Havnamaður koyrir møblar út í Anchorage

Í mangar mátar er Alaska eitt Paradís. Serliga um tú ert áhugaður í náttúruni ella dámar at fiska og veiða

Jan Müller


Frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi koyrir hann skandinaviskar møblar út til fólk í Anchorage. Skandinaviskir møbler eru »inn« í hesum ríka oljulandinum. Og tá tað í løtuni ber til at forvinna meiri pening at koyra bil, hevur hann fyribils valt tað fram um snikkaraarbeiðið.


Jógvan Zacharias Sørensen er annars snikkari. Lærdi á snikkaravirkinum úti í Grønlandi. Fór til Danmarkar at ganga í skúla, men á Grønjordskolleginum á Amager møtti hann Camillu.

Camilla er úr Alaska, og tá hon bara var útskiftislesandi í Danmark eitt skifti, fluttu tey til tann 49. statin í USA, har tey búgva í Anchorage.

- Mær dámar væl at búgva her, og ert tú hugaður at arbeiða, kanst tú arbeiða 14 tímar um dagin. Men vit halda okkum til einar 10 tímar. Tað merkir, at frítíðin er ikki long, men um veturin er minni at gera, greiðir Zacharias frá.

- Um veturin kann vera kavi, so tá verður minni bygt. Og roknað verður við einum kavavetri í vetur, so tað er gott at forvinna nakað nú.

Yvirhøvur kann sigast, at tað er uppgongutíð í Alaska, og bara í ár eru eini 15.000 fólk flutt til Alaska. Tí verður so nógv bygt - og tá danskir møblar eru »inn« - so gongur kurvan hjá hesi fyritøkuni, eg arbeiði hjá, bara uppeftir.

Nógv eldri fólk flyta annars til Alaska úr øðrum statum. Ein orsøk til at tey flyta higar, er hon, at tey fáa ein árligan kekk, tá tey hava búð her í tvey ár.

Kekkurin stavar frá oljuinntøkuni, og er dividenda frá The Permanent Fund, sum er ein oljugrunnur.


The Last Frontier

- Í aðrar mátar er gott at búgva í Alaska - í The Las Frontier, sum staturin varð kallaður. Sum tit óivað hava sæð, er náttúran vøkur, og her er reint.

Møguleikarnir eru eisini nógvir, og staðið er eitt paradís, kunnu vit siga. Her ber til at fara á veiðu ella at fiska. Um veturin ber til at aka á skíð ella koyra á kavaskutara.

Eg haldi, at fólki dámar hetta væl. Sum amerikanarar siga, tey »challenge themselves«. Tað merkir, at tey vilja royna seg sjálvi.

Sjálvur havi eg skreitt nakað á skíðum, og eisini dámar mær væl at koyra á kavaskutara. Men hetta síðsta árið havi eg arbeitt so nógv, at frítíðin hevur verið avmarkað. Tá tíð er til tað, fara vit kortini út í náttúruna.

Enn havi eg ikki verið nógv á veiðiferð, men ætlanin er at fara á elsdjóraveiðu í desember í økinum, haðani Camilla kemur. Fyri tveimum árum síðani vóru vit á reinsdjóraveiðu saman við svágrunum í Naknek.

Tað var sera áhugavert. Vit fóru niðan frá Naknek Rivers, sum er ein av teimum stóru áunum við Bristol Bay, og nakrar fjórðingar inn á tundralendið. Eg skeyt ikki sjálvur, men tað var ónatúrliga áhugavert at vera við.

- Kostar tað nógv at veiða?

- Um tú býrt í »statunum« kostar tað einar 50 dollarar. Harafturat skalt tú hava veiðiloyvi. So tað er ikki dýrt. Upprunavólkið hevur rætt til at veiða tað, tey hava brúk fyri. Hetta er partvíst teirra livibreyð.

