Kalda kríggi í samgonguni

Katrin Dahl Jakobsen
løgtingskvinna

Uttanlandsnevndin hevur fingið slíkt skot fyri bógvin av óseriøsa tíðindaskrivinum og samrøðuni, sum Hergeir Nielsen hevði við Útvarpið viðvíkjandi Natoverkætlanini á Eiði, at ringt verður at sessast aftur við fundarborðið við honum sum formanni. Tí hvussu kunnu vit líta á ein formann í eini nevnd, sum ikki er førur fyri at bera fram niðurstøðurnar rætt, sum nevndin er komin til?

Løgmaður bíðar
Tað var ein samd Uttanlandsnevnd, sum fór av fundi týsdagin í farnu viku. Nevndin helt, at løgmaður skuldi bíða við síni støðutakan mótvegis ríkismyndugleikunum, til Løgtingið hevur havt eitt aðalorðaskifti um verjustøðu Føroya. Hvør fólkaskúlanæmingur hevði megnað at borið hesi boð víðari. Her varð hvørki mælt frá ella til! Einki partapolitiskt kegl, men heldur ein vilji til framyvir at finna felags stev, havandi í huga áður viðtiknar hernaðarsamtyktir.

Særdir nevndarlimir
Men ikki kundi hann bara sær, formaðurin. Hevur helst innantanna sitið og meddað í nevndarrúgvuna við síni altíð kláru tjóðveldisløðing, meðan vit umrøddu málið í tí álvara tað krevur. Eru Føroyar ikki útgjørdar til krígsførðslu, ver vís í, at Uttanlandsnevndarformaðurin er. Sum so ein hóskilig nevnd fyri slíkar fjepparar. Og skotið varð so beint í rúgvuna við hesum tíðindaskrivi og samrøðu, sum eingin kendist við. Tað sveið. So mikið dygt, at flestu nevndarlimir kendu seg liggja eftirá, um somu tíð, sum telefonirnar sínámillum kimaðu seg hásar.

Ákoyringar á nevndina
Hergeir Nielsensa privata niðurstøða er, at nevndin ikki viðmælir, at løgmaður gevur Nato boð um at fara undir hesa verkætlan, umframt allar hansara partapolitisku klíningar, sum hann dúgliga smyr uppá. So naivar, at ikki er vert at taka upp aftur. Og hetta vantar hann, at nevndin góðtekur. Tá hon ikki ger tað, ákærir hann nevndarlimirnar fyri at hava fingið kaldar føtur, nú Fogh hevur verið her. Sjúkligt!

Einaferð formaður, altíð formaður
Er tað nakar, sum hevur fingið fótakulda, so er tað formaðurin sjálvur. Soleiðis skilti eg tað, tá Jógvan við Keldu var so heppin, at hann fekk sagt sína hugsan við Útvarpið hósdagin. Hann helt, at »formaðurin hekk í einum klønum tráði«. Men at skifta formannin út, nei tað bar ikki til. Nú er man partur av eini samgongu og tað skal nógv til og alt hatta har?
So Hergeir Nielsen kann tryggur løða av nýggjum, so mikið styrktur, sum tráðurin nú gjørdist.
Líknandi mál var jú eisini í seinastu tingsetu við sama formanni og sama roki.

Action í trúnaði
Og hetta er spælið. Tá ein tíð er fráliðin, so hava samgongulimir einki sagt, einki sæð og einki hoyrt. Sicilienskir tilstandir. Allir vita, at í hvørjum leirinum eru fleiri, sum eru farnir so mikið upp í límingini, at gera tit hatta, so gera vit hitt, tí annars missa vit valdið.( løgmaður, Jørgin, Tobbi osv. Signar á Brúnni varð ekspederaður av hansara egnu í besta Corleone stíli. Eingin visti hví). So hóast kalda kríggið er av, so herjar tað javnt og samt inni í sjálvari samgonguni. Action í trúnaði, líkasum.

Samgongan fram um sannleikan
So eg kann bara siga meg so sára samda við Kjartani Hoydal, tá eg las røðuna hjá honum í blaðnum, sum hann helt Hinaferð á Doktaragrund, at tá partapolitikkur, stakmál og persónar eru fremst í øllum lutum, kann vera ilt at leggja kósina frameftir. Tað er júst tað, sum dálkaði og órógvaði hetta málið. Heldur enn at vera talsmaður fyri samda nevnd, fór Hergeir Nielsen í sín partapolitiska búna. Heldur enn at seta sær fyri sum politiskt vørumerki at vera sannur, hevur samgongan sett sær fyri at verja persónar. Samgongan fram um sannleikan.