fótbóltsprát
Hóast tapið í avgerandi dystinum sunnudagin, so royndi B36-liðskiparin at halda høvdið høgt, tá hann eftir dystin varð tráðspurdur av ymsu miðlunum um, hvat hann helt um júst lidna dystin. Og ikki minst hvat hann helt, nú tað gjørdist greitt, at B36 aftur hetta árið gjørdust ov stuttir.
- Hatta var bara ikki nóg gott. Vit spældu so ikk upp til okkara besta, og tað gjørdu teir kanska heldur ikki. Tað var ein sera javnur dystur, og hann koppaði so til teirra fyrimun at enda.
Seinasta korterið var líkt til, at B36-leikararnir ikki høvdu so nógv gass eftir í ballónini, men liðskiparin var tó ikki samdur í metingini um, at liðið tá hevði nýtt ov nógvar kreftir.
- Eg vil ikki siga, at vit vóru útlúgvaðir. Tá spælið ikki koyrir nóg væl, so verður talan sjálvsagt um nógv rennarí, men eg haldi tó ikki, at kreftirnar vóru uppi. Vit royndu í øllum førum okkara, men tað var ikki nóg mikið.
Og tá vit at enda spurdu John, hvørt tað var tað betra liðið, sum gjørdist meistari, segði hann, at mundi tað nokk vera.
- Teir hava flestu stigini, og teir eru meistarar, so teir munnu nokk vera besta liðið í ár. Tað er so sera einfalt. Men um sjálva kappingina haldi eg annars, at hon hevur verið ein hin mest spennandi í nógv ár, og tað er í øllum førum stuttligt, segði altso John Petersen at enda.