Fótbóltur
Størsta partin av árinum hevur 07 Vestur sitið tungt á botnsessinum, men sunnudagin tóku teir eitt stórt fet rætta vegin. Eitt var, at tey trý stigini virkaðu til at vágamenn otaðu seg upp um KÍ á stigatalvuni. Størri týdning hevði tað helst, at liðið, sum 07 Vestur vann á, júst er liðið, sum skal fangast aftur, um 07 Vestur skal toga seg upp um niðurflytingarstrikuna.
Ov lítið fight
Tað kundi roknast við, at talan gjørdist um eitt ordans botnbrak, har vilji, fight og intensitetur høvdu meira at siga enn poleraða fótbóltsspælið. Men teir áskoðarar, sum høvdu væntað sær hetta, fingu annað at síggja.
Tí stríðsviljan og ídni at vinna nærdystirnar var heimaliðið mest sum einsamalt um at vísa. B36 hevur á sínum liði ikki færri enn fimm U21-spælarar, og tí er einki at ivast í, at fótbóltsevnini á liðnum eru framúr. Men tað merkir eisini, at liðið kann vera ov lætt at knógva niður á knøini, og fyri tað nógva var tað júst hetta, sum hendi sunnudagin.
Vakra fótbóltsspælið, sum vágamenn hava borðreitt við hóast botnsessin, var ikki so eyðsýnt, men tað sást á øllum brøgdum, at teir meira enn mótstøðan vildu vinna dystin. Teir vóru fyrstir á mest sum øllum bóltum, og tá royndir vórðu gjørdar frameftir, vóru teir eisini nógv meira avgjørdir.
Tað tók heldur ikki meira enn góðar 10 minuttir, áðrenn hol kom á. Fríspark varð sent innfyri, og í dysti við Gunnar Haraldsen stútaði Bergur Midjord bóltin í egið mál.
Og so var tað fyri sovítt sjáldan, at B36 veruliga hótti leiðsluna. Brima Koroma varð sendur á vøllin longu undan steðginum, men hóast umskipanin fekk Jákup á Borg meira við í spælið, so kom ikki av álvara nakað bit í hjá unga B36-liðnum.
Heldur lúrdi vandin fyri, at heimaliðið fekk økt um leiðsluna, og eftir at Tór-Ingar hevði misnýtt gyltan møguleika, eydnaðist tað Tamba at stúta returbólt inn, tá roynd frá Jens Eriki Rasmussen varð blokerað.
Ov lættir
Seinastu løtuna skapti B36 nakað, sum líktist einum veruligum trýsti.
Fremsta orsøkin var tá helst, at 07 Vestur bakkaði dekan ov langt, og hóast B36 væl kundi verið meira beinleiðis, so komu nakrir møguleikar burturúr. Men Trygvi Askham bjargaði frágera væl, tá Koroma skræddi seg leysan av Jón Nielsen, og Jákup á Borg stýrdi sentimetrar út um stólpan, tá hann fekk fótin á innlegg. Og so var annars ov tjúkt fyri. B36 hevði hópin av skotroyndum, men krovini í heimabrotsteiginum vóru nógv og tøtt, og so kom pulsurin ongan tíð heilt av álvara upp har, sum tað var vandamiki hjá heimaáskoðarunum.
Tað skerst ikki burtur, at við eini størri kropsligari styrki, so kundi B36 økt um trýstið á mótstøðuna, men tað er nakað, sum ikki ber so væl til, tá talan er um somikið ungt lið. Men tað er eingin ivi um, at skulu neyðugu stigini vinnast seinastu fimm umførini, so verður neyðugt av álvara at finna arbeiðshandskarnar fram.
Tað hevur 07 Vestur gjørt, og avrikini seinastu vikurnar hava víst, at tað er als ikki so øgiliga nógv, ið bendir á, at vágamenn skulu fara niður. Heldur stigasavnanin fram í somu øði, sum hon hevur gjørt seinastu umførini, so er tvørtur ímóti líkt til, at tað verða B36 og ÍF, sum mugu klandrast um, hvør teirra skal niður.