bíðað verður eftir, at nýggir høvuðsmotorar verða settir í. - Skipini hava nú verið á beding í 10 dagar, og vit vænta, at arbeiðið fer at taka einar 6-7 vikur. Skipini verða tí ikki klár at loysa aftur, fyrr [...] maður og óføra álítandi at rinda hýru til tíðina. - Tað er so nógv hugaligari hjá monnum at sigla, tá eingir trupulleikar eru við hýruni, og hon kemur, tá hon skal. Hetta hevur nógv at siga fyri trivnaðin [...] Vestmanna. - Kanadiumenn vildu hava fleiri inuittar við, soleiðis at vit kundu læra teir upp við at arbeiða rækjur, arbeiða á dekkinum og at bøta trol. Einir 12-13 mans vóru við hesum skipi, og rækjurnar
staðfestir, at kvinnurnar verða frægari umboðar á tingi – og tað kann merkja, at vit fara at hava einar 10-12 kvinnur á tingi eftir løgtingsvalið. At enda kunnu vit draga ta niðurstøðu, at tað verður valla [...] Men vit eiga at geva gætur, at Tjóðveldið onga framgongd hevði til hetta valið – men stóð í stað á 25,4%. Hetta tykist at vera magiska markið hjá Tjóðveldisflokkinum – og tað hevur víst seg, at meðan flokkurin [...] fekk Javnaðarflokkurin bara seks tingsessir, og tað eigur at geva løgmanni og hansara fólki stoff til eftirtanka. Vit eiga eisini at hava í huga, at stóra framgongdin hjá Miðflokkinum lættliga kann gerast
grannum. Ikki minni er tað týdningarmikið at fáa okkum sjálvi at viðurkenna, at vit eru eitt North Atlantic Resource Centre og her ígjøgnum at fáa føroyskar fyritøkur at gera seg sjónligar og áhugaðar á marknaðinum [...] i frá Vinnumálastýrinum: -At Føroyar eru eitt útjaðaraøki er nakað, sum vit sjálvi gera av. Vit hava trúð og trúgva upp á Føroyar sum ein miðdepil, og at tað hevur týdning at gera henda depilin kendan [...] fyritøkur boðað frá luttøku. 5 fyritøkur fara at hava egnan bás á felagsbásinum, meðan hin 7 fyritøkurnar fara at brúka felagsbásin sum upplýsingarbás og »meeting-point« at hitta verandi og framtíðar kundar. Um
Nam. Men í Cambodia varð so ófriðaligt, at teir hava tikið seg aftur fyribils. Ringur infrastrukturur Ein fyritreyt fyri, at ídnaður kann mennast í einum landi er, at infrastruktururin er nýtiligur. »Hann [...] og fær eisini betri fólk.« Kenneth Rasmussen sigur, at fólkið sum heild er illa útbúgvið, men tey eru kortini røsk at arbeiða. Hann heldur ikki, at tey taka tað so tungt, um arbeiðið, tey gera, ikki sær [...] er at vera úti um seg. Stuðul fáa tey annars ongan, sigur Kenneth. Eisini skúlagongdin er góð, sum vanligt er í kommunistiskum londum. 80% av fólkinum duga bæði at lesa og skriva. Kenneth sigur, at tað
fyri, læt Meinhard læknan vita, at hann als ikki ætlaði sær at gevast á hendur. Uttan at fara niður í smálutir við sjúkugongdini hjá Meinhardi, gjørdu hann og konan nú av at lata systir hansara yvirtaka húsini [...] er tað gott at hava okkurt at fara upp til. - Umframt handilin, sum eg havi at síggja til, vóru fimm dagar við posti fyri ikki so nógvum árum síðan. Tá var tað bara leygardag og sunnudag, at eingin postur [...] hevði á orði, um Meinhard ikki hevði hug at lata handil upp í bygdini. - Hesin bað meg vælsignaðan koma at hjálpa teimum, nú handilin í bygdini var stongdur, men satt at siga hevði eg slett ikki hugsað tankan
