Ein av teimum, ið fór fram at verða biðin fyri, var fransmaður í bestu árum, men deyðamerktur av AIDS. Hann kendi ikki Jesus, men var boðin við av vinum, ið høvdu trúgv fyri at Frelsarin fór at frelsa, grøða og seta í hann í frælsi frá tí »samkyndu« lívsførslu, hann hevði latið seg lokka til.
Grípandi var at vera vitni til undrið, sum hendi, tá Himmalin opnaðist.
Eitt fullkomið frælsi!
Sonurin, Jesus, bjóðar frælsi ? frælsi frá øllum tí, ið bindir, eisini einari lívsførslu, sum førir við sær sorg, sjúku og deyða. Ætlan Hansara er, at tú og eg, hóast feilandi og máttleys í okkum sjálvum, sum sendiboð í Hansara stað skulu bera hetta frælsið til onnur. Hann hevur aldrin ætlað og ongantíð sett hin trúgvandi at boða eitt kompromis, bert at vísa samkenslu, at lta sær lynda, at tosa eftir munninum, góðtaka ella, sum mangan verður gjørt, at lýsa sokallaða signing yvir eitt lív í ófrælsi, eitt lív í synd.
Ynski Frelsarans er tað sama í dag!
Til tín, sum heldur teg vera »samkyndan«
Jesus elskar teg, og ynskir tær sama frælsi sum øllum, ið koma til Hann við byrðum sínum, ivast ongantíð tí. Góðtak ikki hjálp g sokalða asigning, ið vegna vantrúgv verður boðn tær, og sum framyvir hart fer at halda teg bundan í trælahaldi deyðans. Jesus hevur størri ætlanir við tær og lívi tínum ? ætlanir um framtíð og vón.
Jenis av Rana