T.d. hevur laksafiskiskapurin svikið í eini tvey ár, og tí er týdningarmikið at hava henda møguleikan at kunna veiða djór og fugl. Hetta er týðandi partur av føðini hjá nógvum, serliga upprunafólkinum í smáplássunum.

Bygdirnar liggja ógvuliga fjarskotnar, so eg havi bara verið í Naknek, og í teimum bygdum, sum hava vegasamband. Tað er áhugavert at vitja hesar bygdirnar og síggja, hvussu tey liva. Men sum heild kann sigast, at tey eru integrerað í samfelagið.


Bara tvær vikur frí

Løntakarar í USA hava ikki og kenna einki til tey rættindi, løntakarar hava í Norðurlondum ella í Evropa.

- Tað er ringt at fáa frí her, og vit hava bara 14 dagar frí við løn um árið. Tí er neyðugt at spara upp frítíð, so vit royna at arbeiða hart fyri at fáa frí og pening fyri at kunna sleppa ein túr til Føroya.

Fólk flentu her, tá eg segði teimum frá, at danskir løntakarar vóru í verkfalli fyri at vinna sær nakrar frídagar afturat teimum fimm vikunum, sum tey høvdu frí frammanundan.

Um man fær eina ella tvær vikur frí her, er væl sloppið. Eingin tosar um at fáa betri kor. Í hvussu er hoyra vit einki um tað. Hetta er eitt kapitalistiskt samfelag, og fólk eru sjálvi noydd at arbeiða fyri at tryggja seg sum frægast.

Tað eru fakfeløg fyri handverkarar, men einki felag er fyri lastbilakoyrarar.

Zacharias er upprunaliga snikkari og ta fyrstu tíðina í Alaska arbeiddi hann sum snikkari. Sum snikkari var hann útí á Aleutoyggjunum og gjørdi skáp til ein skúla.

Teir flugu út í oyggjarnar í einum lítlum flogfari til hesa bygdina, sum skuldi hava ein skúla fyri 10 milliónir dollarar - til 10 børn.

Seinri fekk hann arbeiði sum lastbilakoyrari. Sum støðan er, er nógv at forvinna.

- Arbeiðir tú hart, fært tú ofta lønarhækking. Um tú ert í byggivinnuni, arbeiðir tú hart um summarið, meðan slakað verður um veturin.

- Mær dámar væl at koyra, men spurningurin er, nær tú troyttast av at koyra í kava og ísi um veturin. Tað er strævið, so eg fari kanska at arbeiða aftur sum snikkari næsta ár.


Eini tvey ár afturat

Fyribils hava Zacharias og Camilla avgjørt at búgva í Anchorage í eini tvey ár afturat, og herfyri keyptu tey eina íbúð. Um tvey ár fara tey at taka støðu til, um tey fara at flyta til Danmarkar Føroya.

Zacharias dylur ikki, at fyrstu tíðina saknaði hann familju og vinir, og torført var at práta við fólk, men, sigur hann, tað gekk skjótt at koma eftir málinum. Og tá eingin annar føroyingur var í nánd, var bara at tosa enskt.

Hann sigur, at fólk koma nógv saman. Tað er ikki óvanligt, at fólk fara saman út at bowla, út at eta ella á vertshús. Um summarið fiska tey ella gera túrar í náttúruni.

Um veturin er alt meiri friðarligt, men tá eru møguleikar at fara til konsertir, sjónleik, biograf og tílíkt. Hann sigur, at mentunarlívið er fjølbroytt, og tey kendu orkestrini - t.d. Aero Smith - hava eisini fingið eyga á Alaska.


- - -


Kvøldið líður. Saman við Camillu og Zachariasi hava vit verið á eini matstovu og etið. Føroyska ferðalagið skal tíðliga næsta morgun við flogfari norður til Prudho Bay og Barrow, so vit seta kós móti Capt. Cook Hotel í hinum endanum í Anchorage.

Vit siga Camillu og Jógvan Zachariasi farvæl, og tey lata heilsa familju og kenningum.