Kynsligur harðskapur skal steðga nú

Í seinastuni hevur  verið kjakast dúgliga herheima um kynsligan harðskap, og somuleiðis hava útlendskir miðlar tikið táttin  upp og sett sjóneykuna á  kynsligan harðskap i Føroyum.

 

Sum samfelag og sum politiskur myndugleiki við ábyrgd fyri okkara borgarum, eiga øll segl at verða sett til fyri at fyribyrgja  trupulleikan við kynsligum harðskapi og harðskapi annars í Føroyum. 

 

Hesin harðskapur er so ræðuligur og tyngjandi fyri tann útsetta, at viðkomandi  er merktur/merkt fyri lívið, og tapið av menniskjaligum virðum og vælferð er ovurstórt. Umframt at hetta hevur tyngjandi avleiðingar fyri tann einstaka, hevur hetta eisini mist samfelagslig virðir við sær. 

 

Eg havi sterkan illgruna um, at vit enn bert hava sæð toppin av ísfjallinum, og tí er hetta eitt av teimum málum, sum fáa høga raðfesting í almannamálaráðnum.

 

Barnahús


Arbeiðið við at stovnseta barnahúsið er væl ávegis, og eftir ætlan skal fyrsta tilboðið veitast á fyrsta føroyska barnahúsinum í heyst.  Talan er ikki um ein nýggjan stovn, men um ein øðrvísi og meira skynsaman hátt at taka hond um børn, sum hava verið útsett fyri kynsligum harðskapi ella harskapi annars.

 

Ístaðin fyri at børnini, ið hava verið útsett fyri kynsligum harðskapi skulu reika ímillum myndugleikar frá løgreglu til lækna til sálarfrøðing  v.m., so skulu hesir myndugleikar koma til barnið og gera tær neyðugu kanningarnar undir tryggum og  barnavinarligum umstøðum.

 

Skipanin við barnahúsum  er væl kend í okkara grannalondum og hava øll grannalondini fingið stovnsett tílíkar skipanir við barnahúsum við góðum úrslitum. 

 

Barnahúsið fer vónandi eisini at geva okkum betri hagtalsgrundarlag um støðuna viðvíkjandi kynsligum harðskapi í Føroyum,  har allir upplýsingar verða savnaðir á einum stað, og harvið  kunnu vit betur handfara henda grova harðskap.

 

At fáa betri og greiðari hagtalsgrundarlag er somuleiðis eisini eitt krav í ST barnarættindasáttmálanum, sum Føroyar hava tikið undir við.

 

Broytingar í barnaverndarlógini fyri Tingið í heyst

Í  fjør vár legði undirritaða barnaverndarlógina fyri tingið við einari ørgrynnu av broytingum, m.a.  varð fráboðanarskyldan herd, bæði fyri vanliga borgaran og fyri fakfólk annars, sum eru um børn, og kunningarátøk hava verið kring landið um hesa herdu fráboðanarskyldu og týdningin av at taka hana í álvara. 

 

Komandi tingár verða enn fleiri broytingar gjørdar í barnaverndarlógini.

 

Hesar broytingar hava beinleiðis samband við stovnanina av barnahúsinum. 

 

Talan er um í viðgerðini av einum máli í barnahúsinum, at viðkomandi starvsfólk kunnu lata privatar og persónligar upplýsingar sínamillum um viðurskifti í mun til kynsligan og annan harðskap.

 

Somuleiðis verður ásett í barnaverndarlógini, at barnaverndartænasturnar skulu innan 24 tímar eftir eina fráboðan seta eina kanning í verk, umframt at barnaverndartænasturnar skulu geva afturmelding til fráboðara um, at kanning ella fyriskipan er sett í verk.

 

Her verður sjálvsagt skilað  ímillum, hvør tað er, sum fráboðar, um tað er fakpersónur ella vanligur borgari, og hvussu víðfevnd afturmeldingin kann vera. 

 

Hesar broytingar eru nakrar av teimum somu, sum vit kenna frá danska ”overgrebspakken”, og endamálið er at styrkja um fyribyrgingina og inntrivini í mun til kynsligan harðskap móti børnum. Upprit um broytingar í  barnaverndarlógini verður lagt fyri landsstýrið í morgin.

 

Barnaumboð – eitt vakið eyga við børnunum

Sum ein liður í at verja rættindini hjá børnum í Føroyum og at liva upp til ásetingarnar í ST barnarættindarsáttmálanum, sum Føroyar hava tikið undir við, verður eitt barnaumboð sett á stovn í Føroyum, og lóggáva hesum viðvíkjandi  verður løgd fyri Tingið í heyst. 

 

Harumframt er ætlanin at  hava eitt barnaráð, sum skal verða røddin hjá børnum í Føroyum í almenna rúminum, ein rødd, sum børnini kunnu sameina seg við og kenna seg trygg við. Tað er umráðandi, at vit hava eina sterka almenna og politiskt óhefta rødd til at varpa ljós á ónøktandi viðurskifti til tess at styrkja um rættindi og vælferð hjá børnum í Føroyum.

 

Somuleiðis fer tað meiri miðvíst at  verða møguligt at  kæra um trupulleikar hjá børnum, og eisini verður møguleikin at taka mál upp styrktur . Hetta fer í nógv størri mun at betra um rættartrygdina hjá børnum í Føroyum.

 

 

Heildarætlan um kynsligan harðskap

Løgtingið samtykti í vár, at ein arbeiðsbólkur skal setast til at gera eina heildarætlan um kynsligan harðskap í Føroyum.

 

Arbeiðið við heildarætlanini  fevnir um fleiri aðalráð, bæði heilsumálaráðið, innlendismálaráðið, mentamálaráðið og almannamálaráðið. Her eru fleiri  viðurskifti, ið hava tørv á at vera umrødd  m.a.  um revsiásetingin í revsilógini  um siðamisbrot og kynsligan ágang skal hækkast, og um fyrningarfreistin fyri at kunna taka mál upp aftur skal broytast. 

 

Hvørjar broytingar annars kunnu gerast í lóggávu,  soleiðis at tilkomin fólk, sum fáa seinárin av harðskapi, sum er framdur í barndóminum, kunnu fáa neyðugu sálarligu hjálpina og linna .  Í grein 19 í Barnarættindasáttmálanum hjá ST, sum Føroyar hava bundið seg til, stendur:

 

”Limalondini skulu taka øll hóskandi  lógar-, umsitingarlig-, sosial- og útbúgvingarlig atlit til tess at verja barnið ímóti øllum fysiskum og sálarligum harðskapi, skaða ella vanrøkt ella forsømandi atburði, ágangi ella útnyttan, herundir seksuellum ágangi, meðan barnið er saman við foreldrunum, verja ella øðrum persónum ” (mín umseting av danska tekstinum)

 

 

Tað er ikki nóg gott, at Føroyar bara taka undir við einum sáttmála um barnarættindi og so lata standa til. Vit hava skyldu til at taka hesi orðini í ST barnarættindinasáttmálanum til okkum og gera tær neyðugu broytingarnar, soleiðis at øll  børn í Føroyum kunnu leggja seg trygt at sova um næturnar uttan at vera bangin um ta marru, sum tíverri alt ov mong børn í Føroyum uppliva.

 

Annika Olsen

Landsstýriskvinna í almannamálum og virkandi løgmaður