Føroyskt demokrati í kreppu

Limirnir í Demokratia hava ikki ligið á tí løtu síðuni, síðani nevndin fyri hálvum øðrum ári síðani fór í gongd við arbeiðið fyri at økja um leiklutin hjá kvinnum í politiskum avgerðum. Tilsamans hevur Demokratia skipað fyri 24 nevndarfundum, 10 almennum tiltøkum og fýra almennum fundum. Úrslitið er eitt álit upp á 82 síður, har greiða niðurstøðan er, at demokratiið í Føroyum er í kreppu. Tó eru glottar fyri framman

Javnstøða

 

Fyrr var kravið til eitt vælvirkandi demokrati, at allir borgarar skuldu hava sama rætt at atkvøða og stilla upp til val, men soleiðis er ikki longur, staðfestir Demokratia, sum í dag almannakunngjørdi eitt 82 síður langt álit um politiska javnstøðu í Føroyum.

Ì alheimshøpi verður eitt demokrati ikki longur sæð sum vælvirkandi, so leingi sum helvtin av fólkinum, kvinnurnar, ikki eru umboðaðar á jøvnum føti við menn. Hetta er eisini orsøkin til, at Føroyar so singlandi dumpaðu til seinastu próvtøku í politiskaru javnstøðu hjá ST (CEDAW), skrivar Demokratia og vísir á, at ST í yvirlýsing hevur ásett 30 prosent sum minstamark fyri umboðanina av báðum kynum í parlamentum, fyri at talan kann vera um eitt vælvirkandi demokrati.

Eitt so vánaligt fólkaræðisligt grundarlag sum í Føroyum, har kvinnuliga umboðani í Løgtinginum er 9,4 prosent, gevur stórar legitimitetstrupulleikar fyri Føroya Landsstýri. Grundarlagið undir landsstýrinum er ikki, sum tað eigur at vera. Demokratiska undirskotið í Føroyum má tískil fáa hægstu politisku raðfesting og størsta fólkaligan ans, staðfestir Demokratia í fororðunum til álitið.

Víðari stendur, at at kvinnur í Føroyum hava ikki eins góðar møguleikar sum menn at gerast partur av fólkaræðinum. Hetta er staðfest. Orsøkirnar eru ósjónligar forðingar í samfelagnum, ið kunnu knýtast til politisku skipanina, arbeiðsmarknaðin, føroysku mentanina og samfelagsnormarnar. Tað er staðfest, at hesar forðingar spenna bein fyri bæði útboði og eftirspurningi eftir kvinnum til Føroya løgting.

Fyri at koma hesum barrierum til lívs er neyðugt við langtíðar og málrættaðum politiskum átøkum til tess at útjavna ein og hvønn mun, ið verður gjørdur vegna kyn í føroyska samfelagnum, frá barnsbeini til vaksnamannalív, skrivar Demokratia og mælir til at taka tilmælini hjá nevndini í størsta álvara.

Føroyar liggja geografiskt mitt í javnstøðuháborgini – Norðurlondum – men á arabiskum støði, tá tað ræður um politiska kvinnuumboðan. At einki gera við hetta frá politiskari síðu er tað sama sum at góðtaka arabisk viðurskifti í Føroyum.

Uppgávurnar at tryggja eitt vælvirkandi demokrati og modernaðar Føroyar eru átroðkandi og krevja tískil hægstu politisku raðfesting bæði við atliti til tíð og pening.

Arbeiðið hjá Demokratia steðgar nú, men nevndin mælir til, at arbeiðið heldur fram, tí hálvtannað ár er alt ov lítið til at broyta hugburð og atburð í samfelagnum.

Nógv kundi bent á, at arbeiðið verður tikið uppaftur, tí eitt uppskot frá Tjóðveldi um at lata Demokratia halda fram varð samtykt 2. viðgerð í Løgtinginum, men náddi ikki 3. viðgerð, áðrenn løgtingsval varð útskrivað.

 

Fakta

 

Nevndin í Demokratia

 

Eyðgunn Samuelsen, forkv. (Javnaðarfl.)

Annleyg Lamhauge, næstforkv. (Sjálvstýrisfl.)

Inga Dahl (Fólkafl.)

