Væleydnað Fleyr-kapping um vikuskiftið

Flogbóltur: Ikki færri enn 54 lið tóku lut í árligu FK-kappingini, sum Fleyr skipaði fyri um vikuskiftið

Leygardagin var flogbóltur spældur í nógvum hallum kring alla Havnina. Gundadalshøllin, Læraraskúlin og Eysturskúlin vóru karmurin um árligu FK-kappingina hjá Fleyr fyri tær eldru deildirnar.

Funnið var fram til bólkavinnarar og so vóru semifinalur leiktar í summum bólkum. Kappingin endaði ikki fyrr enn klokkan tíggju á kvøldi leygarkvøldið, tá ið seinasti dysturin í millumumfarinum hjá 2. deild monnum var leiktur millum NFL og StÍF.

Sunnudagin vóru so allar finalurnar leiktar í Gundadalshøllini.


Meistaradeildin menn

Í meistaradeildini hjá monnum vóru tað ikki óvæntað ÍFa og Fram, sum komu í finaluna. Sjálvur finaludysturin var seinasti dystur, sum var leiktur í kappingini.

Dysturin var leiktur á langbana, og fitt av áskoðarum vóru og hugdu at dystinum.

Tað var Fram, sum dróg longra stráið og vann dystin 2-0. Hóast tað hevur gingið stak væl hjá fuglfirðingum í landskappingini, so høvdu teir í Fram munin so at siga allan dystin. Serliga væl gekk tað hjá Sigmundi av Teigum, sum er ein av okkara fremstu flogbóltsleikarum, men eisini hinir spældu væl.


Meistaradeildin kvinnur

Sum ikki einaferð, so vóru tað arvafíggindarnir úr Fleyr og Mjølnir, sum hittust í finaluni í meistaradeildini hjá kvinnum.

Mjølnir úr Klaksvík vann finaludystin 2-0, og tað sá ongantíð út til, at sigurin hjá klaksvíksgentum var í vanda. Liðið hjá Mjølnir er ungt og evnaríkt, og so hevur liðið haraftrat veteranin Marjun Kalsø, sum er still going strong.

Liðið hjá Fleyr er eisini gott, men hevur ikki somu styrki í álopinum, sum Mjølnir hevur.


1. deild menn

Tá ið FK-kappingin var í fjør, var tað liðið hjá Eysturskúlanum, sum vann kappingina í 2. deild hjá monnum. Í ár leiktu teir í 1. deild, og hana vunnu teir so sanniliga eisini.

Eysturskúlin leikti ímóti Mjølnir í finaluni, og teir vunnu dystin 2-0. Fótbóltsbrøðurnir Tummas Eli og Jens Kristian Hansen vístu, at tað ikki bert er á fótbóltsvøllinum, at teir hava sera góð evni. Saman við hinum á liðnum hjá Eysturskúlanum vístu teir sera gott spæl.


1. deild kvinnur

Kvinnurnar hjá ÍF spæla til dagligt í landskappingini hjá 2. deild kvinnum. Har fáa tær tíverri alt ov lítla mótstøðu, so til FK-kappingina høvdu tær valt at melda til í næstbestu kvinnudeildini.

Hetta vísti seg heldur ikki at kunna steðga teimum. Tær vunnu allar dystirnar heilt fram til finaluna, og heldur ikki kvinnurnar hjá SÍ úr Sørvági megnaðu at basa fuglafjarðagentum. ÍF vann dystin 2-0.


2. deild menn

Tann einasta deildin, sum ikki var avgjørd við einari beinleiðis finalu, var 2. deild menn. Ístaðin var kappingin skipað so, at trý lið komu til eitt finaluumfar, sum var

leikt sunnudagin.

Tey trý liðini, sum komu til finaluumfarið, vóru Dráttur, Nøvan og NFL 1.

Liðini spældu so øll móti hvørjum øðrum, og endin var, at eitt Dráttur-lið í serklassa vann báðar sínar dystir, meðan Nøvan vann á NFL, og tískil vann Dráttur kappingina, meðan Nøvan gjørdist nummar tvey og NFL 1 nummar trý.


2. deild kvinnur

Tann mest spennandi finalan sunnudagin var í 2. deild hjá kvinnum, har NFL og Fossanes hittust. Fossanes vann fyrsta settið lætt, men kvinnuligu næmingarnir í fjórða flokki á læraraskúlanum vunnu næsta settið upp aftur lættari.

Tískil var neyðugt við einum triðja setti, og her vísti góði stríðsviljin hjá NFL seg at gera munin, og tær vunnu tískil dystin og kappingina.