Jóan Símun heldur fram í Newcastle

Ungi toftamaðurin við ljósa hárinum heldur fram í Premier League felagnum í eitt ár afturat. Jóan Símun Edmundsson hevur tikið seg nógv fram, men er vónbrotin av framgongdini seinasta hálva árið, so nú er hann tendraður at berjast við teir stóru um fyrstaliðsfótbólt

– Tey fara at kenna meg, soleiðis segði Jóan Símun, tá Sosialurin í desembur mánaði í 2010 var og vitjaði hann, tá hann gekk framvið nøkur av teimum ídnastu Newcastle viðhaldsfólkinum, sum ikki kendu hann aftur. Hóast tað varð sagt við einum smíli, so býr ein sannleiki aftanfyri útsøgnina, tí Jóan Símun er málrættaður og hevur ikki í sinni at geva upp hóast mótgongd seinastu tíðina í Newcastle.

Newcastle er stórt og spennandi
Tað er ein fegin Jóan Símun Edmundsson, ið hevur longt sátt­málan við stórfelagið í Norður­onglandi, Newcastle.
– Eg eri glaður fyri at hava longt sáttmálan. Newcastle er eitt stórt og spennandi felag. Bara tað at sleppa at halda fram í eitt ár er gott, sigur Jóan Símun. Tá hann skrivaði undir við felagið í fjør, stóð báðum pørtum í boði at leingja sáttmálan við einum ári. Tí møguleikum hava partarnir valt at taka av.

Vil spæla 1.liðs fótbólt
– Vit byrja at venja fyrst í juli, so tá fari eg aftur til Newcastle. Planin er at sleppa at spæla 1. liðs fótbólt hetta kappingarárið og tað inniber helst at eg skal útleigast, men nú fáa vit líka síggja hvat venjarin sigur undir uppstartinum, sigur Jóan Símun í telefonini av Toftum.
Jóan Símun varð eitt skifti sein­asta kappingarár útleigaður til Gates­head, sum spælur í fimtbestu deildini í Onglandi. Teir vóru tríggir úr Newcastle, ið blivu útleigaðir sam­stundis. Hinir báðir hildu fram eftir einum mánaði í felagnum, meðan Jóan Símun fór aftur til Newcastle. Nú er so líkt til, at hann aftur skal útleigast, men vónandi til eitt hægri støðið enn fimtbestu deildina.

Mótgongd í seinastuni
Fyrstu tíðina gekk væl hjá Jóan Símuni í Newcastle og hann var fastur maður á eykaliðnum. Men síð­ani venjaraskiftið í felagnum hevur ikki hepnast eins væl. Hann hevur sitið uttanfyri til fleiri dystir.
– Eg havi flutt meg langt sum fótbóltsspælara síðani eg kom til Newcastle, men seinasta hálva árið havi eg ikki flutt meg nóg nógv, sigur Jóan Símun og leggur afturat:
– Nú eri eg bara uppsettur upp á at flyta meg víðari sum fót­bólts­pælari tá eg fari aftur til Newcastle«

Órutinera gul kort
Jóan Símun mátti sita uttanfyri, tá Føroyar vunnu á Estlandi týs­kvøldið á Svangaskarði, tí hann hevði leikbann.
– Tað sjálvandi stuttligt at síggja liðið vinna, men tað er ikki tað sama sum tá tú sjálvur ert á vøllinum, sigur Jóan Símun.
Hann fekk sítt seinna gula kort móti Slovenia og mátti tí sita uttanfyri.
– Tað er sjálvandi keðiligt at sita uttanfyri og tá eg hyggi aftur á bæði gulu kortini, so dugi eg eisini at síggja, at eg kundi komið uttan um tey. So við eitt sindur meiri royndum, so hevði eg nokk ikki fing­ið hasi bæði gulu kortini, sigur skjótt 20-ára gamli framherjin.

Heldur formin við líka
Í løtuni hevur Jóan Símun summar­feriu og hevur í eina viku tiki sær av løttum, men so lætt sleppur hann ikki restina av feriuni.
– Eg havi fingið eina skrá frá Newcastle, ið eg skal fylgja meðan eg eri heima. Tað fari eg sjálvsagt at fylgja og møguliga gera eitt sindur eyka eisini, sigur framherjin, sum skal aftur til Newcastle fyrst í juli.