandi fundinum um nýggja Smyril í Øravík 6. september í ár. ?Eg haldi ikki, at landsstýrismaðurin í vinnumálum kann sleppa at flyta [...] dugdu ikki at síggja nakra endurnýgging í at koyra Smyril, sum er 32 ár úr flotanum og keypa Norrønu, sum er 28 ár, ístaðin. ?Av tí, at hon er so gomul, verður hon heldur ikki serliga álítandi í rakstri
málið í tí álvara tað krevur. Eru Føroyar ikki útgjørdar til krígsførðslu, ver vís í, at Uttanlandsnevndarformaðurin er. Sum so ein hóskilig nevnd fyri slíkar fjepparar. Og skotið varð so beint í rúgvuna [...] á ein formann í eini nevnd, sum ikki er førur fyri at bera fram niðurstøðurnar rætt, sum nevndin er komin til? Løgmaður bíðar Tað var ein samd Uttanlandsnevnd, sum fór av fundi týsdagin í farnu viku. Nevndin [...] at finna felags stev, havandi í huga áður viðtiknar hernaðarsamtyktir. Særdir nevndarlimir Men ikki kundi hann bara sær, formaðurin. Hevur helst innantanna sitið og meddað í nevndarrúgvuna við síni altíð