Illveður hevur verið um havið um Føroyar seinastu dagarnar, og hetta hevur forðað fleiri fiskiførum í at fara til fiskiskap. Tey liggja ístaðin bundin við bryggju, og manningin kann taka sær av løttum. Veðrið hevur eisini verið so ringt, at Norrøna avlýsti túrin til Hanstholm mánadagin, tí tað hevði ikki borið til at komið aftur til ásettu tíðina.
Eingir av partrolarunum hava verið til fiskiskap seinastu dagarnar, og smábátarnir liggja eisini allir sum ein. Sama skilið er hjá djúpvatnstrolarunum, sum ikki fiska nakað hesar dagarnar. Teir flestu línubátarnir landaðu beint áðrenn illveðrið og fóru ikki útaftur beinanvegin. Um nakar er úti, so liggja teir óivað bakk.
Reiðararar, halda tó ikki, at hetta hevur ávirkað prísirnar í so stóran mun, sum man kanska kundi vænta, men tó sæst tað aftur á prísinum.
Av tí at nógvir bátar vóru inni og landaðu í senn, trýsti tað tó prísin nakað niður, tí útboðið vaks.
Upsa- og toskaprísurin er fallin nakað seinastu tíðina, men tað er tó ikki orsakað av illveðrinum.
Annars er at frætta, at prísurin sum heild hevur verið ómetaliga góður seinasta hálva árið, og beint fyri jól var hann náddur so langt upp, at hann sjáldan hevur verið hægri. Nú er prísurin tó dalaður nakað aftur.
Tað er væntandi, at flestu bátarnir leggja frá landi aftur í dag, hósdagin. Veðurfrøðingarnir siga, at fríggjadagin verður veður aftur at fiska, tí tá makar hann vindin munandi. Bátarnir fara út nakað áðrenn, so teir eru tilreiðar, tá líkindini batna.










