Við lóg skal land byggjast - (og fólkið kúgast)

Vinarliga hýs mær hesum reglum, og lat meg fáa luft, tí nú er ovboðið.

Ein dagin eg gekk í havnargøtum, síggi eg tveir grannvaksnar alvápnaðar politistar leika í fyri at fáa eina nummarplátu av einum bili. Eg mátti steðga á, tí slíka sjón hevði eg ikki upplivað áður. Nummarplátan var sett føst á bilin við tveimum skrúvum, men hetta hava hesir politistar allarhelst ikki varnast, tí annar teirra rykti og skrykti í nummarplátuna, fyri at fáa hana av bilinum. Men illa gekk, nú kemur hin til og ger seg kláran at seta fótin á nummarplátuna fyri at fáa hana av. Tá var ovboðið hjá mær, Eg vendi mær á, eg vildi ikki síggja meir. Kúfangarin, plátan var fest á, var at plastik, tað visti eg, so her kundi valla fara at spæla gott av. Eg kundi farið til teirra og sagt teimum, hvussu ein slík nummarpláta var fest á ein bil, men valdi at lata vera. Ein skal jú ikki blanda seg í hvat onnur gera.

Men ikki kundi eg fáa hesa hending úr tonkunum aftur, hugsaði um hví teir mundu taka plátuna av bilinum. Kom til ta niðurstøðu, at eigarin av bilinum allarhelst hevði verið ov seinur at gjalda trygging ella vegskatt til tað almenna. Síðan fór eg at hugsa, hvat nú um hetta var mín bilur, og eg kom fram á hann við ongum nummarplátum og einum skaddum kúfangara, hvar skuldi eg vent mær til? Politistøðina og sagt frá at onkur hevði framt herverk á bilin hjá mær og brotið mær kúfangaran? Gjaldstovuna ella tryggingina og sagt at eg eri forharmaður um at eg ikki havi goldið til tíðina, men um eg fari á Posthúsið og gjalda skuldina beinanvegin, vilja tit so lata meg fáa ein nýggjan kúfangara, so eg kann skrúva einar nýggjar nummarplátur á bilin? Eg spyrji bara, næstu fer eri tað kanska eg, sum standi fyri skotum.

Apropos skot! Í Bretlandi búgva meir enn 57 milliónir fólk, morð, rán og aðrar brotsgerðir eru gerandiskostur í hesum landi, umframt tær mongu bumburnar, ein hoyrir um sum gera alstóran skaða og hava dripið og lamløstað mong hundrað fólk seinastu árini. Fyri at koma hesum bumbumonnum til lívs eru settar á stovn servandar eindir. Men tann vanligi løgreglumaðurin á gøtuni í milliónabýnum London, hann hevur einans eina floytu, so hann kann gera vart við um okkurt er á vási. Mær vitandi hevur hann umframt hesa floytu ein sokallaðan knippil. Ja, soleiðis hava teir gingið í meir enn hundrað ár, ættarlið eftir ættarlið í teirra sermerktu hattum, og mong eru tey sum í gjøgnum árini hava tikið myndir av hesum sermerktu løgreglumonnum.

Í okkara lítla friðsama oyggjasamfelag búleikast umleið 44 túsund fólk. Um so er at ferðafólk, ið her kemur tekur myndir av okkara løgreglumonnum- kvinnum, er tað nokk av teirra orsøk at okkara løgregla er alvápnað við revolvara og skotum í. (Vónandi fær hetta ikki ferðafólka-streymin, ið her kemur, at kenna seg ótryggan við viðurskiftini í landinum). Er hetta nú neyðugt. Álvaratos tit vaksnu menn og kvinnur, ið eru sett í starv sum skutilsveinar fyri danska yvirvaldið, ber ikki til at faá eina seravtalu um, at í Føroyum er ikki brúk fyri sovorðnum teksasstíli fyri at taka eina nummarplátu av einum bili.

Ella er tað virkuliga so galið her á landi, at tit føla tykkum hótt í tykkara starvi. Um so er haldi mær til góðar. Men í mínum eygum eru tit til alment grin. Apropos grin! Hesir somu lovens håndhævere på Færøerne, vórðu bidnir um at bera so í bandi, at skil fekst á ferðsluna í miðbýnum í Havn, har ruðuleiki og lógloysi valdar í ferðsluni nærum hvørt hóskvøld, viku eftir viku og mánaða eftir mánaða. Ringir ein og kærir sína neyð er svarið »tað kunnu vit onki gera við, fara vit oman í býin verða vit til grin«. Kanska skuldu tit roynt at stilla tykkum mitt í gongugøtuna og skotið nøkur ávaringarskot upp í luftina, útgerðina hava tit. Vit minnast øll hvussu dugnaligir tit vóru fyri nøkrum árum síðani, tá ungdómurin í Havn var ónøgdur við dansiviðurskiftini. Tað tók tykkum ikki nógv kvøld at basa hesum uppreistri við táragassi og servandum hundum.

