Føroyingar uttan fyri danska ríkið hava valrætt til fólkatingsval í Føroyum, men tað er bara galdandi fyri tey, sum standa á vallista Tey flestu eru greið um, at til løgtingsval kunnu lesandi í Danmark [...] Danmark og uttanlands velja til føroyska løgtingið. Lesandi í Danmark kunnu tó ikki velja til fólkatingsval í Føroyum. Føroyingar, sum eru uttanlands í fyribils ørindum uttanfyri danska ríkið ? lesandi, útsend [...] onnur ? hava rætt at velja til fólkatingsval í Føroyum. Tað merkir, at føroyingar í Bretlandi, Íslandi, Svøríki, Noregi, Finnlandi, USA og so framvegis, kunnu melda seg til vallistan í teirra seinastu
byggisamtyktin fyri økið norðan fyri elverkið á Sundi broytt Økið, talan er um, hevur í umráðispartinum B9, ið verður lagdur til vinnu, ið beinleiðis ella óbeinleiðis eru útflutningsfremjandi og til virksemi [...] verður økið tryggjað til verandi elverk og seinni útbygging av verkinum. Eftir tilmæli frá býaarkitektinum er økið broyt til E umráði. Hetta merkir, at Umráðisparturin verður lagdur til smábáta-, frítíðar- [...] neystabygging, útipláss til smábátar, kappróðrarfeløg o.t. og virksemi, sum hevur samband við hesi, t.e. tænastuvirksemi, bilstøðlar o.t. Tilmælið frá býararkitektinum var fyri á fundi í Byggi- og býa
spældi allan dystin, meðan tað tíverri ikki var nøkur spælitíð til Noah í dag. Leingi sá út til, at Bryne fór at fáa eitt stig við sær aftur til Rogalands, men tá bert tveir minuttir vóru eftir av vanligu [...] Rógvi Baldvinsson, Noah Mneney og hinir í hópinum hjá Bryne ferðaðust í dag til Oslo fyri at spæla dyst móti næstfremsta liðnum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, KFUM Oslo. KFUM Oslo vann dystin 1-0 [...] . Bryne er nú nummar átta í deildini við 35 stigum. Seks stig eru upp til Sogndal sum liggur á sætta plássinum, ið gevur rætt til at spæla Play Off dystir um uppflyting. Men nú eru bert fýra dystir eftir
flúgving til og úr landinum verður steðgað frá klokkan 21 í kvøld til klokkan 06 í morgin, lokala tíð. Tað var tíðindastovan, Reuters, sum bar hesi tíðindi frá iranskum myndugleikum og vísti til tíðindatænastuna [...] vara til klokkan 06 í morgin, hava iransku myndugleikarnir nú kortini avblást flogsteðgin. Reuters, sum endurgevur ríkismiðlar í Iran, veit í kvøld at siga, at allar avmarkingar í flogferðsluni til og úr [...] avblástar aftur. Sambært iranskum tíðindamiðlum hava myndugleikarnir veitt vissu fyri, at viðurskiftini eru trygg, og at flogferðslan til og úr landinum kann halda fram. Einki verður sagt um, hví Iran fyrr í kvøld
verið útsett fyri kynsligum harðskapi ella harskapi annars. Ístaðin fyri at børnini, ið hava verið útsett fyri kynsligum harðskapi skulu reika ímillum myndugleikar frá løgreglu til lækna til sálarfrøðing [...] ábyrgd fyri okkara borgarum, eiga øll segl at verða sett til fyri at fyribyrgja trupulleikan við kynsligum harðskapi og harðskapi annars í Føroyum. Hesin harðskapur er so ræðuligur og tyngjandi fyri tann [...] rlógini fyri Tingið í heyst Í fjør vár legði undirritaða barnaverndarlógina fyri tingið við einari ørgrynnu av broytingum, m.a. varð fráboðanarskyldan herd, bæði fyri vanliga borgaran og fyri fakfólk annars
