Kann gerast ein varði í føroyskum vinnulívi

Føroyingar hugsa ikki bara um tað, sum hevur stert. Størsta frambrotinum í føroyskum vinnulívi í ár, stóð ein teldufyritøka fyri

Ársins átak

Ofta verður sagt, at føroyingar hugsa bara um tað, sum hevur stert.
Tað passar nokk so væl. Men tað passar ikki heilt.
Tvørturímóti var tað innnan telduheimin, at tað størsta vinnuliga frambrotið í føroyskum vinnulívi í ár hendi.
Tað heldur í hvussu so er Vinnuhúsið.
Fríggjadagin útnevndi Vinnuhúsið Vaðhorn Seafood á Strondum til at vera ársins virki.
Men samstundis hevur vinnuhúsið eisini gjørt av at heiðra eina aðra fyritøku fyri at hava staðið fyri ársins átaki í føroyska vinnulívinum
Og hendan heiðurin fekk teldufyritøkan Formula. fo í Havn.
Hesin heiðurin verður ikki minni av at tað ikki er á hvørjum ári, at heiðurslønin fyri ársins átak verður latin.

Hava tikið stór tøk
Vinnuhúsið hevur frá fyrsta degi boðað frá, at Føroyar eru so lítlar, at tað verður ikki á hvørjum ári at hendan virðislønin verður latin.
? Men henda trupulleika hava vit ikki í ár, sigur Vinnuhúsið.
Endamálið við ársins átaki er at heiðra eitt virkið ella eitt fólk, sum hevur gjørt eitt serligt átak til frama fyri vinnulívið.
Hóast nakrar vinnugreinar hava havt tað trupult í ár, eru tað eisini nógvar aðrar, ið hava tikið stór tøk.
Nøkur reiðarí hava útvegað nýggj fiskiskip, Norrøna er komin til landið og privat felag hevur sett rættiliga gongd á at vinna orku burturúr vindi.
? Vit hava leingi tosað um alternativar vinnur. Útflutning, sum ikki hevur stert. Men higartil vísa útflutningstølini, at enn hevur tað mest verið talan um tos.
Kortini metir dómsnevndin hjá Vinnuhúsinum, at tað størsta nýskapandi frambrotið í føroyskum vinnulívi í farna árið, hendi í KT vinnuni.
Hetta hendi, tá ið Formula. fo fekk í lag samstarvsavtalu við altjóða risafyritøkuna Siemens um at marknaðarføra og selja eitt serligt forrit, sum føroyska telduvirkið hevur ment

Trýr uppá føroysku fyritøkuna
Talan er um forritið ?Total View?, sum hevur til endamáls at gera alt telefon-samskiftið hjá einum virki við viðskiftafólki nógv effektivari.
Og hendan skipanin er so góð, at enntá Siemens hevur fingið áhuga fyri hana og hevur bjóða sær til at selja og marknaðarføra hana fyri Formula.
? At Formula sleppur inn á sølunetið hjá Siemens, ger, at Formula kann brúka orkuna uppá at støðugt at menna forritið, sum er teirra styrki, samstundis sum Siemens tekur sær av marknaðarføringini, við teimum royndum, tey hava.
Dómsnevndin hjá vinnuhúsinum sigur, at tað sum er serstakt í hesum máli, er. at innan telefonsamskifti, er tað bara ?Total View?, sum hevur hesa støðu hjá Siemens.
Og dómsnevndin heldur, at hetta er eitt avrik, sum er vert at heiðra sum Ársins Átak.
? Fyri føroyskan KT útflutning, kann avtalan við Simens gerast ein varði, sigur dómsnevndin hjá Vinnuhúsinum.

Kollveltir samskiftið
Forritið hjá Formula, sum hevur fingið heitið ?Total View? og sum Siemens hevur átikið sær at selja, er eitt forritt, sum kollveltir telefonsamskiftið ímillum eina fyritøku og viðskiftafólkini hjá fyritøkuni.
Í stuttum er hetta gjørt við at tann sum tekur telefonina sær á telduni, hvør tað er sum ringir.
Á telduskerminum sæst millum annnað eisini, hvør í fyritøkuni síðst hevur tosað við hetta fólkið og um tað starvsfólkið, tað vil hava fatur á, er í húsinum, um tað er bundið, ella um tað situr á fundi.
Møguleiki er eisini at víðaristilla telefonina til fartelefonina hjá starvsfólkinum. Og skal boð leggjast til starvsfólkið, tí tað ikki er at hitta júst tá, ger teldan av sær sjálvum ein teldupost kláran til starvsfólkið um at ringja til hetta fólkið, ið hevur ringt.
Úrslitið av skipanini er betri arbeiðsumhvørvið, betri tænasta til viðskiftafólkini, lægri kostnaður og størri smidleiki.