skjótt, at tað ikki fór at ganga millum hana og pápan at børnunum, men av tí at hon longu tá var við barn aftur, valdi hon at fara heimaftur til Føroya. Einsamøll mamma við tveimum børnum - At fáa tvey [...] lívsuppgávuna vera at vera mamma - Malan hevur gjørt lítið við at spæla nakað ljóðføri, áðrenn hon fór á Læraraskúlan, men hon fær nógv, góð hugskot at skriva tónleik, tó at hon dugir ikki so væl at fáa tað fram [...] tí at hon kundi velja tónleik sum serlærugrein. Tað, at hon ikki hoyrist syngja so oftani alment, merkir ikki, at hon hevur lagt tónleikin á hillina. Hann er framvegis høvuðsáhugamál hennara, tó at tað
tekur skap Christian byrjaði sum 7 ára gamal at leika við HB, tá ein vinur lokkaði hann at koma at venja innandura. Tað dámdi honum so mikið væl, at hann helt á at venja. Sum 12 ára gamal varð hann úttikin [...] hampuliga skjótur, dugir væl at lesa spælið, og at hann torir at gera ting á vøllinum, sum fáir tora. Sáttmálin hjá Christian gongur út í summar, og stórur áhugi er millum feløg at fáa hann til sín. Tað er [...] foraði UEFA reglur fyri tí. Tær siga, at ein skal verða 16 ár fyri at skriva undir yrkissáttmála. Ein serliga avtala kom í lag millum partarnar, sum innibar, at Christian fór til Ongland annað hvønn mánað
trupuleiki at fingið tær ymisku ættirnar at rinda fyri at halda gravirnar hjá teirra egnu. Tá tað eru nógvir eftirkomarar, er eingin einstakur, sum kennir seg at hava ábyrgd. Men um skipað varð fyri at fáa teir [...] teir at lata eina eina upphædd hvør til endamálið at varðveita minnið um teirra forfedrar, hevði neyvan nakar borið seg undan. Býráðið kundi tikið stig til at skipa fyri hesum. Eisini eigur at verða roynt [...] ein eggjan til, at kommunan tekur stig til at seta meira orku av til gamla kirkjugarð í Havn. Hetta er ein einastandandi møguleiki at fáa sett havnarfólki eitt virðiligt minni og at vekja søguáhugan
sum ynskir at síggja okkara trummuleikara naknan, skemtar Anderson. - Mær dámar at vera í náttúruni. Men í morgun tá eg vaknaði helt eg, at føroysku myndugleikarnir høvdu gloymt at gjalda, so at realityshowið [...] sum heild, har tað er trupult at finna dygd og ektaða vøru, men hann metir, at vit í Føroyum møguliga hava møguleikar fyri at koma at góðum mati, men annars er tað so, at fólk lata eyguni aftur og fara [...] Anderson. Sagt verður um Jethro Tull, at disiplin er ein orsøk til, at teir halda enn. - Tað er rætt, at manningin hevur sjálvdisiplin, eg meini, teir duga sjálvir at fara upp á morgni og teir skulu ikki
ningi: tær trúgva, at bíblian er lýtaleys, eitt haldgott fundament, at Jesus reis upp hinum deyðu, at Gud hevur gjørt okkum sátt við seg, at Jesus kemur aftur o.s.fr. Neyðugt er at undurskoða okkara fatan [...] skilja atferð teirra, er neyðugt at hava í huga, at menningarlæran og bíbliukritikkurin (liberalgudfrøði), sum førdi fram, at bíblian var ikki Guds orð, høvdu stóru framgongd í hesum tíðarskeiði. Fund [...] Hvat er endamálið við at vísa á so nógvar definitiónir? Endamálið er at geva lesaranum eina fatan av, hvat orðið merkir og hvat tað ikki merkir. Niðurstøðan av øllum definitiónum er, at fundamentalisma snýr