Rógvi Baldvinsson, Noah Mneney og hinir í hópinum hjá Bryne ferðaðust í dag til Oslo fyri at spæla dyst móti næstfremsta liðnum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, KFUM Oslo.
KFUM Oslo vann dystin 1-0. Rógvi spældi allan dystin, meðan tað tíverri ikki var nøkur spælitíð til Noah í dag.
Leingi sá út til, at Bryne fór at fáa eitt stig við sær aftur til Rogalands, men tá bert tveir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini skoraði KFUM Oslo sigursmálið.
Bryne er nú nummar átta í deildini við 35 stigum. Seks stig eru upp til Sogndal sum liggur á sætta plássinum, ið gevur rætt til at spæla Play Off dystir um uppflyting. Men nú eru bert fýra dystir eftir at leika, so tað verður torført hjá Bryne at røkka sætta plássinum.
Sunnudagin 22. oktober tekur Bryne móti Skeid Oslo á heimavølli.