Føroyingar uttan fyri danska ríkið hava valrætt til fólkatingsval í Føroyum, men tað er bara galdandi fyri tey, sum standa á vallista Tey flestu eru greið um, at til løgtingsval kunnu lesandi í Danmark og uttanlands velja til føroyska løgtingið. Lesandi í Danmark kunnu tó ikki velja til fólkatingsval í Føroyum.
Føroyingar, sum eru uttanlands í fyribils ørindum uttanfyri danska ríkið ? lesandi, útsend starvsfólk og onnur ? hava rætt at velja til fólkatingsval í Føroyum.
Tað merkir, at føroyingar í Bretlandi, Íslandi, Svøríki, Noregi, Finnlandi, USA og so framvegis, kunnu melda seg til vallistan í teirra seinastu heimkommunu í Føroyum, og kunnu síðani greiða atkvøðu á einari danskari sendistovu á staðnum.
Men tað eru bara helst tey fáu, sum kunnu nýta atkvøðurættin á komandi fólkatingsvali, tí sambært lógini skulu fólk hava staðið á vallista í Føroyum minst 18 dagar fyri valdagin.