Málið, sum Hanus Jacobsen skoraði eftir eitt lítið korter, gjørdist sigursmálið hjá Víkingi. Víkingur hevur í dag vunnið 1-0 í Klaksvík. Einasta málið skoraði vinstri vongverjin hjá Víkingi, Hanus Jacobsen, tá ið hann eftir innlegg úr høgru var leysur við nærra stólpan.
KÍ royndi at trýsta, og seinnapartin av 1. hálvleiki vísti heimaliðið fótbóltsspæl av sovornum slagi, sum teir ikki hava víst leingi.
Hjalgrím Elttør var fremstur á KÍ liðnum, men tað eydnaðist ongantíð honum ella nøkrum øðrum at fáa mál.
Víkingur spældi við stórum taktikskum snildi, og gestirnir høvdu risa møguleikar at fáa mál í mótálopum. Ikki minst Finnur Justinussen og Atli Gregersen høvdu risa stórar møguleikar, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa fleiri mál.
1-0 tapið er tað triðja KÍ tapið á heimavølli upp í slag, og 1-0 sigurin var tann triði hjá Víkingi á rað.
KÍ-Víkingur 0-1 (0-1)
0-1: Hanus Jacobsen 15.
Dómari: Dagfinn Forná
KÍ: Gunnar á Steig - Rudolf Eliasen, Oddmar á Lakjuni, Sørmundur Kalsø, Jógvan Isaksen - Kristoffur Jakobsen, Nenad Stankovic, Høgni Madsen, Philip Djordjevic (Álvur F. Christiansen, 60.), Henry Heinesen (Sámal á Tjaldrafløtti Olsen, 78.) - Hjalgrím Elttør
Gult kort: Jógvan Isaksen, Sørmundur Kalsø
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar (Ingi Sørensen, 87.), Kaj Leo í Bartalsstovu (Hjartvard Hansen, 90.), Niclas Niclassen, Evrard Blé - Símun Hansen (Hans Jørgen Djurhuus, 60.), Finnur Justinussen
Gult kort: eingin
---
75 min.
0-1
KÍ roynir at trýsta, og Víkingur er sera vandamikil í mótálopum. Finnur Justinussen og Atli Gregersen hjá Víkingi hava havt sera stórar møguleikar, men tað hevur ikki eydnast teimum at umseta til mál.
KÍ hevur verið vandamikið - ikki minst í deyðbóltsstøðum - men higartil hevur tað ikki eydnast at fáa mál.
---
65 min.
0-1
Klaksvíkingar løgdu fyri eftir steðgin í somu øði, sum teir endaðu 1. hálvleik í, men sum 2. hálvleikur er liðin, er trýstið linkað, og nú hevur Víkingur fótað sær rættuliga.
---
45 min.
Hálvleikur
0-1
Sum 1. hálvleikur leið, hevði KÍ hug til at verða meiri ágangandi. Víkingur legði seg ella varð trýst eitt sindur aftur á vøllin, og heimaliðið hevur spælt seg til fleiri málmøguleikar, men higartil hevur ikki eydnast teimum at fáa mál.
---
20 min.
0-1
Tað er eingin ivi um, at tað eru gestirnir, sum eru grammari, hava betri tak á spælinum og hava spælt seg til málmøguleikar, men higartil hava teir bara fingið eitt mál.
---
15 min.
0-1
Hanus Jacobsen hevur lagt Víking á odda, eftir at uppspælið var í høgru, og vongverjin í vinstru møtti bóltin við nærra stópan!
--
Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá Víkingi. Síðsta sunnudag vunnu víkingarnir 2-1 í Gundadali ímóti HB, og næstsíðst vunnu teir 2-1 á heimavølli ímóti B68.
Eftir tíggju stig í fýra teimum fyrstu umførunum hevur tað verið soltið hjá KÍ seinastu ferðirnar.
KÍ tapti síðst 2-0 á útivølli ímóti EB/Streymi, og í umførunum frammanundan taptu klaksvíkingar tvær ferðir á heimavølli: 2-1 ímóti NSÍ og 2-0 ímóti B36.
KÍ-Víkingur
Dómari: Dagfinn Forná
KÍ: Gunnar á Steig - Rudolf Eliasen, Oddmar á Lakjuni, Sørmund Kalsø, Jógvan Isaksen - Kristoffur Jakobsen, Nenad Stankovic, Høgni Madsen, Philip Djordjevic, Henry Heinesen -
Hjalgrím Elttør
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar, Kaj Leo í Bartalsstovu, Niclas Niclassen, Evrard Blé - Símun Hansen, Finnur Justinussen