Sølustevnan Marko ?98 byrjaði í gjár

Seinnapartin í gjár lat sølustevnan Marko ?98 upp í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Stevnan letur aftur í annaðkvøld klokkan 22, og tá hava ikki minni enn 200 hjálparfólk verði í gongd

Tað er sølustevna í Havn um vikuskiftið. Høllin á Hálsi, sum er ein tann mest brúkta framsýningarhøllin í Føroyum, er karmur um sølustevnuna Marko ?98, sum B36 og RB-Booking skipað fyri.

Tað tekur sjálvandi drúgva tíð at fyrireika eina slíka stevnu. Fyrireikararnir hava verið í gongd síðan einaferð í juni mánað og nú góðar fýra mánaðir seinni fer stevnan av bakkastokki.

Ikki kann sigast annað enn at Marko ?98 hevur roynt at gingið aðrar og nýggjar leiðir, tá tað um framsýningar umræður.

Felagið hevur gjørt eina heimasíðu á Internótini og har hava øll havt møguleikan at fara inn og síggja hvat tað er, sum stevnan hevur at bjóða viðskiftafólkunum.

Undirtøkan til stevnuna er av tí fræga. 19 handlar og fyritøkur úr øllum landinum eru við á framsýningini og hesir sýna fram alt ímillum himmal og jørð.

Meðan framsýningin er hetta vikuskiftið hava fyrireikararnir lagt seg eftir at skipa fyri ymsum undirhaldstil tøkum.

M. a. verða fleiri mótasýningar og eisini hevur tað eydnast fyrireikarunum at fáa fleiri av okkara fremstu sangarum og tónleikarum at framføra á pallinum.

Seinastu fyrireikingarnar til sølustevnuna fóru í gongd mikudagin. Tá var farið undir at seta básarnar upp og hósdagin var fínpussingin gjørd.

Tá framsýningin letur aftur sunnukvøldið hava eini 200 hjálparfólk verði í gongd fyri at fáa tiltakið at hanga saman.

Opið verður í dag og í morgin afturat - báðar dagarnar til klokkan 22.