Talan er um tilvitað drál frá fiskimálaráðharranum og landsstýrinum, nú peningur restar í til inntøkutrygd hjá fiskimonnum og familjur verða raktar. Málið var kent í landsstýrinum fyri 10 mánaðum síðani og varð reist av andstøðuni á tingi í mai mánaða. Tjóðveldi mælir staðiliga landsstýrissamgonguni og landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til í stundini at fáa greiði á hesum máli, soleiðis, at føroyskir fiskimenn kunnu fáa tann pening, sum teir sambært løgtingslógum eiga allan rættin til.??Inntøkutrygd verður goldin við heimild í løgtingslóg no. 112 frá 29. desember í 1998 um minstuløn og dagstudning og løgtingslóg no. 112 frá 13. desember í 2006 um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn. Ongin ivi er harvið um, at útreiðslurnar samsvarandi hesum lógum eru tað, sum vit vanliga rópa fyri lógarbundnar játtanir.? ?Longu táið løgtingsfíggjarlógin fyri 2009 var í gerð, skrivar fíggjarnevndin í kontutekstinum, eftir upplýsingum frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, soleiðis: “Mett verður, at nýtslan verður okkurt um 29 mió. kr. í 2009. Hetta er ein hækking á 10,4 mió. kr. í mun til 2008 vegna minni avreiðingarvirði og vaksandi útreiðslur í fiskivinnuni. Tillagingar í skipanini verða gjørdar fyri at halda játtanina uppá 24 mió. kr.? ?Harvið hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vitað um nú ákomna trupulleikan í hvussu er síðani fíggjarlógin varð samtykt fyri jól í fjør. Á landsstýrisfundi 16. februar 2009 hevur hann gjørt eina roynd at broyta lógargrundarlagið undir inntøkutrygdini, hansara ætlan var at minka hana við 25-30%´um, men har fekk hann ikki politiska undirtøku fyri hesum. Harvið var greitt fyri øllum, at trot kom í játtanina viðvíkjandi inntøkutrygd seinri í árinum. Hóast hetta ger landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum onki við málið. Heldur ikki táið landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur eina eykajáttanarlóg fyri tingið 21. apríl 2009 er inntøkutrygdin nevnd við einum stavi. Tjóðveldisumboðini spurdu Lønjavningarstovuna um útgjaldið, og fingu 28. apríl at vita, at 10,6 mió. kr. av teimum játtaðu 24 mió. kr. longu vóru goldnar út, t.v.s., at greitt var longu tá, at játtanin als ikki kom at halda tað ið eftir var av árinum, og at samlaði tørvurin kom at vera á leið 40 mió. kr.? ?Táið verandi tingseta byrjar á Ólavsvøku kemur heldur ongin umbøn um meirjáttan til inntøkutrygdina, og nú 6 vikur seinri fáa vit brádliga at vita, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur steðgað útgjaldingunum vegna trot á játtanini til inntøkutrygd.? ?Tjóðveldi undrast sáran um framferðina í hesum málinum. Vit kunnu ikki góðtaka, at føroyskir fiskimenn verða hildnir fyri tað turra spott á henda hátt, og átala harðliga niðurgerðingina hjá landsstýrismanninum, um at fiskimenn eru somikið vanir við at bíða eftir sínum hýrum, at hetta eisini man fara at laga seg. Hetta snýr seg um almennar lønir, ásettar samsvarandi løgtingslógum, tí eigur stígur av hesum slagi ikki at koma fyri. Hetta eru javningar, sum í hesum døgum eru lágmarkið fyri at vera til hjá monnum, hvørs inntøka hevur verið í lakara lagi í longri tíð, tí mega vit finnast hvassliga at nonsjalanta stílinum hjá Jacob Vestergaard, táið hann heldur uppá, at tað lítlan og ongan mun fer at gera hjá føroyskum fiskimonnum, um teir ganga lønarleysir í 2-3 mánaðir, ella fram til at ein enn ikki framløgd eykajáttanarlóg, um einar 4-6 vikur, endaliga verður avgreidd frá tinginum.? ?Politiskt drál og dólskni eru atvoldin til ringa standin. Óskiljandi, at landsstýrismaðurin ikki hevur avgreitt málið við eykajáttanarumbøn, beinanvegin táið honum gjørdist greitt, at tørvurin í fíggjarárinum var farin úr 24 mió. kr. til at vera væl omanfyri 40 mió. kr., ella við einum fíggjarnevndarskjali, táið málið enn kundi metast at vera brádliga ákomið.
Høgni Hoydal, formaður
Tórbjørn Jacobsen, næstformaður
Fyri Tjóðveldi