Christian skal bjóða Høgna av

Í annaðkvøld er freistin fyri at seta fram uppskot til nevndarval í FSF lokin.

Líka síðani fundin, sum feløgini høvdu í heyst, tá málið um aðalskrivaran skuldi loysast, hevur verið greitt, at broytingar vóru í væntu, og nú teknar myndin av hesum broytingum seg spakuliga.

Enn er ikki heilt greitt, júst hvørjar broytingarnar verða. Men feløgini høvdu fund um hetta leygardagin, og sum skilst vil ein stórur partur av feløgunum hava, at øll nevndin verður skift út. Tað vil siga, at teir, sum standa fyri vali hesaferð, verða skiftir, meðan restin verður skift á komandi aðalfundi.

 

Sum skilst, so er talan í øllum førum um tvey uppskot til forsetavalið, og annað av hesum skal vera Christian Andreasen, advokatur.

Christian Andreasn var eisini í uppskoti til forsetasessin í 2004, tá tøki sessurin eftir Dánjal Andreasen skuldi mannast. Ta ferðina hildu tey flestu at neyðugu atkvøðurnar vóru tryggar, men tá talt varð upp, hevði Óli Holm vunnið ein hampuliga greiðan sigur. Ein hending, sum hevur fingið Christian Andreasen til treytaleyst at krevja, at hann hevur vissu fyri uppbakningini, áðrenn hann tekur av einum tilboði um at stilla upp.

 

Sitandi forsetin, Høgni í Stórustovu, segði í gjár við 3-2, at hann eisini ætlar at stilla upp til valið, sum verður um 11 dagar.

 

Enn er tó ikki full semja um nevndarvalið, og tí fundast feløgini aftur í morgin, og har verður vónað, at endalig greiða fæst á uppstillingini.