3-1, so verður hetta ein bumba, ein sensasjón, sum øll leingi fara at tosa um. Fólk minnast enn, hvussu Sumba vann á HB 3-1 í Gundadali í 1991. Men um HB vinnur á B36 3-1 ella øvugt ? hetta minnast tey bara [...] in Allan Mørkøre! Rosenborg skal vera ein góð fyrimynd fyri HB og B36 Hví gera HB og B36 ikki sum Rosenborg, ið við Noregi ikki umboðar høvuðsstaðin Oslo, men ein nógv minni bý. Rosenborg Bollklubb úr [...] ella leirvíkingar vera førir fyri at sleppa upp í hetta felagslið? Tað er ivasamt. Hetta førir við sær undirgang fyri fótbólt í hesum bygdunum. Ein sovorðnan undirgang síggja vit í Vágum í dag. Teir høvdu
kreppan niðuryvir Vági, eins og hon gjørdi alla aðrastaðni eisini. Og endin var eisini, at báði bedingin og smiðjan fóru av knóranum. ? Tað var ein ræðilig tíð. tað var sum um tað var sunnudagur hvønn dag [...] Báturin, teir høvdu til tað brúki var Leif. Henry sigur, at tá var nógv arbeiðið í Vági. ? Allur niðari partur í bygdini, heilt av sandinum, líka úr á Marknoyri var hvítur av fiski, sum varð breiddur [...] at hála vognin upp. Vit brúktu nógv eingilskt kol til maskinuna, so tað var eitt øgiligt rokilsi, tá ið vognurin var í brúki. Tá var bedingin eitt stórt arbeiðspláss. Henry sigur, at teir vóru 24 mans á
at tað var alla æru vert, at teir á Skipasmiðjuni hildu Henry verða verdugan at fáa tænastumedaljuna og høvdu innstillað hann. ?Fyri mær er tað ein heiður og gleði at sleppa at handa honum hetta heiðursmerki [...] aftaná lokna læru. ?Hetta var tíðin, tá ið sluppirnar blivu umbygdar. ? Summar fingu nýggjan motor motor, tær fingu tangar og stýrihús, og lugar og kahyttir varð gjørt av nýggjum. So tað var ríkiligt at gera [...] longdur, tað var veturin 1963-1964. ? Tað vóru tey, sum hildu, at bitin var ov stórur. Men tað gekk væl. Allir gjørdu sítt ítarsta og arbeiðið varð vaæl úr hondum greidd. ? Tá ið Magnus á Gørðunum var liðugur
vera í kvøld ? tveir á Skála og ein í Havn. Á Skála tekur StÍF ímóti Kyndli hjá bæði kvinnum og monnum. Kyndlakvinnurnar hava góð minni frá høllini á Skála, tí tað var har, tær tryggjaði sær gullið í fjør [...] Neistin veruliga ætlar sær at gera seg galdandi. Tað sama kann sigast um H71, sum fekk ein skelk móti KÍF seinast. Tað var ein strika í rokningini hjá hoyvíkingum, og eisini hjá teimum ræður um at fáa sigurin [...] Tjaldrinum, men tað sær út til, at tað fer at vera gerandiskostur í ár, og í kvøld verður mótstøðan ein heilt onnur. Í Havn verður høvuðsstaðaruppgerð millum Neistan og H71. Neistamenn vunnu tveir teir fyrstu
at talan verður um ein reint handilsligan sáttmála, har vit ikki fáa nakað fyri einki. Í tilboðunum frá oljusamtøkunum eru ymsar loysnir og sømdir, sum ein skal taka støðu til og hetta er eisini eitt sera [...] tað eigur eisini at vera ein inntøka til tað privata vinnulívið í Føroyum, sum ger, at tað fær eitt sterkari grundarlag at standa á. Kjartan Hoydal heldur sjálvur, at hetta er ein góður málsetningur og vísir [...] oljufelag ella ein almenn optión í øllum loyvum eftir tí norska mynstrinum? Kjartan Hoydal sigur, at hetta hava teir í Atlants Kolvetni ikki umrøtt. -Vit hava lagt okkum eftir tí uppgávu, sum hetta felagið hevur