Apropos hundar! Vanligi føroyingurin hevur tað ikki gott í hesum døgum, ákærur og skuldsetingar verða í tíð og úrtíð settar fram ímóti tí vanliga føroyinginum, høgum sum lágum. Onkur verður skuldsettur fyri svik, er tað ikki yvirfyri landskassanum, so er tað ein skipskreditgrunnur ella okkurt heilt annað. Onkur annar fyri beinleiðis morð, summi fyri at smugla narkotisk evnir til landið, og onkur fyri eina neyðtøku sum skal verða framd fyri fleiri árum síðani. So míni ráð til tann vanliga føroyingin er skrivið dagbók! Gloymið ikki at skriva niður hvønn tann einasta dag í árinum, hvar tit hava verið, hvørjum tit hava sitið á fundi við, og so framvegis. Fara tit á møti ella í biograf, fái so nøvnini við á teimum, ið har eru, so hesi kunnu vitna til tygara fyrimun, um so er at fútin og hansara menn og kvinnur nøkur ár seinni eirindarleyst loypa á teg og familju tína, tí tey meina at tað er neyðugt at reisa ákæru ímóti tykkum fyri eitthvørt revsivert. Tað er ikki stuttligt at sita og svara fyri hvar ein var kl. 15.00 fyrsta týsdag eftir Trinitatis fyri kanska einum fýra árum síðani, um ein ikki hevur eina dagbók at halda seg til.

Men eg kann kanska ugga tykkum við at ein stórur partur av hesum fólki, ið ákærd og skuldsett verða av fútanum, seinni verða fríkend, annaðhvørt av honum sjálvum, við at ákæran fellur burtur, ella rætturin tekur um endan og ger ein enda á støðuni og fríkennir størsta partin. Tað veri seg fyri skipamál ella morð o.a. Dømini tala fyri seg. Men eftir situr skommin og byrðan ákærdu og familjur teirra skulu liva við restina av lívinum. Tey mugu liva við at fútin hevur reist ákæru ímóti teimum, borið navn teirra út í hvønn krók í landinum, væl hjálptur av teim føroysku tíðindafróu tíðindafólkunum, ið mangan virka sum fútans longdi armur, sum aftur bera slík tíðindi út aftur um landoddarnar. Hetta er kanska ikki so illa meint av teimum, kanska vilja tey við slíkum tíðindum, har teir navngeva ávís fólk vísa á, at den er gruelig gal med retsvæsenet ud i Færø.

Um so er, so er ein meining við slíkum tíðindum. Men ikki ber til at verja seg ímóti slatri og øðrum óndsinnaðum ágangi, ið fær góð gróðrarlíkindi í kjalarvørrinum á slíkum ákærum og skuldsetingum. Eg ætlaði mær tí at spyrja fútan sjálvan, um hann kundi ímynda sær, hvussu tað var at hava slíkar álvarsligar ákærur hangandi yvir sær, og verða uppringdur nátt sum dag og standa model fyri bæði einum og øðrum í telefonini. Og er ein ikki heima sjálvur, eru tað jú onnur, sum svara telefonini, tá hon ringir, til dømis børnini.

Men gakk, klokkan var farin av trý í dag, tá eg royndi at fáa fútan uppá tal, so skrivstovan var stongd. Men hvat hugsaði eg við mær sjálvum, eg ringi bara heim til hansara, men gakk, hvussu eg enn leiti so finni eg ikki privatnummarið hjá fútanum í telefonbókini. Kona hansara K.... (dekan fari mundi eg verið gáloysin og skriva navnið á henni) stendur heldur ikki í telefonbókini. Tey vita allarhelst hvussu tað er við ágangi og uppringinum ígjøgnum telefonina. Tí hava tey fingið sær dult nummar. Løgið at hugsa sær til at hesin sami maður eirindarleyst útflýggjar navnið á einum, ið hann »Tror, eller går ud fra, er værdig en nærmere undersøgelse« til bæði bløð, sjónvarp og útvarp, áðrenn viðkomandi er dømdur sekur av rættinum. Sami maður, ið ikki er mannfólk nokk seta sítt navn í eina føroyska telefonbók. (Her má eg skoyta uppí, at verri er, at tann føroyska pressan leggur seg í kjalarvørin á hesum fúta og eptirapar hansara ófantaligu áratøkum). Er tað virkuliga so galið, at um fútin sjálvur, ella ein av skutilsveinum hansara, heldur, at okkurt revsivert er framt, so kunnu hesir byrja við at almannakunngera navn á viðkomandi, so hesin fyrst kann dømast av fólkinum. Eg kann ikki siga annað enn Guð skal seg yvir forbarma. Eg vil bæði spýggja og svíma. Er tað virkuliga so vorðið í hesum lítla landi, so er tað mín vón at landsins leiðsla (her meini eg landsstýri og løgting) ongantíð ov skjótt yvirtekur fútans embæti og finnur annan skikkaðan mann ella kvinnu í hansara stað. Og at løgtingið/landsstýrið setir hansara skutilsveinar undir eitt serføroyskt lóggávuvald, ongantíð ov skjótt. Í einum møguligum framtíðar fullveldi í Føroyum.

Og eg, og fleiri við mær, sum hildu, at Gabels tíðin var ein farin tíð. Framtíðin fer at vísa, hvat søgumenn fara at skriva um, tá Mogens Nepper Kristensen og hansara skutilsveinar kúgaðu føroyingin í Føroyum.


Í Tórshavn undir Klæmintsmennu 1998,

Klæmint Johan Poulsen