Fríggjadagin var móttøka á deildini hjá Føroya Banka í Klaksvík í sambandi við leiðarskifti. Skiftið hevur millum annað við sær, at bæði farandi leiðarin Hanus Heinesen og nýggi leiðarin Hans Petur Clementsen nú venda aftur til sítt gamla arbeiðspláss.
Blandaðar kenslur
Nú Hanus Heinesen fer aftur í sítt gamla starv sum varaleiðari á deildini hjá Føroya Banka í Saltangará, bíðar samstundis ein nýggj avbjóðing. Umframt at vera varaleiðari, skal Hanus eisini hava leiðsluna av Vinnulívsdeildini um hendi.
- Vinnudeildin hjá Føroya Banka í Saltangará fevnir um alla Eysturoynna og heilt til Kollafjarðar. Hetta økið hevur eitt sera virkið vinnulív, so hetta verður ein spennandi avbjóðing, sigur Hanus.
Hanus hevur verið leiðari í Føroya Banka í Klaksvík seinastu fimm árini, og hann dylur ikki yvir, at tað er við blandaðum kenslum, at hann nú takkar fyri seg.
- Tá eg kom til Klaksvíkar, kendi eg ongan, hvørki starvsfelagar ella viðskiftafólk. Men eg varð móttikin við opnum ørmum, og tað er ikki minst teimum fyri at takka, at eg havi trivist so væl her norðuri, sigur Hanus.
Á móttøkuni fríggjadagin fekk Hanus handaða eina gávu, sum minnið um tíðina í Klaksvík. Tað var næstformaðurin í Stjørnuni, sum vegna felagið, gav Hanusi eina mynd av Klaksvíkini, har stórur partur av skipaflotanum liggur á Vánni eitt vakurt vetrarkvøld.
Samstundis nýtti næstformaðurin í Stjørnuni høvið til at takka Føroya Banka fyri avbera góðan stuðul og samstarv, við vón um at tað fer at halda fram undir nýggju leiðsluni.
Drúgvar royndir
Nýggi leiðarin Hans Petur Clementsen byrjaði sína yrkisleið innan bankaheimin í Føroya Banka í Klaksvík.
- Hetta kennist næstan sum at koma heim, tí eg kenni starvsfólkini væl og eisini stóran part av viðskiftafólkunum, sigur Hans Petur, sum eisini er uppvaksin í Klaksvík.
Hóast Hans Petur er ungur, hevur hann drúgvar royndir innan bankayrkið. Hann hevur starvast innan allar deildir í bankanum, seinast sum varaleiðari á fíggjardeildini í Føroya Banka í Havn. Eitt skifti var hann í starvi hjá Barcley?s Bank í London og afturkomin til Føroya, starvaðist hann eitt tíðarskeið á Kaupthing í Havn. Hetta seinasta árið hevur Hans Petur verið leiðari á Føroya Shell í Klaksvík.
Rætta løtan
Hans Petur er yngsti leiðari, ið hevur verið á deildini í Klaksvík, og tað slepst neyvan undan, at tað fer at merkja arbeiðsumhvørvið í onkran mun.
- Nú ætli eg ikki at kollvelta deildina, men eitt tað fyrsta, eg fari at í holt við, er at gera deildina meir sjónliga. Vit stuðla nógvum feløgum og tiltøkum, men marknaðarføringin her norðuri kundi verið betri, sigur Hans Petur.
Nýggi leiðarin letur seg ikki ræða av spádómunum um ringar tíðir og búskaparliga kreppu.
- Sjálvandi hevði eg døpru búskaparútlitini í huganum, tá eg segði ja til starvið. Men eg gjørdi av, at hetta var júst tann rætta løtan at átaka mær hesa ábyrgdina. Landsbúskapurin er ikki so tryggur, sum hann hevur verið, men talan er ikki um eina bráfeingis landsumfatandi kreppu. Hetta gevur mær tíð og møguleika at meta um, hvønn veg tað gongur og umráða meg, áðrenn avgerðirnar verða tiknar.
Hans Petur ásannar, at alivinnan er í kreppu, men leggur dent á at vit eiga at ansa eftir, ikki at loypa slíkan hvøkk á fólk, at ongin hættar sær undir nýtt virksemi, og alt harvið steðgar upp.
- Tað er lætt at vera leiðari, tá búskapurin blómar, og tú kanst siga ja til alt. Hitt krevur meir, eisini at tú torir at taka minni vælumtóktar avgerðir. Men tað taki eg sum eina avbjóðing, sigur nýggi leiðarin í Føroya Banka í Klaksvík, sum gleðir seg til at fara til arbeiðis saman við sínum gomlu starvsfeløgum.