Bridge sigur nei til Terry

Í einum tíðindaskrivi í vikuni, boðaði vinstri bakkurin hjá Manchester City, Wayne Birdge, frá at hann ikki er tøkur til enska landsliðið fyribils. Hann sigur í tíðindaskrivinum, at hann hevur hugsað leingi um støðuna. Bridge er komin til tað niðurstøðu, at tað er best fyri landsliðið um hann ikki er ein partur av liðnum. Hann vil ikki skapa órógv í hópinum, og ynskir teimum góða eydnu í Suður Afrika í summar.

 

Hetta kemur illa við hjá enska landsliðsvenjarinum, Fabio Capello, sum longu hevur Ashley Cole langtíðarskaddan. Tað er enn ivasamt um Cole, ið er fyrsta val á vinstra bakkinum, verður tøkur tá HM byrjar. Capello sigur, at hann virðir avgerðina hjá Bridge, men sigur at hurðin stendur opin, skuldi Bridge umbestemma seg. Capello vísir eisini á, at tað eru tríggir mánar til endaliga HM úttøkuna.

 

Wayne Bridge og John Terry vóru góðir vinmenn, til tað fyri einum góðum mánað síðani kom fram, at John Terry hevði verið saman við eks damuni hjá Bridge. Hetta kostaði millum annað John Terry liðskiparabandið á enska landsliðnum, og at síggja til ein góðan vin.

 

Leygardagin sleppur Wayne Bridge tó ikki undan at heilsa uppá fyrrverandi vinmannin. Tá bjóða John Terry og Chelsea vælkomin til Wayne Bridge og Manchester City í Premier League. Nógvar gitingar eru frammi um, at Bridge ikki fer at taka í hondina á Terry, tá spælararnir skulu heilsa uppá hvønn annan áðrenn dystin.