Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum
-----------
Tað hevur verið nógv tosað um týdningin av at fáa føroyingar heim aftur til Føroyar, føroyingar, ið hava tikið útbúgving uttanlands og annars hava vunnið sær royndir eru virðismikið tilfeingi fyri føroyska samfelagið. Hetta má og skal vera eitt tað fremsta áhugamálið hjá føroyskum politikarum í 2010, tí fólkavøkstur skapar búskaparvøkstur.
Men í øllum tosinum um at fáa føroyingar heim aftur á klettarnar, hava vit lyndi til at gloyma tað fólkatilfeingið, íð vit hava í Føroyum. Føroyingar duga væl at gagnnýta fisk, seyð og annað tilfeingi, men vit eru ikki serliga dugnalig til at røkta og gagnnýta tað fólkatilfeingið, sum í Føroyum býr, bæði tá tað snýr seg um føroyingar í Føroyum og teir útlendingar, ið her búleikast. Vit hava umleið 1200 útlendingar í Føroyum, útlendingar, ið eru komnir higar í arbeiðsørindum og onnur, sum hava fingið sær føroyskan maka v.m. Nógv av hesum fólkum hava holla útbúgving ella eru dugnalig í aðrar mátar. Hesi fólkini, kvinnur sum menn, eiga at fáa ein veruligan møguleika á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Fyri jól las eg áhugaverda tíðargrein eftir Páll Holm Johannesen, “Kvinnunar vit gloyma”. Greinin var nokk so sigandi, har m.a. varð greitt frá einari kvinnu, sum í heimlandinum átti at vera advokatur, men í Føroyum arbeiddi hon í fiski. Tað eru óivað nógv tílík dømi sum hetta, har útlendingar, kanska serliga útlendskar kvinnur, ið hava fingið sær maka í Føroyum, ikki fáa møguleika til at brúka sína útbúgving og førleikar fult út. Sum samfelag, við avmarkaðum fólkatilfeingi og avmarkaðum fakligum tilfeingi hava vit ikki ráð til at kasta hesar førleikar fyri borð.
Integratión er eitt must
Ein fyrsta treyt fyri, at útlendingar skulu kenna seg væl í føroyska samfelagnum og tora at bjóða seg fram við sínum førleikum og royndum er ein vælskipað integratión. Hetta orðið hevur verið rættiliga fjarskotið í føroyskum politikki, møguliga skyldast tað, at vit ikki hava havt fult ræði á útlendingaøkinum, men avgjørt ikki nøkur góð grundgeving fyri, at onki er gjørt. Útlendingar, ið koma higar, hava ógvuliga trupult við at finna seg til rættis ta fyrstu tíðina. Tey skilja ikki málið, nøkur av teimum hava enntá sera trupult við enskt. Vit eiga at duga betur at taka móti hesum fólkum, ið ynskja at seta búgv í Føroyum. Eitt uppskot hevði verið at givið hesum fólkum ein “byrjunarpakka”, eina mappu við øllum hentum upplýsingum um grundleggjandi viðurskifti í føroyska samfelagnum, og um hvar man skal venda sær við ymsum spurningum og trupulleikum. Somuleiðis eigur heimasíðan hjá útlendingastovuni at útbyggjast, soleiðis at tilfar og skjøl eru tøk á fleri fremmandum málum.
Í heyst undirskrivaði undirritaða felagslýsing saman við danska integratiónsmálaráðharranum, Birthe Rønn Hornbech, um yvirtøku á útlendingaøkinum. Hendan yvirlýsning sigur, at útlendingaøkið skal yvirtakast í seinasta lagi 1. jan. 2011. Í tí sambandi avgjørdi eg, at orðast skuldi ein integratiónspolitikkur, sum ítøkiliga skal innihalda, hvussu vit skulu handfara útlendingar, ið koma til Føroyar. Arbeiðssetningur er orðaður, og arbeiðsbólkur verður settur fyrsta dagin. Miðað verður eftir, at arbeiðsbólkurin skal verða liðugur við arbeiðið 1. okt. 2010. Ein væleydnað integratión er m.a. at útlendingar skilja og duga at tosa føroyskt. Hetta er ein grundleggjandi fyritreyt fyri, at útlendingar kunnu kenna síni rættindi og skyldur í Føroyum. Nógvir útlendingar hava trupult við at koma framat føroyska arbeiðsmarknaðinum, tí føroyska málið er ein forðan - hetta er ikki gott nokk. Føroyska málið er somuleiðis ein fyritreyt fyri at kenna til føroyska mentan, føroyskan politikk, føroyska rættarskipan, skattaskipan o.s.fr. Hetta eru alt grundleggjandi meginreglur í einum samfelag, sum øll óansæð húðalit og etniskan uppruna hava rætt og skyldu at kenna til.