síðani varð ljós av álvara varpað á fátækadømið í Føroyum, ikki minst gjørdu vit í Miðlahúsinum nógv burtur úr at lýsa støðuna. Úrslitið var, at ímóti ársenda í fyrrárið samtykti Løgtingið at lata teimum familjum [...] Talið á fátækum familjum í Føroyum er ikki lækkað hetta seinasta árið. Í øllum førum eru tað heldur fleiri familjur, sum fáa tað serliga familjuískoytið fyri fátækadømi nú, enn tað vóru fyri einum ári [...] samgongan hevur sett í verk, hava hjálpt, eitt nú er lestrarstuðulin hækkaður. Og tey tóku tað eisini sum prógv fyri, at støðan var ikki so vánalig, sum Miðlahúsið vildu gera tað til. Men í veruleikanum er
og hevur ikki í sinni at geva upp hóast mótgongd seinastu tíðina í Newcastle. Newcastle er stórt og spennandi Tað er ein fegin Jóan Símun Edmundsson, ið hevur longt sáttmálan við stórfelagið í Norðuronglandi [...] soleiðis segði Jóan Símun, tá Sosialurin í desembur mánaði í 2010 var og vitjaði hann, tá hann gekk framvið nøkur av teimum ídnastu Newcastle viðhaldsfólkinum, sum ikki kendu hann aftur. Hóast tað varð sagt [...] spennandi felag. Bara tað at sleppa at halda fram í eitt ár er gott, sigur Jóan Símun. Tá hann skrivaði undir við felagið í fjør, stóð báðum pørtum í boði at leingja sáttmálan við einum ári. Tí møguleikum
mál í mótálopum. Ikki minst Finnur Justinussen og Atli Gregersen høvdu risa stórar møguleikar, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa fleiri mál. 1-0 tapið er tað triðja KÍ tapið á heimavølli upp í slag [...] vandamikil í mótálopum. Finnur Justinussen og Atli Gregersen hjá Víkingi hava havt sera stórar møguleikar, men tað hevur ikki eydnast teimum at umseta til mál. KÍ hevur verið vandamikið - ikki minst í deyðb [...] deyðbóltsstøðum - men higartil hevur tað ikki eydnast at fáa mál. --- 65 min. 0-1 Klaksvíkingar løgdu fyri eftir steðgin í somu øði, sum teir endaðu 1. hálvleik í, men sum 2. hálvleikur er liðin, er trýstið
sum í heimlandinum átti at vera advokatur, men í Føroyum arbeiddi hon í fiski. Tað eru óivað nógv tílík dømi sum hetta, har útlendingar, kanska serliga útlendskar kvinnur, ið hava fingið sær maka í Føroyum [...] politikarum í 2010, tí fólkavøkstur skapar búskaparvøkstur. Men í øllum tosinum um at fáa føroyingar heim aftur á klettarnar, hava vit lyndi til at gloyma tað fólkatilfeingið, íð vit hava í Føroyum. Føroyingar [...] seyð og annað tilfeingi, men vit eru ikki serliga dugnalig til at røkta og gagnnýta tað fólkatilfeingið, sum í Føroyum býr, bæði tá tað snýr seg um føroyingar í Føroyum og teir útlendingar, ið her búleikast
fyri 2009 var í gerð, skrivar fíggjarnevndin í kontutekstinum, eftir upplýsingum frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, soleiðis: “Mett verður, at nýtslan verður okkurt um 29 mió. kr. í 2009. Hetta er [...] men har fekk hann ikki politiska undirtøku fyri hesum. Harvið var greitt fyri øllum, at trot kom í játtanina viðvíkjandi inntøkutrygd seinri í árinum. Hóast hetta ger landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum [...] tí eigur stígur av hesum slagi ikki at koma fyri. Hetta eru javningar, sum í hesum døgum eru lágmarkið fyri at vera til hjá monnum, hvørs inntøka hevur verið í lakara lagi í longri tíð, tí mega vit finnast
