ODDAGREIN: Tilfeingisgjald í eygsjón

Tað eru fleiri tekin um, at okkurt slag av til­feing­is­skatti verður sett í verk í sam­bandi við makrel­fiski­skap­in í summ­ar.

Tá løg­mað­ur av sín­um ein­ting­um send­ir síni sjón­ar­mið út um­veg­is heima­síð­una hjá Løg­mans­skriv­stov­uni um, at vit sein­astu ár­ini eru kom­in í eina nýggja støðu við­víkj­andi makrel­i­num, har hann vísir á, at risa virði eru í makr­el­i­num, og at vinnan er sinnað at lata til­feing­is­gjald, so kann tað bara verða tek­in um, at løg­mað­ur er við at venda aft­ur til ta støðu, sum hann og Jóhan Dahl høvdu í minn­i­luta­lands­stýrinum síðsta summar.

Løgmaður vísir á, at vit noyðast at seta okk­um spurningin, um tað ikki er rætt at taka eitt til­feing­is­gjald fyri makrel­in heldur enn at senda fólk til hús í hóp­a­tali, sum aftur merkir verri tæn­astu til borgaran.

Í somu grein á heimasíðu løg­mans sig­ur hann seg fegnast um, at hall­ið á fíggj­ar­lógini sambært álit­i­num frá fíggj­ar­nevnd­ini kem­ur niðu­r á 361 mill­i­ónir krón­ur, og so vís­ir hann á yms­ar spar­ing­ar og ra­ti­o­nal­i­ser­ing­ar, sum lands­s­týr­ið hev­ur gjørt.

Men tað skerst ikki burt, at peng­ar mangla í hjá løg­manni. Stað­fest­ing­in av, at hann ikki fekk blokk­stuð­ul­in hækk­að­an við 200 mill­i­ón­um krón­um – og vit­an­in um, at hann held­ur ikki fær tað í kom­andi ári ella næsta ár aftur ella nakr­an­tíð aft­ur, hev­ur helst fing­ið løg­mann upp á aðrar tankar.

Tað ber ikki til at byggja land í Før­oyum við at vóna, at vit kunnu fáa peng­ar for­er­andi frá øðr­um. Tað er ging­ið upp fyri løg­manni. Og hó­ast hann hev­ur rætt í, at tað var skeivt av øll­um has­um fólk­u­num, hann hevur rundan um seg í Ting­anesi, í óð­um verk­um at lækka blokk­in fyri skjótt 10 árum síð­ani, so vendst ikki aftur. Tað er bara so. Hann hevur sjálvur sum løg­mað­ur góð­tik­ið hetta í fleiri ár. Tí kann hann bara verða gjørdur til lát­urs, meinti hann hetta, so skuldi hann gjørt bein­an­veg­in. Tað er bara flokk­ur løg­mans og Javn­að­ar­flokk­ur­in, sum eru »ó­sek­ir« í hes­um. Men hetta slag­ið tapti løg­mað­ur – eis­ini inn­an­hýs­is í sam­gonguni, sam­bært Bárði Nielsen.

Áhugavert verður tó at síggja, hvør semja kann fáast um eitt til­feing­is­gjald. Javn­að­ar­flokk­ur­in hevu­r síð­ani val­ið havt sera ó­greið­ar og bein­leið­is frus­tr­er­andi út­sagn­ir um til­feing­is­gjald, sum hann fyri val­ið tók und­ir við. So vil Fólka­flokk­ur­in ikki, so mugu Tjóð­veldi og Fram­sókn enn eina­ferð verða álitið hjá sam­bands­løgmanni.

Men sum áður nevnt, so skyldar Fólka­flokk­urin løg­manni nógv. Kanska nóg mik­ið til at slaka við til­feing­is­gjald­i­num...