Nýggi próvtalsstigin, tann sokallaði 7-talsstigin, sum skal avloysa verandi 13-tals stigan, verður settur í verk frá skúlaársbyrjan 2011. Tað boðar Mentamálaráðið frá. Á skúlaleiðarafundinum 22.januar kunnaði Helena Dam á Neystabø um, at frá skúlaársbyrjan í 2011 verða nýggjar námsætlanir settar í verk í øllum lærugreinum frá 1.flokki í fólkaskúlanum til endan á vinnu- og miðnámsútbúgvingunum, og námsfrøðilig stevnumið verða ásett fyri dagstovnaøkið.
Seinastu tvey árini hava fleiri enn 50 bólkar av virknum lærarum úr øllum skúlaverkinum arbeitt við at gera uppskot til nýggjar námsætlanir frá fyrsta flokki til miðnám.
Í september og oktober 2009 varð skipað fyri hoyringar- og kunningarfundum kring landið. Í fleiri førum er víst á, at tørvurin á nýggjum námsætlanum er stórur. Mentamálaráðið hevur sett eina ritstjórn at viðgera tilfarið, sum komið er frá skúlunum, og at ritstjórna teimum umleið 50 uppskotunum til nýggjar námsætlanir.
Í ritstjórnini eru John Dalsgarð, ritstjóri, Sólvá Jónsdóttir, lærugreinaráðgevi og Mortan Zachariassen, formaður fyri námsætlanararbeiðið.
Á skúlaleiðarafundinum segði landsstýriskvinnan millum annað, at tað hevur stóran týdning at tryggja, at námsætlanirnar fáa eina gjølliga viðgerð, áðrenn tær verða settar í verk.
Tí er tað skilabest at lata ritstjórnina fáa hetta árið til arbeiðið. Førleikamálini í námsætlanunum og nýggi próvtalsstigin fylgjast, og verða tí sett í verk samstundis í august 2011.
Eg vil á henda hátt tryggja, at lærarar fáa stundir til at fyrireika seg væl til nýggju námsætlanirnar og próvtalsstigan, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í Mentamálum









