so til teirra fyrimun at enda. Seinasta korterið var líkt til, at B36-leikararnir ikki høvdu so nógv gass eftir í ballónini, men liðskiparin var tó ikki samdur í metingini um, at liðið tá hevði nýtt ov [...] B36-liðskiparin at halda høvdið høgt, tá hann eftir dystin varð tráðspurdur av ymsu miðlunum um, hvat hann helt um júst lidna dystin. Og ikki minst hvat hann helt, nú tað gjørdist greitt, at B36 aftur hetta [...] ov nógvar kreftir. - Eg vil ikki siga, at vit vóru útlúgvaðir. Tá spælið ikki koyrir nóg væl, so verður talan sjálvsagt um nógv rennarí, men eg haldi tó ikki, at kreftirnar vóru uppi. Vit royndu í øllum
heldur, at Noreg eigur at stuðla føroysku krøvunum og hjálpa Føroyum at gerast sætta sjálvstøðuga Norðurlandi.; tykist lítil ivi vera um, at nýggi Havnarbáturin hevur eins góðan møguleika at vinna á komandi [...] in verið í andstøðu. Eingin ímóti Per Holmen, starvsmaður í norska Miðflokkinum, væntar, at Miðflokkurin fer at taka støðu í málinum, men hann veit ikki nær hendan støða verður tikin. - Vit fylgja væl [...] Stórtinginum til at stuðla Føroyum í stríðnum fyri sjálvræði. Føroyar samráðast við Danmørk um, hvussu skiftið til einar sjálvstøðugar Føroyar skal vera. Men donsku treytirnar eru somikið harðar, at føroyskt sjálvræði
um at skapt uppmerksomheit um hetta niðri, neyvan til gagns fyri føroyingar. At føroyskir skattgjaldarar fáa lítið fyri sínar skattapengar, tá hugsað verður um sosialar veintingar, er ikki nakað at vera [...] skattatrýst merkir bert, at man tekur uppí, hvussu nógv borgarar (ikki neyðvendigvís teir somu einkultpersónarnir, sum gjalda) fáa aftur av skattinum sum stuðul og aðrar veitingar. At føroyingar hava eitt [...] modifiseraðum skattaprosenti, ið næstan er tað sama sum tað korrigeraða skattaprocentið og so fara at pástanda, at skattaprosentið í Føroyum er næstan 15% hægri enn tað danska, hóast danskarar gjalda bæði ognarskatt
orsakað av illveðrinum. Annars er at frætta, at prísurin sum heild hevur verið ómetaliga góður seinasta hálva árið, og beint fyri jól var hann náddur so langt upp, at hann sjáldan hevur verið hægri. Nú [...] tó dalaður nakað aftur. Tað er væntandi, at flestu bátarnir leggja frá landi aftur í dag, hósdagin. Veðurfrøðingarnir siga, at fríggjadagin verður veður aftur at fiska, tí tá makar hann vindin munandi. [...] hevur forðað fleiri fiskiførum í at fara til fiskiskap. Tey liggja ístaðin bundin við bryggju, og manningin kann taka sær av løttum. Veðrið hevur eisini verið so ringt, at Norrøna avlýsti túrin til Hanstholm
tá oljufólkini byrja at streyma inn í landið. Tað var djarvt av løgmanni at taka hetta upp, haldi eg. Tað einasta Jenis av Rana hevur at fílast á viðvíkjandi nýggjársrøðuni er, at hon ikki var serliga [...] løgmaður tykist at vera í røðu síni, sigur Jenis av Rana í eini viðmerking til nýggjársrøðu løgmans. Tí var tað hvørki óhóskandi ella ófólkaligt av løgmanni at finnast eitt sindur harðliga at teirri viðferð [...] stjórnin virða. Kundi verið djúpri Jenis av Rana dámdi væl røðuna hjá løgmanni og rósar honum fyri at tora at taka upp málið um skaðiligu árinini, ið standast kunnu av komandi oljuvinnuni. ? Hesi oljufólkini
