Smiðjuvirksemi
Týsmorgunin sigldu partrolararnir, Fram og Vestmenningur, sum eru fyrrverandi Hádegisklettur og Stígarklettur, inn í dokkina á Skála. Dokkin er stór, so eingin trupulleiki var hjá skipasmiðjuni at taka báðar trolarar inn í senn.
Fýra skip rúmast
Tekniski leiðarin á Skála Skipasmiðju, Dánjal Andreassen, sigur, at fýra trolarar av hesi støddini rúmast í dokkini í senn, men tá er trongligt at arbeiða millum skipini, um tey eitt nú skulu málast uttanborða.
Seinasta "vitjanin" í dokkini á Skála, var annars ein fóðurflaki hjá alifelagnum, Luna í Gøtu. Hesin er nú lagdur út á Lambavík.
- Dokkin er sera hent. Skipini standa ógvuliga væl, og tú gongur av bryggjukantinum og beinleiðis umborð.
Dánjal sigur, at ikki minst, tá ið stórir fóðurflakar skulu takast upp, er dokkin sum bygd til endamálið.
- Tað er eitt sindur torført at taka hesar flakarnar uppá bedingina, tí teir hava í nógvum førum so lítið at standa á. Men ikki tí; tað letur seg rímiliga væl gera.
Hann vísir á, at tað er ikki ofta, at flakar verða tiknir uppá land á Skála, men hesin flakin hjá Luna hevur áður verið í dokkini.
Høvuðsklassing
Tekniski leiðarin sigur, at Fram og Vestmenningur skulu høvuðsklassast. Motorarnir skulu yvirhálast, og skipini skulu hava aksiltrekk. Haraftrat skulu tey málast, bæði innan og uttan, og lastin verður eisini málað.
Spurdur, hvussu long tíð gongur, til skipini aftur eru klár at fara til fiskiskap, sigur Dánjal, at ætlandi verða tey liðug á Skála um einar seks vikur.
- Vit hava sagt, at skipini verða liðug til jólar, sigur hann.
Dánjal væntar, at Fram og Vestmenningur fara at standa í dokkini einar fjúrtan dagar. Síðan verða skipini løgd til bryggju, har restin av arbeiðinum verður gjørt.
Lítil aktivitetur
Dánjal veit annars at siga, at rættiliga lítið smiðjuarbeiði hevur á Skála Skipasmiðju í heyst, og serliga lítið hevur verið at gjørt í oktober. Men nú er líkt til, at nóg mikið verður at takast við tað, ið eftir er av hesum árinum.
- Umframt partrolararnar í dokkini, yvirhála vit eisini motorin á trolbátinum, Randi.
Um ein góðan mánaða ella so, kemur eisini rækjutrolarin, Sisimiut hjá Royal Greenland, higar.
- Enn er ikki endaliga greitt, hvussu nógv skal gerast við skipið, men ætlanin er, at trolarin skal takast inn í dokkina til aksiltrekk og annað, sigur Dánjal.
Skúlanæmingar
Tá ið aktiviteturin minkar, verður sjálvsagt eisini minni arbeiði til fólkið á Skála Skipasmiðju, men Dánjal sigur, at teir royna í mest møguligan mun at halda uppá fólkið.
Í løtuni eru eini 60 fólk í starvi hjá skipasmiðjuni.
- Eins og annað virksemi, er virkiðsemið hjá okkum partvís knýtt at árstíðini. Um sumrarnar kann verða nógv arbeiði á bedingini, og tá hava vit onkuntíð havt skúlanæmingar at hjálpa okkum.
Tekniski leiðarin sigur, at tað ikki er óvanligt, at næmingar, sum eitt nú ganga á maskinskúla, hjálpa til í frítíðini, og tá ið fríløtur eru.
Okkurt í ljósmála
Dánjal dugir ikki beint nú at meta um, hvussu verður fyrst í komandi ári, men hann hevur tó vónir um, at okkurt stingur seg undan kavi til ta tíð.
- Vit samráðast um ymisk arbeiði, sum endalig greiða enn ikki er fingin á. Vit vóna tó, at onkrir sáttmálar koma undir land komandi vikurnar, soleiðis at okkurt verður at takast við fyrst í komandi ári, sigur Dánjal Andreassen.