skal gera Føroyar til eitt livandi og trygt stað fyri komandi ættarlið. Allar tær stóru íløgurnar fyri at byggja brýr millum høvuðsstaðin og restina av landinum hava skapt møguleika fyri at sleppa undan [...] Fyri meg er kommunuvalið eitt landsval á tann hátt, at talan er um eitt avgerandi val fyri allar Føroyar. Tí ein sterkur høvuðsstaður er avgerandi fyri, at Føroyar aftur koma á rættkjøl – at fráflytingin [...] vera við til at byggja hetta land, so tað eisini verður eitt gott og trygt stað hjá komandi ættarliðum. Fyri meg er kommunuvalið eitt landsval á tann hátt, at talan er um eitt avgerandi val fyri alt landið
orsøkin til, at Føroyar so singlandi dumpaðu til seinastu próvtøku í politiskaru javnstøðu hjá ST (CEDAW), skrivar Demokratia og vísir á, at ST í yvirlýsing hevur ásett 30 prosent sum minstamark fyri umboðanina [...] knýtast til politisku skipanina, arbeiðsmarknaðin, føroysku mentanina og samfelagsnormarnar. Tað er staðfest, at hesar forðingar spenna bein fyri bæði útboði og eftirspurningi eftir kvinnum til Føroya løgting [...] løgting. Fyri at koma hesum barrierum til lívs er neyðugt við langtíðar og málrættaðum politiskum átøkum til tess at útjavna ein og hvønn mun, ið verður gjørdur vegna kyn í føroyska samfelagnum, frá barnsbeini
2020 var eginognin fyri Vónin samtakið 308,3 mió.kr. í mun til 275,2 mió.kr. Tað skrivar Vónin í tíðindaskrivi. Umleið 2/3 av samlaðu søluni hjá samtakinum er til kundar uttan fyri Føroyar. Meira enn [...] um tryggjar at karmarnir fyri at Vónin kann veita eina álítandi og kappingarføra vøru av hágóðsku til fiski- og alivinnuna um alt Norður Atlantshavið er til staðar. Fyri at verða slóðbrótandi á [...] deild við Norðskála til alivinnuna, ein deild í Fuglafirði til uppisjóvarvinnuna, og ein deild í Tórshavn til botn- og rækjutrolsvinnuna. ##med3## Vónin samtakið er veitari til fiski- og alivinnuna
Fyri hálvum øðrum mánaði síðani kærdi Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn Tórshavnar býráð til kommunala eftirlitið fyri at gjalda út sosiala veiting til foreldur uttan at hava lógarheimild. Tórshavnar [...] spurnartekin við, um lógarheimild hevur verið fyri hesum gjaldi, og hevur samstundis víst á, at kontantgjaldið er stuðul til svarta dagrøkt meðan bíðilistin til ansingarpláss í kommununi alsamt veksur. Hálvt [...] kunnu koma børnum í kommununi til góðar í fleiri ár framyvir. Familjur, ið fáa kontantgjald, men sum ikki hava ráð til at mamman ella pápin eru úr arbeiði, kunnu brúka peningin til svarta dagrøkt ella svarta
ikki verið fyri øllum flogferðunum til New York, sigur Atlantsflog í tíðindaskrivi: »Fremsta endamálið hjá Atlantic Airways er at knýta Føroyar nærri umheiminum, og í ár ber til at flúgva til meira enn [...] sjey ferðir aftur og fram til sølu. Áhugin fyri sjálvari flúgvingini úr Føroyum til New York hevur annars verið sera stórur, men tíverri vísir tað seg ikki at vera grundarlag fyri øllum sjey túrunum, so vit [...] seint til sølu, og tá hava fólk longu lagt aðrar ætlanir fyri summarið og heystið. Eisini høvdu vit júst um sama mundið, sum New York rutan varð sett til sølu, selt meira enn 10 full flogfør til Berlin