Rósa Samuelsen (Sambandsfl.)

Sólfríð Fjallsbak (Tjóðv.)

Hjørdis H. Petersen (Miðfl.)

Eyðun Christiansen (Føroya Kommunufelag)

Steinbjørn Jacobsen (Kommunusamskipan Føroya)

Kári á Rógvi (Javnstøðunevndin)

Bergtóra Hanusardóttir (Kvinnufelagasamskipan Føroya)

 

 

Fakta

 

Arbeiðssetningur hjá Demokratia:

Nevndin skal skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum til tess at økja um leiklutin hjá kvinnum í politiskum avgerðum, so talið á kvinnum á Løgtingi og í kommunustýrunum økist, og umboðani samsvarar á leið við umboðanina í hinum norðurlondunum

Í viðmerkingunum til uppskotið stendur:

Nevndin skal til ársskiftið 2007/2008 arbeiða fyri, at kvinnur fáa ein øktan leiklut í at taka politiskar avgerðir. Nevndin arbeiðir støðugt við at fremja arbeiðssetningin, meðan hon er sett. Arbeiðið eigur at fevna um tiltøk, sum kunnu gera fólk varug við týdningin av, at fleiri kvinnur verða umboðaðar, har politiskar avgerðir verða tiknar. Virksemið kann vera upplýsing, lýsingarátøk, undirvísing og útgáva av ymsum kunnandi tilfari. Løgtingsvalið, sum eftir ætlan verður í januar 2008, verður eitt gott høvi at máta úrslitið av arbeiðinum hjá nevndini.

 

 

 

 

Tilmæli frá Demokratia

 

Politisku myndugleikarnir

- ganga á odda sum ein javnstøðufyrimynd fyri samfelagið sum heild

- taka atlit til javnstøðu, tá landsstýrið verður skipað

- taka atlit til javnstøðu, tá almennar nevndir, ráð o.t. verða vald

- Áleggja øllum stovnum undir aðalráðunum at hugsa javnstøðu inn í øll mál og viðurskifti í staðin fyri at parkera hugtakið í ein skuggakendan krók fyri seg sjálva. Seta fleiri pengar av til javnstøðu í politikki, seta starvsfólk í almennu fyrisitingini, sum kunnu arbeiða miðvíst við javnstøðu, samskipa javnstøðuarbeiði betur millum ymisku instansirnar

- Við altjóða samstarvi fáa vit betri atgong til ta vitan, hjálp og royndir, sum onnur lond hava

-

Politisku flokkarnir

- gera eina mátbæra javnstøðustrategi

- byrja at rekruttera kvinnur í góðari tíð (ein háttur er at gera eina lýsing av starvinum sum politikari fyri at vísa, hvørjir førleikar kunnu vera hóskandi)

- miðvís skúling av nýggjum valevnum

 

Kommunurnar

- seta nevnd at arbeiða fyri at fáa størri javnstøðu til komandi kommunuval

- orða javnstøðupolitikk, t.d. á starvsfólkaøkinum, í politisku skipanini osfr.

 

Fjølmiðlarnir

- kringvarpsnevndin heitir á almennu fjølmiðlarnar um at gera sáttmála um javnstøðu, har teir binda seg til at hugsa javnstøðu inn í sendingar o.t. Ársfrágreiðing verður skrivað hvørt ár um, hvussu gongdin hevur verið.

- regluligar lýsingakampagnur í almennu miðlunum, so sum Gevið gætur í SvF

 

Undirvísing og gransking

- undirvísing í javnstøðu í fólka- og miðnámsskúlum. Landsmiðstøðin og Mentamálaráðið gera undirvísingar- og kunningartilfar um javnstøðu og áseting um, at undirvísingartilfar, ið verður framleitt, tekur atlit til javnstøðu

- átøk í fólka- og miðnámsskúlunum, javnstøðutemavikur a la happing etc.

- javnstøða verður integreraður partur av undirvísingini á Lærara- og pedagogskúlanum

- Søgu- og samfelagsdeildin undirvísir í javnstøðu

- gransking í javnstøðu, t.d. fær PhD-projekt um gransking í javnstøðu 1. prioritet næsta ár (Granskingarráðið)