kompromis, bert at vísa samkenslu, at lta sær lynda, at tosa eftir munninum, góðtaka ella, sum mangan verður gjørt, at lýsa sokallaða signing yvir eitt lív í ófrælsi, eitt lív í synd. Ynski Frelsarans [...] teimum, ið fór fram at verða biðin fyri, var fransmaður í bestu árum, men deyðamerktur av AIDS. Hann kendi ikki Jesus, men var boðin við av vinum, ið høvdu trúgv fyri at Frelsarin fór at frelsa, grøða og [...] Hansara er, at tú og eg, hóast feilandi og máttleys í okkum sjálvum, sum sendiboð í Hansara stað skulu bera hetta frælsið til onnur. Hann hevur aldrin ætlað og ongantíð sett hin trúgvandi at boða eitt kompromis
Nú skal ferð koma á arbeiðið at umskipa viðurskiftini millum land og kommunur, soleiðis at partarnir fáa eitt greitt uppgávubýti at halda seg til. Hetta hevur Anfinn Kallsberg, løgmaður, sett sær fyri [...] fyri. Tí hevur hann gjørt av at skipa hetta arbeiðið sum eina verkætlan, og fer hann tí í næstum at seta ein arbeiðsbólk at gera arbeiðið. Arbeiðsbólkurin skal vera undir leiðslu av Løgmansskrivstovuni, og [...] soleiðis, at Løgmansskrivstovan og umboðini fyri kommunufeløgini verða kjarnan, meðan umboðini fyri aðalstýrini eru við tá staðfest og raðfest verður. Arbeiða í tveimum umførum Ætlanin er, at verkætlanin
lagt seg eftir at skipa fyri ymsum undirhaldstil tøkum. M. a. verða fleiri mótasýningar og eisini hevur tað eydnast fyrireikarunum at fáa fleiri av okkara fremstu sangarum og tónleikarum at framføra á pallinum [...] Tá var farið undir at seta básarnar upp og hósdagin var fínpussingin gjørd. Tá framsýningin letur aftur sunnukvøldið hava eini 200 hjálparfólk verði í gongd fyri at fáa tiltakið at hanga saman. Opið verður [...] drúgva tíð at fyrireika eina slíka stevnu. Fyrireikararnir hava verið í gongd síðan einaferð í juni mánað og nú góðar fýra mánaðir seinni fer stevnan av bakkastokki. Ikki kann sigast annað enn at Marko ?98
Tá tað eydnaðist at fáa bátarnar avstað, soleiðis sum tað eigur at verða gjørt, hevði Jarnbardur besta startin. Riddarin úr Miðvági hekk uppi í eina løtu, men so orkaðu tær ikki at fylgja við, og tá hálvt [...] bátslongd. Men so gjørdu tær umborð á Gongurólvi eina orduliga roynd fyri at vinna fremsta plássið. Tað sá út til, at møguleiki var fyri, at tað skuldi eydnast, men tær á Jarnbardi vóru treiskar, svaraðu aftur [...] á Gongurólvi fóru eitt sindur niður í ferð, tá tað ikki eydnaðist teimum at taka fyrsta plássið, og á málinum var um reppið, at tær umborð á Lómi tóku næstfremsta plássið. Á málinum var fjarstøðan millum
Hóast tað ljóðaði í summar, at forsætisráðharrin kom á arbeiðsferð í Føroyum, og at tað mest var fyri at vitja Javnaðarflokkin, so er líkt til, at ætlanirnar eru eitt sindur broyttar, nú hann vitjar í [...] 10. - 14. september. Umframt at fundast við Landsstýrið og Løgtingið, verða eisini stundur at fara á stovnsvitjan, halda røðu á Landsfundinumhjá Javnaðarflokkinum, um framt at ferðast kring landið. Nyrup [...] Nyrup Rasmussen og Jóannes Eidesgaard til Suðuroyar at vitja. Forsætisráðharrin hevur áður sagt við formannin í Javnaðarflokkinum, at hann vil sleppa at uppliva oynna, náttúruna og fólkið, ið har býr, sum