Gera vitjunartænastu fyri føroyingar í Danmark

Reyði Krossur í Føroyum roynir nú at víðka um sítt virksemið. Ætlanin er at seta á stovn eina vitjunartænastu í Keypmannahavn, sum skal veita hjálp til eldri og sjúkar føroyingar, ið búleikast har um leiðir



 

Endamálið hjá Reyða Krossi er at hjálpa fólki. Reyði Krossur hevur nú í fleiri ár verið virkin í Føroyum. Virksemið hjá Reyða Krossi er oftani tvørtur um landamørk, og vit minnas m.a. Kosovo-hjálpina, sum Reyði Krossur skipaði fyri saman við Reyða Krossi í Danmark. Arbeiðið hjá Reyða Krossi er eisini kent kring allan heimin, og myndirnar av hjálparvirkseminum hjá Reyða Krossi eru vanligar í tíðindasendingum.

Reyði Krossur í Føroyum liggur heldur ikki á lætu síðuni, og nógv virksemi er í felagnum. Felagið hevur nú valt at royna nýggjar leiðir.


Hjálpa í Danmark

Nýggjasta ætlanin hjá Reyða Krossi fer at ganga fyri seg í Danmark. Ætlanin er at gera eina vitjunartænastu fyri eldri og sjúkar føroyingar og annars allar teir føroyingar, sum hava tørv á at fáa vitjan frá onkrum, sigur Marin Strøm, limur í kanningarbólkinum.

Enn er ætlanin í stoypiskeiðini. Í løtuni fer kanningararbeiði í gongd, har kannað verður, hvussu stórur tørvurin er á slíkum vitjanum í Danmark. Fyribils skuldi kanningararbeiði fara fram til juni í ár, og miðja hevur verið ímóti, at ein tílík vitjunartænasta skuldi kunnað byrjað á vári 2002, sigur Marin Strøm.

Í sjálvum kanningarbólkinum sita fýra lesandi, ið allar lesa okkurt, sum hevur tilknýti til sosialmál av hesum slag. Marin Strøm lesur sjálv fólkaheilsufrøði, og er hetta ein nýggj útbúgving, sum m.a. tekur støði í tílíkum arbeiði sum hesum, sigur Marin Strøm. Tær eru í løtuni í holt við kanna tørvin, men tær mugu ásanna, at tað er torført at finna útav, hvussu nógvir og hvørjir føroyingar búgva í danska høvuðsstaðarøkinum.

Tað er tó ikki Reyði Krossur einsamallur, sum fer undir hetta átak. Tað eru føroyingafeløg í høvuðsstaðarøkinum og Reyði Krossur, sum í felag standa fyri hesum, sigur Marin Strøm. Sjálvt kanningararbeiði, og tann kostna, ið stends av hesum arbeiði ber Reyði Krossur í Føroyum, men alt arbeiði er sjálvboðið, sigur Marin Strøm.

Tað vera eisini tær aktivu kreftirnar í føroyingafeløgunum, sum koma at vera berandi kreftirnar innan vitjunartænastuna, sigur Marin Strøm. Tað er nemliga ætlanin, at tað skulu vera fastbúgvandi í økinum, sum koma at fara út vitja tey ymisku, sigur Marin Strøm. Hetta merkir, at tað ikki vera lesandi, sum fara út at vitja, tí hesi fara so at siga øll heim til Føroyar, tá frítíð ella høgtíð stendur á skránni. Hetta verður gjørt fyri at skipanin skal kunna halda sær uppi, sigur Marin Strøm.



Av tilvild

Hugskotið til hetta átakið kom av tilvild, sigur Marin Strøm. Tað var formaðurin i Reyða Krossi í Føroyum, Suni Winther, sum var í Danmark, tá ein kona knapliga vendi sær til hansara, tí hon hevði varnast, at hann var í einari føroyskari troyggju. Henda kona var komin væl til aldurs, og hon segði seg ikki hava sæð nakran føroying í nógv ár. Hetta fekk formannin í Reyða Krossi í Føroyum at venda sær til tær fýra við tí hugskotinum, at tær skulu kannað, um tað ikki kundi skipast fyri einari vitjunartænastu í Keypmannahavn fyri eldri og sjúkar føroyingar, ið høvdu tørv á at fáa vitjan, sigur Marin Strøm. Ein tílík skipan er heldur ikki heilt ókend úr øðrum londum eitt nú Danmark.

Ætlanin er at fáa hetta at virka innan ikki ov langa tíð, sigur Marin Strøm. Í hesum sambandi biður hon tey, sum kanska kundu hugsað at fingið vitjan ella kenna onkran, sum kundi hugsað at fáa vitjan, at kontakta Reyða Kross. Hetta kann gerast við at ringja til 311391 ella skriva eitt teldubræv til vitjunartaenastandk@hotmail.com.