Modifiserað skattatrýst merkir bert, at man tekur uppí, hvussu nógv borgarar (ikki neyðvendigvís teir somu einkultpersónarnir, sum gjalda) fáa aftur av skattinum sum stuðul og aðrar veitingar.
At føroyingar hava eitt høgt modifiserað skattaprocent merkir bert, at tað er ikki serliga nógv umfordeiling í føroyska samfelagnum í mun til tað danska. Hví ikki bara forsøma sosialar veitingarskipanir uppaftur meiri? So kunnu vit fara niður á Christiansborg við einum modifiseraðum skattaprosenti, ið næstan er tað sama sum tað korrigeraða skattaprocentið og so fara at pástanda, at skattaprosentið í Føroyum er næstan 15% hægri enn tað danska, hóast danskarar gjalda bæði ognarskatt og annan skatt, ið vit ikki hava her í Føroyum.
Føroyingar gjalda eitt lægri inntøkuskattaprosent enn í Danmark. Nú hevur tað eydnast landstýrinum at skapt uppmerksomheit um hetta niðri, neyvan til gagns fyri føroyingar. At føroyskir skattgjaldarar fáa lítið fyri sínar skattapengar, tá hugsað verður um sosialar veintingar, er ikki nakað at vera framúr errin av og ringt er at síggja, hvussu hetta kann gagna nakrari fullveldissøk.
Háinntøkuborgarar eru ikki teir, ið móttaka stórvegis sosialar veitingar, og tí er spurningurin, um nettoskattaprosentið í Føroyum ikki sigur, hvussu illa tað er statt hjá móttakarum av almannaveitingum. Vit mugu ongantíð gloyma, at tað eru fólk í samfelagnum, ið av heilsuávum ella øðrum áðum tørva stuðul frá landinum, men ikki kann sigast, at tað er ein ovurstórur partur av landskassans skattainntøkum, ið fer til hettar endamál.