Talið á fátækum familjum í Føroyum er ikki lækkað hetta seinasta árið. Í øllum førum eru tað heldur fleiri familjur, sum fáa tað serliga familjuískoytið fyri fátækadømi nú, enn tað vóru fyri einum ári síðani.
Fyri tveimum árum síðani varð ljós av álvara varpað á fátækadømið í Føroyum, ikki minst gjørdu vit í Miðlahúsinum nógv burtur úr at lýsa støðuna. Úrslitið var, at ímóti ársenda í fyrrárið samtykti Løgtingið at lata teimum familjum, ið vóru ringast fyri, eitt familjuískoyti.
Í løgtinginum nú ein dagin fegnaðust politikarar um, at talið á familjum, ið fingu hetta serliga familjuískoytið, var lækkað nógv, og tað tóku tey sum prógv fyri, at tey átøk, samgongan hevur sett í verk, hava hjálpt, eitt nú er lestrarstuðulin hækkaður. Og tey tóku tað eisini sum prógv fyri, at støðan var ikki so vánalig, sum Miðlahúsið vildu gera tað til.
Men í veruleikanum er talið á teimum familjum, sum fáa hetta serliga familjuískoytið ikki lækkað hetta seinasta árið, tvørtur ímóti er tað hækkað.
Hallur Thomsen, deildarleiðari á Almannaverkinum sigur, at tann fyrsta juni í ár vóru tað 253 familjur, sum høvdu fingið hetta serliga familjuískoytið, men um somu tíð í fjør var talið 219 familjur.
Hann heldur kortini ikki, at vit skulu taka hetta sum prógv fyri, at talið á fátækum familjum er hækkað, tí hóast familjuískoytið var galdandi í alt fjør, komu fáar umsóknir inn í januar, men so vaks talið á umsóknum mánað fyri mánað, til talið á teimum, sum fingu ískoytið, var komið upp á 219 familjur tann 1. juni í fjør.
Hann vil siga, at hetta vísir, at talið á teimum, sum eru so illa fyri, at tey hava rætt til hetta serliga familjuískoytið, er støðugt, sigur hann. Hann byggir hetta á, at talið á umsøkjarum hevur verið rættiliga støðugt hetta seinasta árið ella so.
Hinvegin eru tað ikki somu familjur, sum fáa alla tíðina, tí familjuískoytið verður latið eftir inntøku, og hækkar inntøkan upp um markið, fellur ískoytið burtur.
– Tað er alt slag av familjum, sum eru so illa fyri, at tey hava rætt til hetta serliga familjuískoytið, men kortini vil eg siga, at tað eru serliga lesandi við børnum, sum eru so illa sperd fíggjarliga, at tey hava rætt til familjuískoyti. Og ein stórur partur av teimum er lesandi, sum eru støk.
Treytin fyri at fáa fult familjuískoyti er, at inntøkan hjá húskinum er lægri enn 200.000 krónur um árið tilsamans, áðrenn skatturin er goldin. Tá er familjuískoytið 18.000 krónur um árið til støk við einum barni.
Hjún, og samlivandi við einum barni, fáa 22.000 krónur um árið. Men so hækkar ískoytið 5000 krónur um árið fyri hvørt barn tey hava afturat tí eina. Men hinvegin, so lækkar familjuískoytið, alt eftir sum inntøkan hækkar og eftir talinum á børnum í familjuni.
Roknistykkið er eitt sindur fløkjasligt, men eitt dømi kann takast um eini hjún við trimum børnum og sum hava eina inntøku upp á 280.000 krónur um árið tilsamans. Tey fáa 8.000 krónur um árið í familjuískoyti.
Eitt annað dømi er ein stakur uppihaldarar við eini løn upp á 280.000 krónur um árið. Hevur hann eitt, ella tvey børn, fær hann einki familjuískoyti, men hevur hann trý børn, fær hann 4.000 krónur um árið.
Umframt inntøkuna, hevur ognin eisini týdning. Er ognin omanfyri 30.000 krónur, ber ikki til at fáa familjuískoyti.
Hallur Thomsen sigur, at í fjør kostaði skipanin fýra milliónir krónur og í ár er hon mett at kosta 4,8 milliónir krónur.










