Foreldrini svar í komandi viku

Lógardeildin í Tinganesi verður liðug við at viðgera kæruna frá Foreldrafelagnum í Havn í komandi viku.

Fyri hálvum øðrum mánaði síðani kærdi Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn Tórshavnar býráð til kommunala eftirlitið fyri at gjalda út sosiala veiting til foreldur uttan at hava lógarheimild. Tórshavnar býráð hevur havt kæruna til ummælis og lógardeildin í Tinganesi fekk ummælið í hendi fyri jól.

- Vit eru ikki liðug at viðgera kæruna enn, men tað verður væntandi í komandi viku, sigur Søren Pram Sørensen á lógardeildini í Tinganesi.

Í ummælinum sigur býráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen, millum annað, at býráðið metir seg hava heimild at útgjalda stuðulin vísandi til, at talan er um stuðul, sum verður veittur í ásannan av, at kommunan fyribils ikki megnar at útvega nóg nógv ansingarpláss eftir galdandi reglum. Afturat hesum kemur, at býráðið í 1988 gjørdi av at veita ein líknandi styrk og boðaði landsstýrinum frá hesum við skrivi, dagfest 26. okt. 1988. Tað fyriliggur einki um, at landsstýrið hevur gjørt vart við, at hetta ikki bar til.


Heitt á býráðið fleiri ferðir

Tórshavnar býráð setti kontantgjaldið til foreldur, ið eiga smábørn yngri enn 12 mánaðir, í gildi 1. juli í fjør. Hóast nógvur tvídráttur hevur verið um hesa avgerðina, hevur býráðið valt at halda fram við stuðulinum. Á fíggjarlógini í ár eru 1,8 mill. krónur tøkar til endamálið.

Felagið hjá foreldrum at smábørnum í Havn hevur frá fyrstan tíð sagt alment, at kontantgjaldið er ikki nøkur loysn. Felagið hevur sett spurnartekin við, um lógarheimild hevur verið fyri hesum gjaldi, og hevur samstundis víst á, at kontantgjaldið er stuðul til svarta dagrøkt meðan bíðilistin til ansingarpláss í kommununi alsamt veksur. Hálvt ár eftir at skipanin kom í gildi kærdi Foreldrafelagið Tórshavnar býráð til kommunala eftirlitið.

Í kæruni sigur Foreldrafelagið, at tey ferð eftir ferð hava heitt á kommununa um at steðga útgjaldinum av kontantstuðli og heldur brúka peningin til tiltøk, ið kunnu koma børnum í kommununi til góðar í fleiri ár framyvir. Familjur, ið fáa kontantgjald, men sum ikki hava ráð til at mamman ella pápin eru úr arbeiði, kunnu brúka peningin til svarta dagrøkt ella svarta barnagentu. Tað vil siga, at Tórshavnar kommuna brúkar pening til at stuðla svørtum arbeiði, meðan bíðilistin til ansingarpláss í kommununi alsamt veksur.