Alduorkuverkið flytast úr Vágum í Sandoy

Alduorkufelagið Sewave hevur slept ætlanunum um at byggja alduorkuroyndarverk í Nípuni í Vágum og ístaðin avgjørt at byggja royndarverkið í Søltuvík á Sandoynni. Heimasíðan hjá SEV sigur, at hetta upplýsir stjórin í Sewave, Ólavur Gregersen, í takkarskrivi í dag til tey, sum vóru á kunningarfundinum í Norðurlandahúsinum í vikuni.

- Tilsøgn er fingin til vega frá Sands kommunu og frá teimum, sum eiga lendið og tí verður royndarverkið bygt á Sandoy.

Landsbyggifelagið hevur gjørt nýggjar kanningar í berginum sunnanfyri Søltuvík, og har eru støð, sum eru vælegnað til royndarverkið

Fíggingin er tó stóra avbjóðingin, tí tað kostar einar 45 milliónir at byggja eitt alduorkuverk upp á eitt MW. Hinvegin hava SEV og ES givið tilsøgn um at fíggja helvtina.

Ólavur Gregersen leggur tó dent á, at verður ikki farið undir verkætlanina í ár, kunnu vit ikki vænta, at ES stendur við játtanina longur

Harafturat hevur samskifti verið við landsstýrið og politisku flokkarnar um at stuðla í sama mun sum ES, møguliga yvir 2-3 ár. Somuleiðis hevur samband verið við útlendskar íleggjarar um at seta umleið 15 mió. kr. í verkætlanina. Talan er um elfeløg í Skotlandi, Portugál og Danmark.

Sewave vónar, at politiska skipanin í Føroyum fer at standa við sítt orð og stuðla verkætlanina, men tað hevur gingið strilti Í 2008 vóru 300.000 játtaðar til Sewave. Í fjør fekk felagið ikki eitt oyra og í ár hevur felagið søkt um stuðul av játtanini til alternar orkuverkætlanir og vónandi fæst svar um einar tvær vikur.