Á býráðsfundi í Havn hósdagin 11. oktober 2007, varð byggisamtyktin fyri økið norðan fyri elverkið á Sundi broytt Økið, talan er um, hevur í umráðispartinum B9, ið verður lagdur til vinnu, ið beinleiðis ella óbeinleiðis eru útflutningsfremjandi og til virksemi, ið hava samband við hesar vinnur. Herumframt verður økið tryggjað til verandi elverk og seinni útbygging av verkinum.
Eftir tilmæli frá býaarkitektinum er økið broyt til E umráði. Hetta merkir, at Umráðisparturin verður lagdur til smábáta-, frítíðar- og ítróttarvirksemi, ið hevur við sjógvin at gera, t.e. bátahyl, neystabygging, útipláss til smábátar, kappróðrarfeløg o.t. og virksemi, sum hevur samband við hesi, t.e. tænastuvirksemi, bilstøðlar o.t.
Tilmælið frá býararkitektinum var fyri á fundi í Byggi- og býarskipanarnevndini tann 10. oktober. Nevndin samtykti at taka undir við tilmælinum og beina málið á býráðsfund. Á býráðsfundi hóskvøldið varð málið einmælt samtykt.