Skála er farið undir bjargingarroynd

Eftir sera soltnan fyrsta part av kappingini hava úrslitini hjá skálamonnum nógvu tær seinastu ferðirnar verið so góð, at tað nú er ikki so lítið sannlíkt, at tað skal eydnast teimum at sleppa undan niðurflyting

Fótbóltur

 

Tað gekk av skriðuni hjá Skála í fyrsta partinum av kappingini. Í fýra teimum fyrstu umførunum vunnu teir einki stig, og tað var ikki fyrrenn í 7. umfari, at teir fyri fyrstu ferð vunnu fulla úrtøku. Síðani hevur gingið støðugt rætta vegin, og eftir sigurin á heimavølli ímóti MB, er Skála bara trý stig frá at lyfta seg upp um niðurflytingarstrikuna.

Í toppinum endaði tað við javnleiki á Vágseiði, har B71 vitjaði VB/Sumba. Sandoyingar vóru væl nøgdir við 1. hálvleik, men eftir steðgin høvdu heimamenninir fleiri møguleikar at avgera sær til fyrimunar, uttan at teir tóku av.

TB misti týdningarmikil stig í kappingini um uppflyting, tá ið teir næstbestu hjá HB í Gundadali vunnu 3-2.

Burtursæð frá teimum fýra fremstu – VB/Sumba, B71, TB og HB – eru øll hini í vanda fyri at enda undir niðurflytingar strikuni. Tað resta fimm umfør, og at MB legði rygg til 5-1 tap á Skála ber við sær, at teoretiski møguleikin hjá MB at varðveita sessin í næstbestu deildini er burtur.

Víkingur og NSÍ áttu at hava spælt í Runavík. Av serligum orsøkum var grannauppgerðin útsett. Við góðu gongdini hjá Skála er tað møguleiki fyri, at bæði NSÍ og Víkingur rættuliga kunnu brenna seg í botninum. Tí fer útsetta grannauppgerðin at hava serligan týdning.

23. umfar verður leygardagin. Tá sær skráin soleiðis út: TB-Skála, Víkingur-B71, B68-NSÍ, FC Hoyvík-VB/Sumba og MB-HB.