Norðurlandahúsinum. Farna vikuskiftið var hon á snarvitjan í Føroyum. Tað var í sambandi við stýrisfundin hjá felagsskapinum Teater og Dans i Norden, sum hesa ferð var í Føroyum. Helga Hjörvar hevur verið [...] kann eg hugsa mær verður sum ráðgevi við sambondum við hini Norðurlondini. Tá hugsi eg serliga um sambandið við Ísland, har eg var virkin í tíðini, tá ið Ísland fekk ein orðaðan mentapolitikk, sigur Helga [...] hevði við Føroyar var á lítlu oynni Flatö í Íslandi, tá ið maður mín týddi Moder Syvstjerne eftir William Heinesen til íslendskt. Tað er fyri langari tíð síðani, og eg minnist tað var ógvuliga romantiskt
seta fótin á nummarplátuna fyri at fáa hana av. Tá var ovboðið hjá mær, Eg vendi mær á, eg vildi ikki síggja meir. Kúfangarin, plátan var fest á, var at plastik, tað visti eg, so her kundi valla fara at [...] at spæla gott av. Eg kundi farið til teirra og sagt teimum, hvussu ein slík nummarpláta var fest á ein bil, men valdi at lata vera. Ein skal jú ikki blanda seg í hvat onnur gera. Men ikki kundi eg fáa hesa [...] um hetta var mín bilur, og eg kom fram á hann við ongum nummarplátum og einum skaddum kúfangara, hvar skuldi eg vent mær til? Politistøðina og sagt frá at onkur hevði framt herverk á bilin hjá mær og brotið
finaluna. Sjálvur finaludysturin var seinasti dystur, sum var leiktur í kappingini. Dysturin var leiktur á langbana, og fitt av áskoðarum vóru og hugdu at dystinum. Tað var Fram, sum dróg longra stráið og [...] Tann einasta deildin, sum ikki var avgjørd við einari beinleiðis finalu, var 2. deild menn. Ístaðin var kappingin skipað so, at trý lið komu til eitt finaluumfar, sum var leikt sunnudagin. Tey trý liðini [...] Leygardagin var flogbóltur spældur í nógvum hallum kring alla Havnina. Gundadalshøllin, Læraraskúlin og Eysturskúlin vóru karmurin um árligu FK-kappingina hjá Fleyr fyri tær eldru deildirnar. Funnið var fram
man vera, billi eg mær inn, tí fólk halda, at eg kann gera arbeiðið sum skal til fyri at vera leiðari á stovninum. Eg havi hug at royna hetta starvið og ætli mær at royna at vera ein góður leiðari, sigur [...] Fróðskaparsetrinum verða rektarin og leiðslan vald triðja hvørt ár. Tá ið uppstillingin var liðug mánadagin var Malan Marnersdóttir einasta valevnið. Hvørjar ætlanir Malan hevur við nýggja starvinum, er [...] norðurlendskum sum høvuðsgrein og fronskum sum hjágrein. Í tvey ár var hon studentaskúlalærari í Hoydølum. Hon hevur tikið pedagogikum og var lektari í donskum og føroyskum á universtitetinum í Frankfurt am
statum. Ein orsøk til at tey flyta higar, er hon, at tey fáa ein árligan kekk, tá tey hava búð her í tvey ár. Kekkurin stavar frá oljuinntøkuni, og er dividenda frá The Permanent Fund, sum er ein oljugrunnur [...] Naknek. Tað var sera áhugavert. Vit fóru niðan frá Naknek Rivers, sum er ein av teimum stóru áunum við Bristol Bay, og nakrar fjórðingar inn á tundralendið. Eg skeyt ikki sjálvur, men tað var ónatúrliga [...] sum snikkari. Sum snikkari var hann útí á Aleutoyggjunum og gjørdi skáp til ein skúla. Teir flugu út í oyggjarnar í einum lítlum flogfari til hesa bygdina, sum skuldi hava ein skúla fyri 10 milliónir dollarar