meira avgjørdir. Tað tók heldur ikki meira enn góðar 10 minuttir, áðrenn hol kom á. Fríspark varð sent innfyri, og í dysti við Gunnar Haraldsen stútaði Bergur Midjord bóltin í egið mál. Og so var tað fyri [...] vøllin longu undan steðginum, men hóast umskipanin fekk Jákup á Borg meira við í spælið, so kom ikki av álvara nakað bit í hjá unga B36-liðnum. Heldur lúrdi vandin fyri, at heimaliðið fekk økt um leiðsluna [...] var heimaliðið mest sum einsamalt um at vísa. B36 hevur á sínum liði ikki færri enn fimm U21-spælarar, og tí er einki at ivast í, at fótbóltsevnini á liðnum eru framúr. Men tað merkir eisini, at liðið
skerst ikki burt, at pengar mangla í hjá løgmanni. Staðfestingin av, at hann ikki fekk blokkstuðulin hækkaðan við 200 milliónum krónum – og vitanin um, at hann heldur ikki fær tað í komandi [...] hevur rundan um seg í Tinganesi, í óðum verkum at lækka blokkin fyri skjótt 10 árum síðani, so vendst ikki aftur. Tað er bara so. Hann hevur sjálvur sum løgmaður góðtikið hetta í fleiri ár. Tí kann [...] aðrar tankar. Tað ber ikki til at byggja land í Føroyum við at vóna, at vit kunnu fáa pengar forerandi frá øðrum. Tað er gingið upp fyri løgmanni. Og hóast hann hevur rætt í, at tað var skeivt av
hvørjum øðrum. Londini vilja jú hvør í sínum lagi fáa stundir at fyrireika fiskiskapin, sum verður í summar og í heyst, í góðari tíð. Jacob Vestergaard vil annars ikki siga nakað ítøkiligt um, hvat tilmælið [...] Men leiklut hevur uttanlandsnevndin so í hesum máli? - Uttanlandsnevndin hevur sum so ikki so ógvuliga stóran leiklut í sjálvum samráðingunum. Tann partin hevur í fyrsta lagi útinnandi myndugleikin, sum [...] ráðini ella ikki, sigur formaðurin í uttanlandsnevnd løgtingsins. Kann draga út Vit spurdu eisini Jacob Vestergaard, um tað er hugsandi, at samráðingarnar um makrelbýtið, sum verða í Bergen í døgnum, 25
umsóknir komu inn í ár, og útvið 500 familjur søktu um jólahjálp. Eftir drúgva viðgerð hevur nevndin fyri Í menniskjum góður tokki tikið avgerð um, hvør fær jólahjálp og ikki. 444 familjur fingu játtað jólahjálp [...] eini hjálpandi hond. Í einum fátalið av umsóknunum vóru aðrar orsøkir so sum sjúka o.a. sum gjørdi, at familjan var í eini truplari støðu. Vit hava umvegis umsóknirnar fingið innlit í 100 tals familjur [...] fyri, hvussu lítið ein familja skal hava fyri at lívbjarga sær í føroyska samfelagnum. Vit kunnu ikki longur lata sum um, hesar familjur ikki eru til, og tað kann á ongan hátt verjast at politiski myndugleikin
hertók vaglið í Havanna frá kapitalistunum, tað eg veit, høvdu hann og Che ongan jólamann við sær. Teir skipaðu heldur ikki fyri barnaundirhaldi. Hjá teimum var álvarin størri í tí, teir vóru í holt við. Men [...] gav ongan fløva í politiska kuldanum og vátakavanum. Jólaborðhaldseftirskjálvtar. Eingin øsing, bara prát og hugni og jólamenn, sum vóru tað einasta reyða í hesum hildarleiki. Ikki sum í Reykjavík, har [...] barrikadurnar, sum ikki eru har. Einastu gøtubyrgingar, sum vóru í námind av Vaglinum, vóru tær, sum politiið ella kommunan við stórari vælvild settu upp fyri at forða bilum í at koyra inn í múgvuna. Vit vita